Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 92 - 16. mai 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 17. mai Bruno, deyður í 1045. Biskupur í Würtzburg, sum saman við mongum øðrum komst av døgum á eini ferð í Ungarn. Navnið merkir hin brúni. 18. mai. Eirikur, deyður umleið 160. Svenski kongurin Eirikur IX Jeðvarðson, sum varð myrdur av danska prinsinum Magnusi og hansara monnum í Uppsala dómkirkju. Eirikur varð virdur sum svenskt tjóðhalgi menni alla miðøld. Navnið er norrønt og merkir hann sum ræður eina ella æviga. 19. mai. Potentiana. Rómversk genta, sum 16 ára gomul varð tikin av døgum í Róm. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@post.olivant.fo Vágsbýur lá í dýrdarveðri alla hvítusunnuna og tað lá væl fyri hjá samkomuni í Bethel at hava hvítusunnu­ stevnuna í hesum dýrdar góðveðri. Tey flestu møtini vóru í ítróttarhøllini Vesturi á Eiðinum. Á veg til og frá høllini kundu fundargestir­ nir njóta tað vakra útsýnið yvir vatni, sum andaði av friði og blikalogn. Hetta kundi ein taka sum eina vakra undirstriking av tí boðskapi, sum varð borin fram í høllini, at tað er júst andaligan frið og “dýrdar­ vegur,” sum Harrin bjóðar einum og hvørjum menn­ iskja, sum trýr á hann. Fleiri vitjandi talarar tóku lut: Osvald Kjærbo, Poul Færø, Símun Pætur á Tork­ ilsheyggi, Zacharias Zach­ ariassen, Rógvi Joensen úr Klaksvík, Jens Bech av Skála, Olaf Olsen av Glyvr­ um og Martin Nielsen úr Vatnsoyrum. Eisini vóru tað fleiri talarar úr Suðuroynni. Suðuroyarkórið setti sín stóra dám á møtini, táið tað við sínum vøkru kvinnu­ og mannsrøddum fyltu høllina við sangum sum t.d. »Kana­ ansland«, »Fjart út um himmalhválvið« og »Fer hann at minnast meg, tá eg við portrið standa skal«? Kórið taldi uml. 50 røddir. Tað er John í Skemmuni, sum er dagligur leiðari, men á stevnuni á hvítusunnu var tað Jens Kristian Guttesen, sum stjórnaði kórinum. Á morgunmøtinum sunnu­ morgunin talaði Kári Hamm­ er. Hann nevndi í taluni, at næsta ár, tann 12. Desember, verða tað 100 ár síðani sam­ komuvirkið í Bethel byrjaði. Hann segði, at hendan dagin, 12. desember í 1909, var fyrsta minnismáltíð Harrans hildin í heiminum hjá Dias á Heyggi. Tað vóru 5 fólk til hesa fyrstu breyðbrótingina. Hóast tað í ár ikki vóru so nógv vitjandi sum vanligt er, so vóru møtini kortini væl vitjaði bæði í salinum og í høllini. Tað seinasta møti, 2. hvítusunnukvøld kl. 20 var lýst at vera eitt evangeliskt møti í Bethel. Nógv fólk møttu upp í salinum, men tá veðrið var so ómetaliga gott og vakurt, helt onkur fyri at rættast var at hava møti uttanfyri, og so varð. Hátalarar, mikrofonir og ljóðfør vórðu sett upp á parkeringsøkinum við Beth­ el, og eisini vóru stólar sett­ ir upp til tey, sum ynsktu at sita. Vakri felagssangurin og greiði vitnisburðurin ljóðaði í Vágsbýi hetta kvøldið, og tað vóru nógv fólk, sum lurtaðu. Útimøtið, og harvið sam­ felagsstevnan, endaði við felagssanginum, sum van­ ligt er á øllum samfelags­ stevnum í brøðrasamkom­ unum í Føroyum, “Gud við tykkum inntil næstu ferð.” Kanska verður næstu ferð heima í Himli?! Her eru nøkur citatir úr talum: Rógvi Joensen: »Arvar tú ikki Guds ríki, so arvar tú Helviti« Símun Pætur á Torkilsheyggi: »Lat okkum lúka og velta um hvønn annan so tað sprettir og grør rundan um okkum« Osvald Kjærbo: »Skal heimurin lurta eftir evangeliin­ um, so má hann fyrst síggja evangeliið« Olaf Olsen: »Gud er kompromileysur bæði í strang­ leika sínum og í kærleika sínum« Hvítusunnumøtini í Bethel í Vági Varðin og akkerið beint vestanfyri Bethel. Eitt sterkt symbol um tað, sum eigur at verða prædika í slíkum húsum! Føðingar 8. apríl fingu Abella Bertha og Jóhan Vidtfeldt á Sandi eina dóttir. Hon vigaði 1140 gram og var 35 cm. 2. mai fingu Johanna og Joen Pauli í Geil, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr. Tann 3. mai fingu Bettina Nilsson og Thomas Vestergaard, Hillerød ein son. Hann vigaði 2480 gr. og var 50 cm langur. 