fríggjadagur 16. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 16. mai 2008
15
Jens Eli Lauritsen fer
til gravar úr Sørvágs
kirkju
fríggjadagin
klokkan 14.
Magnus Vatnsdal á
Sandi andaðist týsdag
in, 86 ára gamal. Jarðar
ferðin verður úr Sands
kirkju fríggjadagin kl.
13 Sungið verður úr
sálmabókini
Tey,
ið
vilja minnast Magnus,
kunnu lata Sands kirkju
eina gávu.
Jørgen Samuelsen fer
til gravar úr Havnar
kirkju fríggjadagin kl.
13. Tey, ið vilja minnast
Jørgen kunnu lata Lágar
garði eina peningagávu.
Konta í peningastovun
um
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Andreas Andreasen
Andreas í Tarti
Oyndarfirði
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Eysturoyar Røktar- &
ellisheimi, ið høvdu so stóra umsorgan fyri honum
og vóru so góð við hann.
Tøkk til Hilmar og Bøgesvang prest fyri góð og
troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Eisini tøkk til
Hans Petur fyri andaktina í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravara.
Tøkk til Ninu, fyri at stíla fyri ervinum, og tøkk
til tykkum mongu, ið bakaðu og á ymiskan hátt
hjálptu til.
Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk fyri heilsanir og
minningarorð í bløðunum og fyri peningagávur til
missiónshúsið og kirkjuna í Oyndarfirði.
Tøkk til tykkum mongu, ið úr kapellinum og kirkjuni
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað
her á fold.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Malfryd
Bjarnhild, Amy, Sigtór og Hallur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá elskaða mamma, vermamma,
omma, langomma og olduromma okkara
Thurid Alvilda Fredrikka Abrahamsen
Fuglafirði
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Fuglafjarðar kirkju og Thabor.
Ein serlig tøkk til Vesturstovu fyri ta tíð hon var har.
Vinarliga
Børnini við familju
tórbjørn jacobsen
Seiggið er øgiligt í slagnum og hann
bregður ikki úr ætt, nú hann er farin
um alla lóg og allan rætt í árum. Guðs
maðurin Móses sigur tað so sera væl í
Sálmunum: Lív okkara varir 70 ár –
ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið
tað er frægast, er tað møði og fáfongd;
tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva
avstað.
Petur Højgaard er farin spolandi um
kempu og dustsins aldur, og nú hann
fer um níti ára hvarvið, sæst nærum
ikki elli á honum, og í sinninum er
hann framvegis ein unglingi, sum alla
tíðina ýtar av eftir menningini í sam
tíðini, meðan høvuðsmálini eru tey
somu. Í andaligum samanhangi Hann
ið øllum valdar og í politiskum regi
Republikkin Føroyar.
Petur er tað sum vit glyvramenn
plaga at rópa fyri heiðamaður. Sjálvur
dámar honum betri bygdanavnið Salt
angará. Hann varð borin í heim 16.
mai 1918. Sonur ein av kendu rituvík
ingunum, Palla, og Fíu, slektað av
Skipanesi. Sum flestu føroyingar tá í
tíðini kom hann at balast á sjónum
stóran part av lívinum. Hann var við
“Lizzie”, sum Jógvan á Høgabóli førdi,
síðani var hann við skyldmonnunum í
Rituvík við “William Martin”.
Hann saðlaði rættiliga um í 1938.
Trolið dróg og hann er kendur í
landinum, sum ein av størstu ekspert
unum í hesum reiðskapinum, ið kom at
hava so stóran týdning fyri vinnulív
føroyinga. Hann gjørdist partaeigari í
trolaranum “Tór 1” hjá Tórfelagnum í
Havn, og var við honum til hann flutti
umborð í “Tór2” í 1939, saman við
Jákupi á Trøðni sum var skipari. Fyrst
undir stríðsárunum var hann í eina tíð
við Hans Peturi í Brekkunum av
Toftum, sum var farin at føra “Lizzie”,
men í desember 1940 mynstraði hann
aftur við “Tór1” har Hans í Nýggju
stovu í Nólsoy nú var skipari.
