fríggjadagur 16. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 92 - 16. mai 2008
Eitt ø er ikki bara eitt ø
– marknaðarfólk til Føroya Banka
Føroya Banki er ein ógvuliga væl grund aður
og gjøgnumførdur banki á øllum økjum. Tak
til dømis bók stavin ø í navni okkara. Ikki bara
eitt ø, men ein væl umhugsað føroysk finessa,
rótfest og før leika fest eins og Føroya Banki.
Soleiðis eru vit, og hevur tú hug at gerast ein
partur av starvsliði bankans, bjóða vit tær
starv á marknaðardeild okkara.
Starvið
Sum marknaðarfólk í Føroya Banka arbeiðir tú verk-
ætlanargrundað og ert við í toyminum, sum røkir nýggja
og unga brand okkara, ið varð ment til samleikaskiftið í
2007. Tú fært bestu umstøður at hvessa tíni evni, eins og tú
fært rúm og frið at skipa tínar arbeiðsuppgávur, so at tær
hóska til títt arbeiðs- og sinnalag. Tín meginábyrgd verður
at marknaðarføra vinnu- og íløguøki bankans og at skipa
innanhýsis samskifti okkara. Í hesum seinna er møguleiki at
leggja til rættis eina nýggja innanhýsis samskiftisætlan.
Tú
Tú arbeiðir við eldhuga, dugnasemi og framsøkni, eins og
bankin. Tú hevur persónliga slagkraft, sigur tína meining og
heldur høvdið kalt, tá ið á leikar. Tú samstarvar væl og dugir
at fremja ásett mál saman við tínum starvsfeløgum.
Harumframt hevur tú sjálvandi útbúgving ella royndir í
marknaðarføring/samskifti, eins og tað er fyrimunur at
hava royndir við verkætlanarleiðslu ella samskipan. Tú
hevur góðan førleika at skriva bæði føroyskt og enskt.
Føroya Banki og marknaðardeildin
Sum fyrsti børsskrásetti banki í Føroyum er Føroya Banki eitt
nýmótans arbeiðspláss, ið virkar eftir altjóða virkis háttum.
Mark naðardeildin, sum verður tín deild, hevur ábyrgd
av samskifti og marknaðarføring bankans. Av spennandi
upp gávum, sum deildin hevur staðið fyri, kunnu nevnast
100-ára hald bankans og samleikaskiftið í 2007. Á mark n-
aðar deildini starvast í løtuni fimm fólk.
Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær
til Poulu M. Kass, leiðara fyri marknaðardeildini, á tel 330
464 ella á pmk@foroya.fo.
Skrivlig umsókn saman við avriti av CV og prógvum skal
sendast til: starvsfolk@foroya.fo ella til P/F Føroya Banki,
Att: Bjarki Mohr, Húsagøta 3, FO-100 Tórshavn og vera
okkum í hendi í seinasta lagi 13. juni.
Kundi tú hugsað tær lærupláss
í einari fyritøku, har nógv er
at gera, og har tú ert partur
av einum starvsfólkatoymi,
ið støðugt strembar eftir at
mennast og gerast betri?
Vit leita eftir tveimum ágrýtnum
og dugnaligum næmingum at
byrja 1. august 2008 ella eftir
avtalu. Einum til bókhaldið og
einum til innkeypið.
Førleikakrøv
Tú hevur lokið studentsprógv,
HF, HH ella líknandi. Um tú tekur
prógv í summar, ert tú eisini
vælkomin at søkja.
Vit bjóða
Eitt spennandi og mennandi
lærupláss í einum umhvørvi, har
tað snýr seg um at veita eina
góða tænastu.
Eru spurningar, ber til at ringja til
Óla Reinert, telefon 311161.
Send tína umsókn við prógvum
og viðmælum í seinasta lagi 7.
juni 2008 til:
P/F Poul Hansen
Postsmoga 3016
FO-110 Tórshavn
Merk brævbjálvan:
”Næmingur”
Næmingar
- ein til bókhaldið og ein til innkeypið
P/f Poul Hansen Heilsøla
P/f Poul Hansen er størsta heilsøla í Føroyum.
Umleið 100 fólk starvast í samtakinum, sum varð
stovnað í 1927. P/f Poul Hansen umboðar sterk og
dygdargóð vørumerki, og umleið 6500 ymisk sløg
eru í vøruskránni.
sansir.fo
Bátar til einhvønn tørv
Vælkomin at ringja 219450 ella
senda ein t-post til hpe@kallnet.fo
SP/F RÚNAR
Túnagøta 1 · 600 Saltangará
tlf. 219450 · fax 449191 · hpe@kallnet.fo
m.a. hendan Antioche 700
7,00 x 2,75 m v/120 hk. Volvo
Báturin er á goymslu
Vælkomin at geva boð.