Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 16. mai 2008 Vikuskifti 13 miseydnast. Eg var ein av teimum fýra-fimm monnunum, sum vóru uppi á brúgvartakinum at taka ímótu bjargingarlínuni. Og her skuldi siktast væl, tí tað einasta, sum kundi bjarga okkum, var, at línan rakti sjálva brúnna. Um hon rakti aðra staðni á skipinum høvdu vit ikki sloppið framat henni, tí alt var undir í sjógvi. Fjórðu ferð kom línan eisini á brúnna, men glapp útav, áðrenn vit fingu hendur á henni. Men tá var tað so heppið, at línan hekk føst í eini lykt, og tá fingu vit fatur á henni. Fyrsti parturin av eini bjargingarlínu er tunn og løtt, og hon verður nýtt til at draga sjálva bjargingarlínuna, sum er tjúkkari og tyngri. Tað gekk væl at draga ta tunnu línuna, men tá tað kom til ta sveraru, gjørdist tað tyngri, og tað gekk ongan veg. Línan var hál - innsmurd í olju - og gjørdist eisini føst í botn. Men so koyrdu vit endan á línuni inn á brúnna, og tá fóru allir at draga, sum vóru har, og nú gekst betri, og línan varð fest í radaran. Petur Hafsteinn Sigurðsson, 2. stýrimaður, var fyrstur í stólin. Hann druknaði annars fyrst í 1957 við ”Góðanes”, tá hann sum skipari sigldi á Flesjarnar út fyri Nes/Toftir, sum eisini greitt er frá her í blaðnum. So var at fara at stjóra menninar umborð á „Andvara“. Vit fóru í stólin frá brúgvartakinum. Høgt var fyri, so vit komu í fyrsta umfari niður í oljudálkaða sjógvin. Tá stóð á okkum. Tað ráddi um at halda sær fast, tá ein var komin í stólin. Maðurin, sum fór undan mær, Sofus Skoralíð, sum var úr Dali, misti takið, og datt úr stólinum á sjógv, og vit sóu hann ikki aftur. Eg gjørdist nærum í ørviti, tá eg fór í stólin, og hetta mundi kosta mær lívið. Eg fór øvugtur í stólin, og eg mundi druknað. Tað stóð so mikið á mær, tá eg var drigin móti sjónum, at stólurin mundi koppað, og eg mundi farið. Men tá var eg komin so nær „Andvara“, at teir fingu hálað meg upp aftur, og eg fekk andan aftur. Eg kom so umborð á „And- vara“, og her fekk eg góða mót- tøku. Fekk kaffi og turr klæði, og so kom bátur frá sjóverjuskipinum „Ægir“ og flutti okkum umborð á trolaran „Jørund“. Ein partur av manningini var eisini bjargað í land. Har bíðaðu vit eftir teimum, men teir komu so at gista á bóndagarði um náttina. Morgun eftir vórðu teir førdir umborð á “Ægir”. Tá var gott veður, og tá komu vit allir til Ísafjarðar. Summ- ir okkara fóru á sjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri snuddirnar, sum vit høvdu fingið. Síðan fóru vit allir umborð á „Ægir“, sum flutti okkum til Reykjavíkar. Áðrenn vit løgdu frá, fór Leivur Clementsen, sum fyri kortum er deyður, upp á keysina og helt eina røðu, har hann takkaði íslendingum fyri bjargingina, og hann sang sangin ”Harra Gud, títt dýra navn og æra“, og allir føroyingarnir tóku undir við honum. Stórfingin móttøka í Reykjavík Í Reykjavík fingu vit eina stórfingna móttøku m.a. við danska sendiharranum í Íslandi. Dagin eftir fekk íslendska bjargingartænastan takkarfjarrit frá føroyingum við Egil Reyða. Á íslendska sjómannadegnum hetta árið varð staðfest, at bjarg- ingartiltakið undir Grønulíð var størsta og vandamesta á árinum Eg varð skjótt frískur aftur í fótunum, og tá fór eg við týskum trolara, sum fiskaði undir Grøn- landi. Seinni í 2005 var Tórálvur saman við øðrum av manningini til eitt minningarhald á staðnum, har hann var so tætt við at sjó- látast. æl ikki blivið 30 ár Egill Rauði var kompaníbátur hjá Goðanes, sum fórst á Flesjunum fyrst í januar 1957 Her er Egill Rauði koppaður eftir eina dramatiska bjarging av manningini Tað var her við Grønulíð, at teir fóru á land Her leggur Tórálvur blómur at minnast teir skipsfelagar, sum ikki bóru boð í bý