Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 92 - 16. mai 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Og so hava vit tikið ein dyst í senn Jón Rói Jacobsen Meðan liðfelagarnir í AaB ballaðust og koyrdi busstúr kring Aalborg, sat Jón Rói Jacobsen heima í íbúð sínari. Klokkan átta í morgun skuldi hann nevnliga til próvtøku Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Jón Rói Jacobsen ikki var við í hópinum, sum í gjár sparkaði gullið sein­ asta pettið til Aalborg, so fegnaðist hann eins og lið­ felagarnir um stóra sigurin, sum nú var vunnin. ­ Tað var sjálvandi keði­ ligt, at eg ikki var við í hópi­ num hesaferð, men uppliv­ ingin á stadion var heilt fan­ tastiskt. Og var ein løta sum hend­ an eisini nakað, sum tú hugsaði um, tá tú fyri tveim­ um árum síðani gjørdi sátt­ mála við AaB. ­ Slettis ikki. Eg hugsaði um møguleikan at spæla í superliguni. Gullið er van­ liga nakað, sum FCK og Brøndby stríðast um, so tað var ikki hetta, sum lá fremst í huganum tá. Men hvør er so frágreið­ ingin uppá, at tit nú hava koppað øllum hinum? ­ Eg haldi, at vit hava ar­ beitt ótrúliga væl saman sum ein eind gjøgnum alt árið. Undan kappingini mistu vit tríggjar profilar, og ein afturat varð seldur í vetrarsteðginum. Men vit hava alla tíðina staðið sam­ an sum ein eind, og so hava vit tikið ein dyst í senn, sigur Jón Rói Jacobsen. Ikki í ball Í gjárkvøldið og í nátt var talan um sanna gullveitslu í Aalborg. Longu undan dyst­ inum móti Brøndby var greitt, at spælararnir skuldu busstúr kring býin, um gull­ ið kom til høldar, og sjálv­ andi varð rimmar gullveitsla eisini skipað. Men føroyski landsliðs­ spælarin í hópinum var tó ikki partur av hesari. Við síðuna av fótbóltinum gong­ ur Jón Rói eisini í skúla, og her stóð próvtøka á skránni klokkan átta í morgun. Og tí ráddi um at fyrireika seg til hesa. Ein setningur, sum tó ikki var serliga hugalig­ ur. ­ Sjálvandi vildi eg gjarna verið saman við liðfeløgun­ um og feirað gullið í kvøld. Tað er so eingin sum helst ivi um tað. Allur hópurin hevur arbeitt øgiliga hart fyri hesum, og tað er sjálv­ andi keðiligt, at eg ikki kann verða við. Men eg havi so eisini gingið í skúla alt árið, og próvtøkan er nakað, sum eg noyðist at raðfesta framum, sigur Jón Rói Jaocbsen, sum tó helst fær aðrar møguleikar til gullveitslu, nú tað enn resta tvey umfør av donsku kapp­ ingini. FM- svimjing á Rás1 Sum liður í nýggj­ um samstarvi verða svimjifinalurnar frá FM­kappingini vístar á Rás1 hjá Televarpinum Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo FM í svimjing verður um vikuskiftið. Innleið­ andi umførini verða svomin seinnapartin í morgin, og klokkan 18 byrja finalurnar. Leygar­ dag eru Innleiðandi riðl­ ar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30. Og sunnu­ dag eru innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30. Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur Svimjisambandið gjørt av at royna fram­ leiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi. Samstarvsav­ tala er gjørd við Televarp­ ið, R2­Net og Rás 2. Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl 17:45. Frásøgufólk á Rás1 verða Jón Brian Hvidt­ feldt og Rókur í Jákups­ stovu. ­ Málið er at fáa svimj­ ingina meira fram í miðl­ unum – ikki minst sjón­ varpi. Svimjing er øgi­ liga hyggjaravinarligt, og hetta er so ein roynd hjá okkum at fáa eitt størri fokus á svimjing­ ina. Og vónandi kunnu vit í framtíðini eisini senda frá øðrum svimji­ kappingum, segði Palli Ziskason, formaður í Svimjisambandinum við Rás2 í gjár. Gullveitslan byrjaði, so skjótt sum dysturin á stadion í Aalborg var av. Men hjá Jón Róa Jacobsen gekk leiðin alt fyri eitt heim til skúlatingini, sum máttu takast framum, nú próvtøka stendur á skránni Mynd: Polfoto Sat heima og las til próvtøku