4. mai fingu Gunn og Arne Mikkelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4250 gr. 4. mai fingu Elin Højgaard, Klaksvík og Mads Jacobsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3800 gr. 6. mai fingu Inger Enni og Jan Danielsen, Tórs­ havn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3750 gr. 7. mai fingu Birita K. Hansen av Skala og Martin Drangberg úr Skopun ein son, hann vigaði 3200 gr og var 50 cm langur. 7. mai fingu Laila K. Hvíthamar og Alex Beck, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4100 gr. 8. mai fingu Tina og Høgni Harryson, Toftir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3850 gr. 8. mai fingu Siw Mary Thomsen og Ólavur Olsen, Kollafjørður, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3500 gr. 8. mai fingu Vár Lamhauge og Jóhan Jógvansson, Norðskála, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3450 gr. 9. mai fingu Lydia og Jan P. Jacobsen, Søldar­ fjørður, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4350 gr. 10. mai fingu Jóhanna og Jens Meinhard Rasmus­ sen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4310 gr. 11. mai fingu Durith í Homrum og Niels Johann­ es Holm, Kollafjørður, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 2660 gr. 11. mai fingu Ingrid Bjarnastein og Rói Á Kósini, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr. 11. mai fingu Elin Maria Isaksen og Tummas Thomsen, Tjørnuvík, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 3950 gr. 12. mai fingu Maria og Jógvan Garðsá, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3600 gr. 12. mai fingu Rannvá Ragnarsdóttir og Tórður Kruse Mørkøre, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4395 gr. 13. mai fingu Jórun Klein og Egil Sondum, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3000 gr. 15. mai fingu Henny Mortensen og Fróði Nolsøe, Sørvágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. Tann 3. mai bleiv Albert stóribeiggi til hendan fitta beiggjan. Hann vigaði 4410g og var 57cm langur. Foreldrini eru Hertha Thomassen og Hans Ravnsfjall, Sandavágur Gullbrúdleyp Sunnudagin 18. mai hava Kathrina og Símun Lamhauge gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Konfirmatión í Danmark Sunnudagin tann 18. mai verður Andrias Høgnason Eriksen, sonur Randi Restorff Jacobsen og Høgna Eriksen fermdur í Sct. Jacobi kirkju. Bústaður: Navervej 7, 6800 Varde, Danmark. Brúdleyp Leygardagin 17. mai kl. 14.00 giftast í Betesda, Klaksvík, Fríða Jákupsdóttir, Tórshavn og Martin Sivertsen, Klaksvík. Drekkamuður verður í Betesda aftaná vígsluna. Veitsla verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Leygardagin 17. mai giftast Judith Schwartson og Mortan Johannesen úr Havn. Brúðarvígslan verður í Ebenezer kl. 14. Veitsla verður fyri innbodnum í Oasuni í Hoyvík kl. 19. Leygardagin 17. mai giftast í Catholic Parish, Sibalom Antique, Sigmund Bech, Porkeri og Rowena Jungco Nupital. Br.adr.: Violeta Jungco c/o Cosenjo Orbino, Terjares Subdivision, San Angel, San Jose Antique, Philippins. mail: sigmund.bech@ hotmail.com 2. mai fingu Mildrið Birita 8 ár og Karla 2 ár eina lítla systir, hon var 50 cm long og vigaði 3600 gr. Foreldur teirra eru Estrid Johannesen og John Nielsen í Klaksvík. Leygardagin 17. mai kl. 15 giftast í Vesturkirkjuni Alvilda Brøðraberg og Jógvan Lützen. Veitsl­ an verður í fyri innboðin HB­húsinum kl.19.