Hendan túrin royndu teir norðarlaga
á Glettingargrunninum, teir vóru til
saltfisk, og tað gekst væl í hond. Hópin
av leysum minum flutu í vatnskorpuni
um hesar leiðir og ein av teimum brast
nærhendis trolaranum. Hann var at
kalla fullur undir lúkurnar, táið teir
hálaðu hetta kvøldið, og Petur, sum
hevði deksvakt, skuldi taka afturlemm
in. Táið 15favna merkið kom, var aft
ur ein ræðuligur minubrestur, sum
raseraði skipið, og táið hann síðani fór
at leka, var ikki annað at gera enn at
seta bátarnar út og rógva til lands. Trol
arin fór til botns. 17 fjórðingar róðu
teir 18 menninir í eini lítlari jollu og
íslendingar tóku væl ímóti teimum í
Brúnuvík.
Totalhavaríið av minuspreingini á
Eysturlandinum tók ikki dirvið frá hon
um, og stutt eftir fór hann við “Suður
oynni” hjá Tórfelagnum. Veturin 41/42
tók Petur skiparaprógv í Havn og ann
ars silgdi hann stríðsárini á tamb. Eftir
tað var hann við fleiri føroyskum skip
um, síðani við týskum trolara og í 1955
fór hann við íslendskum trolara sum
maður og bátsmaður. Har var hann m.a.
saman við skaldinum Steinbirni B.
Jacobsen. Seinri var hann við russum á
sild norðanfyri Føroyar. Hetta kom í
eftir eina avtalu, sum Sildasølan hevði
gjørt við sovjetisku fiskiveiðimyndugle
ikarnar. Kalda kríggið herjaði, og Petur
veit mangar góðar søgur frá tí tíðini, og
tað var ikki sørt, at politisku andstøðingar
hansara høvdu hug at arga hann við, at
hann lat seg ávirka av propaganduni hjá
politisku kommiserunum umborð, róðu
líkasum framundir, at politiska tjóð
veldissálin var farin at rodna í meira
lagi. So ísakøld vóru viðurskiftini tá
ímillum eystur og vestur, so stórt var
mistonksemið, óttin fyri tí ókenda,
vældokumeterað í svørtu bókini um
hesa tíðina, at ein seiglívað søga gongur
um, at Petur, ein dagin hesin russarin,
hann var við, lá úti á Molanum í Havn
ini, varð biðin um at koma niðan á Mar
inustøðina at tosa við amerikanskar og
danskar myndugleikar og fregnartæn
astumenn um at gerast vesturlendskur
agentur mótvegis eysturblokkinum –
Warshavasamgonguni. Hann skuldi
vísa hesi áheitan um njósning ógvuliga
bastant frá sær, umgangandi – hann
vildi ikki svíkja sínar lagsbrøður – russ
isku fiskimenninar.
Síðani var hann maður, bestimaður
og skipari við fleiri skipum heilt fram í
seinru helvt av sjeytiárunum, táið hann
fór í land, og eftir tað arbeiddi hann heilt
fram í ellisár á trolvirkinum Vónini í
Fuglafirði. Har menti hann saman við
nógvum øðrum eitt alheims virki, og
hugdjarvur sum hann er, brúkar hann
framvegis sítt góða og praktiska høvd
til at filosofera um, hvussu hesin reið
skapurin kann mennast uppaftur meira.
Í longri tíð hava skilamenn, sum eitt nú
Kristian Zachariassen á Fiskirannsóknar
stovuni, gjørt royndir við einum segli á
høvuðlínuni, sum Petur heldur kann
vera ein rættilig rationalisering í trol
fiskiskapi. Spennandi verður at frætta,
hvussu úrslitið av hesum royndum fara
at hilnast.
Petur er giftur við Elsu Mariu slektað
av Toftum. Tey settu búgv í Heiðunum,
í gerðinum hjá Palla, og Petur hevur
verið óførur innløgumaður. Tey mundu
vera ímillum tey seinastu húsini, sum
høvdu kúgv her umleiðir, og hann hev
ur verið óførur at velt. Tey eiga 9 børn.
3 dreingir og 6 gentur. Í andaligum
spurningum stendur Petur á klettagrund,
ongin megnar at vika hann úr gomlu
trúnni hjá føroyingum, og hann er
fastur fúsur í Glyvra Kirkju.
