Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 92 - 16. mai 2008 ] Landsliðsspælari fekk hitaslag Ein av spælarunum á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti fekk hitaslag undir altjóða dysti í Luksemborg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var dramatikkur í luftini, tá ein av spælarunum á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti gjørdist illa fyri undir dysti í altjóða kapping í Luksemborg leygardagin. Føroyar spældu ímóti Kasakstan, og hitin var omanfyri 20 hitastig. Á heimasíðuni hjá FSF greiðir føroyski landsliðs­ venjarin soleiðis frá tilburðinum: ­ Tað var beint fyri hálvleik, at vit løgdu til merkis, at alt ruggaði ikki rætt hjá Rakul Magnussen, sum spældi í føroysku verjuni. Vit róptu hana út á síðulinj­ una, og tá kundu vit staðfesta, at hon var ógvuliga heit, og at kroppurin ikki reageraði, sum hann skuldi. ­ Vit vóru skjótt greið yvir, at talan var um hitaslag. Fysioterapeuturin hjá okkum, Maria Vang Justinussen, fór beinanvegin undir at køla leikaran niður, og annar málverjin hjá okkum, Anna Kristina Joensen, var ein stór hjálp. Hon er júst liðugt útbúgvin sum sjúkra­ røktarfrøðingur, og visti akkurát hvussu og hvat hon skuldi gera. Hon var ógvuliga cool í løtuni, sum var eitt sindur dramatisk. Tað vóru eisini fyrstuhjálparar á stadion, ið góvu okkum ógvuliga professionella hjálp, sigur Álvur Hansen. Landsliðsvenjarin greiðir frá, at tað var bara ta einu løtuna, at eitt sindur av panikki var á føroyska beinki­ num. Rakul kom skjótt fyri seg aftur, og tað var skjótt staðfest, at ikki var neyðugt at fara á sjúkrahús við henni. ­ Hendingin hevur lært okkum, at vit skulu vera ansin við at drekka nóg mikið av vatni, og ikki vera meira enn neyðugt í sólini, sigur Álvur Hansen, lands­ liðsvenjari. Tey í føroysku leguni fingu ein skelk, tá Rakul Magnussen mátti berast av vøllinum, men tíbetur kom hon skjótt fyri seg aftur Mynd: www.fsf.fo B36-málmaður brotið beinið Heimasíðan hjá B36 skrivar, at eykamálmaðurin á Formulaliðnum, Jóan Pauli Jakobsen, breyt beinið í unglingadysti á Argjum mikukvøldið. ­ Hann brast saman við einum AB­leikara, og beinanvegin sást, at okkurt álvarsligt var á vási. Hann varð alt fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, og har varð í kvøld staðfest, at skinnabeinið er illa brotið. Jóan Pauli varð í gjár lagdur undir skurð, og roknast kann ikki við, at hann verður at síggja á vøllinum aftur í ár, skrivar heimasíðan hjá B36. Tríggir landsliðsspælarar flyta niður Í gjárkvøldið varð endaliga staðfest, at feløgini hjá trimum føroyskum landsliðsspælarum, sum hetta kappingarárið hava spælt í superliguni, ikki fara at spæla í fremstu røð næsta ár. Undan triði síðsta umfarinum var greitt, at Lyngby og Tem Hansen og Christian Lamhauge Holst fóru at flyta niður. Teir vóru báðir millum teir fyrstu ellivu í málleysu grannauppgerðini í Farum ímóti FCN. Súni Olsen var ikki á Viborg liðnum, sum tapti 3­0 í Parkini ímóti FCK. Í gjárkvøldið eydnaðist tað felagnum hjá Jón Róa Jacobsen við 2-0 heimasigri á Brøndby og frammanfyri stúgvandi fullum stadion at tryggja sær DM heitið Fótbóltur Jákup Mørk Jóannes Hansen Fótbóltslagið var í topp á stúgvandi fulla Aalborg stadion í gjárkvøldið, tá ið tryggjaði sær DM í fótbólti fyri triðju ferð. DM heitið varð tryggjað við 2­0 sigri á Brøndby. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Hetta er triðja ferðin, at AaB er danskur meistari. Hinar ferðirnar vóru í 1995 og í 1999. Jón Rói Jacobsen er ein av AaB spælarunum, men føroyski landsliðsspælarin var ikki í AaB hópinum í kvøld. Súni Olsen eigur eisini ein part í DM heitinum. Fram til ársskiftið var hann ein av AaB spælarunum. Í vár hevur hann spælt við Viborg. Svenski AaB venjarin Erik Hamrén fer eftir kappingarlok um eina stóra viku til Noregs, har hann skal venja sigursvanda meistaraliðið Rosenborg, sum er í svárari kreppu. Undan kappingarbyrjan í juli í fjør varð tað ikki roknað við, at AaB hevði møguleikar at gerast meistari. Stóri favoritturin var FCK, men stórfelagið í Keypmannahavn hevur verið stórt vónbrot. Í gjárkvøldið vóru liðfelagarnir hjá Jón Róa busstúr í miðbýnum í Aalborg, har stór fjøld, sum tað ikki var pláss fyri á stadion, á stórskíggjum hevði fylgt við dystinum ímóti Brøndby. Jón Rói Jacobsen er triði føroyingurin, sum hevur roynt at vinna danska meistaraskapin í fótbólti. Hinir báðir eru Jákup Mikkelsen, KÍ málverjin, sum var við til at vinna DM heitið til Herfølge í 2000, og Todi Jónsson sum síðani var við til at vinna DM við FCK. Meðan B36 bara bíðar eftir Inga Højsted, sum er farin at venja aftur, so hevur KÍ seinastu vikuna verið rættuliga skaðaplágað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seks umfør í landskapping­ ini og báðar hálvfinalurnar í steypakappingini. Tað er tað, sum B36 hevur verið partur av í Gundadali hesar seinastu vikurnar, uttan at teir í árstalsfelagnum hava verið aðra staðni enn í høv­ uðsstaðnum. Tað hevur gingið sum eft­ ir ánni. Krúnan á verkinum higartil var, tá ið árstalsfe­ lagið 2. Hvítusunnudag vann á grannunum og tryggj­ aði sær rættin at spæla steypafinalu ímóti EB/ Streymi. Og nú skal B36 vísa fyri sær sjálvum og øðrum, at tað eisini ber til at vinna úrtøku á útivølli. Avbjóðingin verður í Klaks­ vík, har heimaliðið ikki hev­ ur verið serliga sannførandi higartil í ár. Í fjør var B36 tvær ferðir í Klaksvík. Báðu ferðirnar var úrslitið 1­1. Meinhard Joensen, sum undanfarnu árini hevur vart KÍ málið, fer sunnudagin at verja B36 málið ímóti KÍ í Klaksvík, og Jákup Mikkel­ sen, sum seinastu árini hev­ ur vart B36 málið, fer sunnudagin at verja KÍ mál­ ið ímót B36. Hjá B36 eru allir teir tøkir, sum seinastu vikurnar hava verið við til at manna liðið. Ingi Højsted er farin av venja aftur, men miðvall­ arin verður neyvan tøkur í Klaksvík. Eykamálverjin, Jóan Pauli Jakobsen, breyt beinið í unglingadysti í vik­ uni, og tað fara at ganga nógvar vikur og fleiri mán­ aðir, áðrenn hann aftur verð­ ur førur fyri at spæla fót­ bólt. Hjá KÍ varð málverjin, Jákup Mikkelsen, vødda­ skaddur í síðstu løtu, tá ið KÍ á Toftum spældi 1­1. Men nú er Jákup aftur førur fyri at spæla. Vánirnar fyri at Símun Joensen fer at spæla eru ikki góðar. Sím­ un, sum seinastu ferðirnar hevur verið vongverji í vinstru, er plágaður av skaða í hælsinuni. Hann hevur ikki vant seinastu vik­ una, og tað sær einki út upp undir vikuskiftið. Harley Bertholdsen er ein møgu­ leiki á vinstra vongverja. Ein annar møguleiki er Sig­ mund Jacobsen, sum breyt beinið í fjør. Hann hevur spælt á næstbesta liðnum higartil í ár. Kristian á Lakjuni hevur trupulleikar við fótliðnum. Á plusssíðuni verður Ove Nysted við aftur, eftir at hann hevur verið uttanfyri tær seinastu ferðirnar, og tað verður roknað við, at Bjarni Jørgensen aftur fer at venja í næstu viku. Hann hevur verið burturi síðsta stóra mánaðin við brotnum handliði. KÍ-B36: Nú fer B36 úr høvuðsstaðnum AaB er danskur meistari Fagnaðurin var ovurstórur, tá tað var greitt, at AaB hevði vunnið danska meistaraheitið