fríggjadagur 16. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 • 16. mai 2008
Vikuskifti
16
Virkisbygningur – Ritivíkshálsur, Rituvík
Stórur vinnubygningur á Rituvíkshálsi. Bygningurin er í
einari hædd við innskotum dekki í parti av bygninginum,
veghæddin 893 fermetrar og innskoti dekk 587 fermetrar,
íalt gólvídd 1.480 fermetrar. Grundøkið 5.209 fermetrar.
Byggiár 2002. Høllin er vælegna til vørugoymslu, handil
og annað vinnuligt endamál, eisini er møguleiki at byggja
út upptil 3000 fermetrar. Afturat goymslurúmi er fýrrúm
og toilett. Frá veghæddini er galv. stáltrappa upp til
innskotnað dekkið. Alt uttanumsøki er javnað og asfalt
erað. Kring alt økið er uppsett stik úr galv. Stáli og stál
súlum. Bygningurin liggur sera væl fyri, lætt atkomuligur
við stórum akførum. Bygningurin er í sera góðum standi,
væntar ongar ábøtur. Ognin hevur ein trý ára leigu
sáttmála. Um hóskandi boð fæst.
Grundøki – Velbastað, Velbastaður
Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking matr. 24 ab ,
klárt at planera, avtala er gjørd um ”privata” planering
um komandi keypari ynskir at fara í gongd beinavegin.
Stykkið liggur væl fyri á blindvegi. Nýggi býlingurin
liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er ein gomul
bóndabygd, útsýnið verður púra frítt omanfyri gomlu
bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. 10. min. í bili
til Havnar. Tætt við dagstovn, skúla og busstoppstað.
Prísuppskot: kr. 800.000,00.
Raðhús – Jørundargøta 39, Hoyvík
Snøggu og hugnaligu endaraðhúsini eru í 2 hæddum –
niðara hædd uml. 80m2 – ovara uml. 60m2 – í alt uml.
140m2. Grundøkið er 303m2. Byggiár: 1999. Í niðaru hædd
er inngongd, gongd / bryggers, køkur / alrúm / borðsstova
/ stova við útgongd, millumgongd / skápsrúm, baðirúm,
kamar og sjálvstøðug inngongd og trappugongd / durur
til ovaru hædd. Í ovaru hædd er sjálvstøðug íbúð. Har er
trappupallur / køkur / stova, baðirúm og 3 kømur. Kvistur
kann byggjast á takið. Húsini standa í veðurgóðum,
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg
og hava gott útsýni. Stutt er til spælipláss, dagstovnar,
skúlar og nýggja umhvørvið við Karlamagnusarbreyt.
Um hóskandi boð fæst.
Sethús – Mýruvegur 14, Norðskála
Húsini eru í 2 hæddum – ovara hædd er 150 m2 og niðara
hæddin 150 m2 – í alt uml. 300 m2. Grundøkið er 890 m2.
Byggár: 1980. Húsini hava nýggj vindeygu , nýtt tak, og
nógv av gólvunum eru nýggj. Í erva er inngongd, durur,
hjallur, baðirúm, køkur, 2 stovur , hjúnarúm, 4 kømur og
trappuniðurgongd.. Í neðra er inngongd, gongd, fýrrúm,
vaskirúm, baðirúm og 6 rúm. Garður / urtagarður er runt
húsini og góð parkeringsviðurskifti. Niðara hæddin er
sera væl egnað til skrivstovur ella annað líknandi virksemi,
tekniskar innstalatiónir eru innlagdar. Húsini standa væl
fyri, har er gott busssamband, veðurgott, barnavinaligt ,
gott útsýni og stutt er til allar hentleikar.
Prísuppskot : 1.500.000
Sethús – Høganesvegur 23, Toftir
Húsini eru í 3 hæddum – ovasta hædd er 54 m2
miðhæddin 54 m2 og kjallarin 54 m2 íalt uml. 162 m2. Til
húsini hoyrur eisini eitt stórt úthús. Grundøkið er 890 m2.
Byggár: 1924. Í miðhæddini er durur, gongd stova, køkur,
trappuuppgongd og trappuniðurgongd. Í ovastu hædd
er baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur. Í kjallarinum er
fýrrúm/ vaskirúm og kjallararúm. Urtagarður og terassa
er niðan fyri húsini.Øll miðhæddin er renuerað og nýtt
baðirúm er á loftinum. Húsini hava nyggjan klædning og
nýggj vindeygu. Húsini standa væl fyri, og har er gott
busssamband, veðurgott, barnavinaligt og gott útsýni.
