Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 92 • 16. mai 2008 Vikuskifti Hjá tí, sum fiskar, gongur upp og niður. Nøkur ár kunnu vera góð, onnur eru minni góð. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at vera. So kunnu vit tosa aftur og fram um stovnsrøkt og burðardygga veiði, sum vit vilja. Vit kunnu vera samd – ella ósamd. Náttúran ræður sær, hvussu væl vit enn halda okkum vita og duga at hjálpa henni í sínari skipan. Tó er ikki sagt, at tað einki munar, sum vit menniskju gera við tillagingum og atlitum – alt eftir, hvussu vit meta, at ymisku fiskastovnarnir eru fyri. Eins og veðrið má sær sjálvum ráða, er tað í fyrsta lagi náttúr­ an sjálv, sum er avgerandi fyri, hvussu fiskiár roynast. At menn­ iskjan so eisini dugir sær hógv, er ein fyritreyt fyri, at tilfeingið í havinum kann endurnýggja seg og bera ávøkstur – ár undan ári. Fiskiár roynast ymisk, og tað gera árstíðir eisini. Útróðrarflotin hevur tað ikki best í løtuni, og trupult man vera hjá fleiri bátum at fáa lønandi rakstur í hesa vinnu. Toskaveiðan er lítil, og hýsan hevur tað ikki best. Tíðin eftir gýting er vánalig, men nú skuldi hýsan farið at tikið land aftur, sum teir gomlu plagdu at siga. Á vestaru bryggju í Havn hittu vit útróðrarmannin Kristin Hansen týsdagin. Kristin er nólsoyingur, sum býr á Argjum. Hann rekur ediliga útrórðarbátin Kristu Mariu, sum er 46 føtur langur og 4,70 metrar breiður. Hetta er ein av vælumtóktu kanadisku útróðrarbátunum, sum komnir eru til landið seinastu árini. Kristin, sum hevur verið sjómað­ ur alt sítt lív, er verfaðir Meinhard Jacobsen, stjóra í Faroe Seafood, og báturin er uppkallaður eftir elstu dóttir Meinhard og Fríðunn, Kristu Mariu. ­ Nei, tað er ógvuliga smáligt í løtuni. Á tveimum teimum seinastu túrunum hava vit sett tilsamans 60 línur og veiðan, sum er hýsa og toskur, liggur um 3.000 pund – ella 50 pund á línuna. Tað er ov lítið. Høvdu vit fingið 75 pund á línuna, høvdu hesir báðir dagarnir givið eitt sindur. Hann vísir á, at agn, olja og umreking eru dýr, og tí roynist ein útróðrardagur ikki, um veiðan er minni enn 75 pund á línuna. ­ Vit egna vanliga høgguslokk, sauri og gággu. Gágguna fiska vit sjálvir, og tað kann vera eitt veldugt baks aftrat. Vit hava mist nógvar rúsur, sum eru endaðar uppi í akkerinum ella akkers­ ketuni hjá russum, sum liggja í fjørðinum. Umborð á Kristu Mariu verður øll línan sett úr trakt. Umrekingin fer fram í Nólsoy, har báturin hevur skúr, men tá á stendur, verður onkur lína eisini umrikin á vestaru bryggju í Havn, har Kristin hevur skúr í felag við tveir aðrar útrórðarmenn. ­ Vit plaga at seta millum 40 og 50 línur hvønn túrin, og eg havi havt rakst fólk í Nólsoy at skipa fyri, at lína er til hvørja setu. At vit eisini kunnu rekja um í Havn, hjálpir til, tá á stendur í Nólsoy. Saman við Kristini á bátinum er Janus Nolsøe, sum er royndur og raskur útróðrarmaður. ­ Tú noyðist at hanga í og royna aftur, sjálvt um lítið er at fáa, tá tú hevur fólk knýtt at einum útróðrarbáti. Tá vit høvdu Kristin í telefonini aftur í gjár, var hann á veg oman á vestaru bryggju í Havn. Nú bar leiðin útaftur til Nólsoyar eftir línu og bátsfelagnum, Janusi. ­ Vit fara at royna aftur í kvøld. Teir báðar túrarnar, eg nevndi hin dagin, settu vit beint suður úr Borðuni. Nú fara vit suðureftir at royna, ætlandi suður úr Lítlu Dímun, einar 5­6 fjórðingar úr landi. Kristin vísir á, at streymurin er serstakliga spakur, og hann sigur bara eitt lítið lot høgt, so líkindini eru góð. ­ Báturin gongur skjótt, so eftir trimum tímum, eru vit á fiskileið, leggur hann aftrat. Nú so lítil fiskur hevur verið at fingið í seinastuni, bíða útróðra­ rmenn spentir eftir, um nakar hvítingur man fara at verða at fáa eystanfyri í summar. ­ Teir, sum hava gjørt onkran túr eftir hvítingi, hava mær vitandi einki fingið enn, men eg meini, at teir fyrstu bátarnir bóru við hvíting longu 10. mai í fjør. So, har man fara at bragda skjótt, heldur hann. Kristin sigur, at teir vóru ikki á hvítingi við Kristu Mariu í fjør summar, men teir bátar, sum vóru, fingu væl, og prísurin var lutfalsliga góður. Meðan vit práta, kemur ófriður á útróðrarmannin, sum er vorðin spentur til næsta túr og hevur okkurt at takast við, áðrenn lagt verður aftur á fjørðin. ­ Nei, nú noyðist eg at fara. Her er okkurt at gera. Vit kunnu bara hoyrast, sigur hann. Ediligur bátur – men lítil fiskur - Tú noyðist at hanga í og royna aftur, sjálvt um lítið er at fáa, tá tú hevur fólk knýtt at einum útróðrarbáti, sigur útróðrarmaðurin Kristin Hansen, ið er nólsoyingur, sum býr á Argjum Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Krista Maria er kanadiskur útróðrarbátur, 46 føtur langur og 4,70 metrar breiður – eitt ediligt far Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit hava mist nógvar gággurúsur, sum eru endaðar uppi í akkerinum ella akkersketuni hjá russum, sigur Kristin Hansen, útróðrarmaður Mynd: Vilmund Jacobsen