Tað ber til at siga, at Petur er eitt pol
itiskt paradoks. Sunnari endin á oynni
hevur ikki verið hildin at verið serliga
progressivur tíansheldur nationalur, táið
tað ræður um politiskar hugsjónir. Og
eg minnist sum smádrongur og tann
áringur, at tað varð nógv tosað um
hendan einaran, sum hevði stungið
høvdið uppúr fjøldini, og gekk aðrar
leiðir enn dastið av tí fjøld, hann
búleikaðist millum. Krígsárini hava iva
leyst ávirkað hann nakað, men sann
royndin er heldur hon, at hansara sterka
intellekt, evnini at hugspekja, filosof
era, førleikin at lesa, skriva og yrkja og
megin alla tíðina at duga at síggja støð
una úr erva og gera niðurstøður úr heild
armyndini, hava rikið hann uppí tað
valaliðið av føroyingum, sum vildu, at
føroyska tjóðin skuldi gerast ein statur,
ein republikk. Havi ikki hitt nakran sann
førdari loysingarmann á leiðini og táið
hann samstundis er vælvigaður á sosiala
ásinum fær politiska bræðingin valla
verið betri. Hann hevur ongantíð havt
persónligar politiskar ambitiónir, men
harfyri gjørdist hann ein av teimum
fremstu í broddi fylkingar, táið Erlendur
Patursson og aðrir framherjar valdu at
stovna Tjóðveldisflokkin. Og síðani hev
ur Petur Højgaard verið ein av súlunum
sum flokkurin, og ikki minst felagið í
Eysturoynni, altíð kundu liggja í lívd av,
eisini táið hóttafallini komu og tað stóð
mest á, hann boygnaði ongantíð. Hann
var og er avkláraður.
Táið eg eri javnur í árum við eitt av
miðlingabørnum hansara, so var tað
sjálvandi ongin natúrlóg, at okkara veg
ir skuldu renna saman. Men tað hendi
miðskeiðis í sjeytiárunum, táið eg gjørd
ist limur í lokalfelagnum í oynni. Í 1984
mundi hann vera upphavsmaðurin til
áheitanina, um at fáa undirritaða at ger
ast kandidat til løgtingsvalið tað árið, og
síðani hevur tú verið mær ein hollur
stuðul. Eitt strategiskt høvd við beinari
kós, ongum misvísningi og ongari devi
atión. Tú rættar kumpassina sjálvur so
hvørt sum dagarnir líða, og nú eri eg
vísur í, at tú letur ikki vesturskinið taka
teg fyrrenn tínir landsmenn, við Tjóð
veldinum á odda, frammi í skuti, hava
tikið sakina í egnar hendur og sloppið
okkum burturúr hesi ómegdarstøðuni,
kolonistandinum, danska heimastýr
inum, hvørs substans tú ongantíð hevur
skilt. Tíansheldur fert at skilja ella at
góðtaka sum ein endaligan tilstand. Tú
rørt saman við óvendandi djúphavs
streymunum hjá tjóðskaparrørsluni. Og
tað sjóvarfallið rekur bara ein veg.
Táið fólkaatkvøðan rundaði tey
seksti, vísti tú á einum serliga vælvitj
aðum fundi norðuri á Eiði, at flogvitið
eisini kann brúkast í eini skemtiligari
jargon. Eftir at Edmund Joensen hevði
bedýrað, at hungur og hall høvdu
herja landið, um loysingin gjørdist
veruleiki 14. September 1946, mælti
tú ímóti so sera beinrakið, táið tú
hugleiddi og mintist tann vakra morg
unin, 15. September hetta sama árið,
og staðfesti, at hønurnar vurpu júst
sum dagin fyri, kýrnar mjólkaðu tað
sama og at genturnar vóru blivnar so
serliga vakrar á at líta eftir hesa eksist
ensiellu avgerðina hjá føroyingum. Tá
rungaði láturin í EBhúsinum og tú
hevði vunni spælið.
Petur er yrkjari, og ein av hansara
sangum verður nú tíðum spældur í
Útvarpinum. Tú føddur ert føroyingur
fríur. Flokkurin heilsar tær á hesum
merkisdegi og ein fuglur hevur sungið
fyri mær, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag
hevur ætlanir um at tilnevna teg til
fyrsta heiðurslim felagsins síðani stovn
an, nú táið tú, saman við fjølskylduni
allari, fert at hátíðarhalda dagin í Sjó
café´ini í Runavík, har móttøka verður
ímillum kl. 6 og 10 í kvøld.
Blíðan byr kæri frændi.
Petur Højgaard 90