Um hóskandi boð fæst.
Sethús – Oysvíksvegur 12, 750 Viðareiði
Húsini eru í 2 hæddum samlað búvídd uml. 270 fer
metrar íroknað garasju í niðara hæddini. Grundøkið er
uml: 610 fermetrar. Byggiár: 1972. Húsini hava hava
stoypta grund, eru klødd við plastikk plátum, hava
trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er gong, køkur, stór
stova, baðirúm, hjúnarrúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er
gong, 2 kømur, goymslurúm, arbeiðsrúm, fýrrúm, hjallur
og garaga. Giring við grasplenu er kring húsini. Húsini
standa í friðarligum og natúrvøkrum umhvørvi. Húsini
verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Viðargøta 25, Argir
Nýggju, frálíka snøggu og stásiligu sethúsini eru í 2 hædd
um á 138 m2 – í alt 276 m2 – alt innrættað. Grundøkið er
500 m2. Byggiár: 2007. Einki er spart, tá ið talan er um
tilfar og dygd. Í erva er inngongd, gongd / hall / trappu
gongd, baðirúm, arbeiðsrúm / kamar við klædnarúmi,
stova við brenniovni, borðsstova / alrúm / køkur, hjallur,
grovkøkur / vaskirúm við útgongd til garagu við inngongd
og sjálvvirkandi portri. Í neðra er inngongd, gongd /
trappugongd, stova / alrúm – har klárt er at seta upp køk,
hjúnarrúm, baðirúm, kamar við klædnarúmi, goymslurúm
/ teknikkrúm, vaskirúm, fýrrúm / kjallararúm. Altanur og
garður / urtagarður er ávegis. Húsini standa í náttúru
vøkrum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg. Skúli, barnagarður og busssamband er nær
við, og nýggjur skúli og ringvegur er á veg. Framúrskarandi
panoramaútsýni er inn yvir Havnina og út á fjørðin.
Um hóskandi boð fæst
Íbuð undir Kongavarða, Tórshavn
Nú eru bert 2 eindir eftir av frálíku íbúðunum undir
Kongavarða, sum eru 102 m² til støddar. Harafturat er
felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum er í gerð, er
sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon er væntandi
liðug várið 2009. Har er trappurúm / lyfta, inngongd,
gongd / forstova / garderoba, baðirúm / vaskirúm, køkur,
borðstova / stova við útgongd til svala, hjúnarrúm við
útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í friðarligum,
náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum
tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum
parkeringsøki. Íbúðirnar eru á 4. hædd og hevur
panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin.
Afturat keypskostnaðinum skal leggjast út kr. 150.000,00
fyri mvg, ið keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið.
Prísuppskot : 1.438.710
Randarhús – Niðaragøta 58, Hoyvík
Góð randarhús í trimum hæddum á 44+44+37 í alt
samlað búvídd á uml. 125 fermetrar. Miðhæddin: durur,
gongd, trappa upp á loftið og niður í kjallarin, køkur /
spísistova / stova. Ovasta hædd: hjúnarrúm, baðirúm,
kamar og stórt rúm úti á loftinum. Niðasta hædd: gong,
tvey kømur, wc og kjallar/vaskirúm við hurð út í garðin.
Húsini liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi og hava sera gott útsýni inn á Skálafjørðin,
norður í Sundalagið og yvir Nólsoyarfjørð. Hartil er gott
busssamband oman í býin. Húsini eru sera væl hildin og í
góðum standi. Byggiár: 1998 Grundøkið er 300 fermetrar
til víddar.
Prísuppskot: kr. 2.000.000,00.
Sethús – Fútalág 36, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum – samla búvídd er uml. 250 m2.
Grundøkið er 586 m2. Byggiár: 1971. Húsini eru so við og
við dagførd og eru í besta standi. Í miðhæddini er trappu
gongd/hall, stova við útgongd til stóra terassu, borðstova
/ køkur, grovkøkur, bryggers/vaskirúm, skapsrúm, hjallur
við útgongd til snóratræ, millumgongd, baðirúm og
hjúnarrúm. Í ovastu hædd er trappupallur, stova / alrúm,
hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm. Í niðastu hædd er inn
gongd, gongd / trappa / hall, fýrrúm / kjallararúm við egn
ari inngongd og goymslurúm. Hartil er bilskúrur og góð
parkeringsviðurskifti. Húsini standa sera væl fyri mitt í
Havn í veðurgóðum, friðarligum, náttúruvøkrum og
barnavinarligum umhvørvi og hava góðan sólargang og
sera gott útsýni yvir allan fjørðin. Húsini verða seld, um
hóskandi boð fæst.
