Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 16. mai 2008 Vikuskifti 14 mítt land Føroyar Við tað at mánadagurin í vikuni, ið fer, var heilidagur, vóru bara fýra sendingar í røðini “Føroyar, mítt land”. Høvi verður at hoyra sendingarnar aftur á Rás2 sunnudagin klokkan 13. Evnini hesa vikuna vóru føroyskt mál og málrøkt; føroyski tjóðbúnin, hesa ferð frakkakotið og kotið; eisini varð steðgað á við tveir merkisdagar, sum vóru í vikuni. 15. mai við hugleiðingum um útisavnið hjá Føroya Fornminnissavni í Hoyvík, sum lat upp fyri summarið henda dagin – sum annars eisini er Halvarsøkudagur. Og fríggjadagin 16. mai mintust vit Sankta Brandan, sum doyði henda dagin í árinum 578. Teir halda, at Sankta Brandan legði at landi á leið síni til Norðuramerika, og kemur navn hansara fyri í trimum staðarnøvnum, Brandansvík í Kirkjubø, umframt Brandansbrekka og Brandansjørð í Skálavík. Heri Tróndheim, Nicolina Jensen Beder, Regin Debess og Jóhan Hendrik Winther Poulsen løgdu sendingarnar til rættis hesa vikuna. Rás2, sunnudagin klokkan 13. Føroyar mítt land í næstu viku: 19/5 Magnus Gunnarsson 20/5 Maria Jacobsen 21/5 Nicolina Jensen Beder 22/5 Eirikur Lindenskov 23/5 Janus Mohr Hvønn gerandisdag kl. 8, kl. 9, kl. 22 og kl. 23, (týsdag tó 22.30) Føroyar mítt land Tvíhús – Norðskálavegur Í november 2007 varð farið undir at byggja eini tvíhús á Norðskálavegi 17, Norðskála, sum verða liðug í mai mánaði 2008. Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd umleið 180 fermtrar. Húsini hava Føroyaprofilklædning, svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikvindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum er sveisað vinyl. Í miðhæddini er durur, gongd, stova og køkur í einum við útgongd til altan, baðirúm við brúsu, við møðuleika fyri vaskirúmi, hjúnarrúm, 2 kømur og goymslurúm. Niðara hæddin er óinrættað, tað er møðuleiki at gera trappuniðurgongd frá goymslurúminum. Sunnara helvtin er seld. Og norðara helvtin er nærum innflytingarklár. Prísuppskot : 1.250.000,00 Tvíhús – Gerðisgøta 9, Lamba Á sumri 2008 verður farið undir at byggja eini tvíhús á Oyrabakka sum eftir ætlan skulu standa liðug heysti 2008. Húsini verða í 2 hæddum - samlað búvídd 200 fermtrar. Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Í ovaru hæddini verður durur, gongd, baðirúm og 2 kømur, hjúnarrúm, goymslurúm, køkur / stova og svali. Møguleiki verður at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Niðara hæddin verður óinrættað. Tapetsering og máling eru ikki íroknað prísin, men møðuleiki er fyri at fáa hetta gjørt. Prísur : 1.250.000,00