Grundøki – Havragerði 4, Tórshavn
Stórt grundøkið, stødd 531 fermetrar. Stykkið er sera
slætt og lætt at slætta og planera, og annars klárt at
byggja á. Liggur á blindvegi, beint við handil, dagstovn
og skúla. Skjótt til gongu heim í býin.
Um hóskandi boð fæst.
Summarhús – Stykkið, á Stykkinum
Hugnaligu summarhúsini eru í 1 hædd – sum er umleið
62 m2 . Grundøkið er umleið 1640 m2. Byggár: 1974. Tey
eru soleiðis inrættaði : Durur, gongd, goymslurúm/
vaskirúm/fýrrúm, 2 kømur, stova, køkur og baðirúm.
Húsini eru í sera góðum standi, hava nýggj gólv, nýtt
baðirúm , nýggjan ketil og oljufýr Tað er stór terassa runt
húsini. Tey standa sera væl fyri, í friðaligum umhvørvi og
hava panoramaútsýni.
Um hóskandi boð fæst.
Sethús Haraldstrøð 12, Tórshavn
Stór væl bygd sethús við garajsu mitt í Havnini, 10 min.
heim á Vaglið. Húsini eru í tveimum hæddum, hvør hædd
in uml.150 fermetrar í alt samlað búvídd á uml. 300
fermetrar. Byggiár 1968, umvæld 1986. Veghæddini: dur
ur, gong / trappa til kjallara, køkur, spísustova, sjónvarps
stova og stova, hjúnarrúmvið klædnarrúm og baðirúm
við brúsu. Kjallarahæddin: sjálvstøðug íbúð við egnari
inngong: durur, gong, køkur, stova, trý kømur, baðirúm
við brúsu, trappa upp til veghædd, vaskirúm/kjallararúm
við oljufýr. Garagan er innrættað við hjalli og goymslurúm.
Húsini liggja sera væl fyri á einum friðarligum blindum
vegi, uttast á tromini, við sera góðum útsýni yvir Havnina.
Hugnaligur utagaður við runnum og giring kring húsini.
Byggiár: 1968 Grundøkið er 400 fermetrar til víddar.
Prísuppskot: kr. 2.800.000,00.
Sethús – Eystari Ringvegur 3, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum – ovara hædd er 124 m2 og niðara
73 – í alt uml. 197 m2. Grundøkið er 889 m2. Byggár: 1966.
Í erva er inngongd, durur, hall, baðirúm, køkur, borðstova,
stova, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við egnari útgongd,
hjallur, millumgongd og 3 kømur. Í neðra er inngongd,
gongd, 3 goymslu og kjallararúm, ið lættliga kunnu
innrættast til íbúð. Garður / urtagarður er runt húsini og
4 – 6 bilar kunnu standa í túninum. Húsini standa nær
býnum í sera náttúruvøkrum umráði út til friðað øki, og
har er gott busssamband, veðurgott, barnavinaligt og
gott útsýni.
Prísuppskot : 2.300.000,00
Sethús – á Signabø 30, Signabøur
Snotuligu húsini eru í 3 hæddum., sum hvør er 85 m2
samlað búvídd 255 m2. Í ovastu hædd er hjúnarkamar,
2 kømur, baðirúm og útiloft. Í miðhæddini er durur,
gongd, wc, køkur, bryggers og stova. Í niðastu hædd er
fýrrúm/kjallararúm, kamar, hobbyrúm, wc og trappurúm.
Húsini eru úr timbri, grundin er úr betongelementum
við 100mm bjálving og tekjan aluminium. Húsini liggja
í barnavinarligum umhvørvið og sparkivøllur er tætt við.
Bussambandið er sera gott, tað tekur 20 min til Havnar.
Og tað tekur bert fáar min til barnagarð, dagrøkt, skúla,
skótahús, svimjihøll, handlar o.a
Um hóskandi boð fæst.
Grundøki í Vesturbýnum
Stórt grundøkið í Vesturbýnum, 648 fermetrar til víddar.
Stykki er sera slætt og liggur friðaligt og frítt fyri, nakað av
útsýni. Grundøkið liggur beint við dagstovn og komandi
skúladepil við Marknagilsvegin. Skjótt heim í miðbýin.
Um hóskandi boð fæst.