fríggjadagur 16. mai 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 16. mai 2008
23
tíðindi
Fuglafjarðar komm
una ætlar at lætta
um viðgerðina av
øllum teimum mongu
umsóknunum um
stuðul, sum Ment
anarnevndin fær
millum ár og dag
frá feløgum, einstak
lingum og felags
skapum
Kommunur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: - Nú hava
vit endiliga fingið eitt am-
boð til at viðgera allar hesar
mongu umsóknirnar, verður
sagt úr kommununi.
Eins og so mangar aðrar
føroyskar kommunur, fær
tann í Fuglafirði eisini ein
hóp av umsóknum um stuð-
ul til mong ymisk góð og
viðkomandi endamál.
Trupulleikin hevur bert
verið, at ein hevur ikki havt
nakra mannagongd á hesum
øki.
Ella sum nevndin sjálvur
tekur til: - Einasta stavnhald
hjá nýggjum nevndum er
møgulig siðvenja frá undan-
farnum nevndum.
- Og hetta hevur ikki ver-
ið mett nøktandi, sigur
Mentanarnevndin í Fugla-
firði.
Á fundi í mars mánaði
viðgjørdi nevndin eitt upp-
skot til nýggjan stuðuls-
politikk, og á býráðsfundi í
farna mánaði varð henda
reglugerðin samtykt.
- Endamálið er at skipa
arbeiðið við stuðli, soleiðis
at tað verður lættari at um-
sita, samstundis sum sann-
líkindini fyri at býta pen-
ingin skilagott og rættvíst
gerst størri, verður sagt.
Stuðulspolitikkurin
hjá
Fuglafjarðar kommunu er í
roynd og veru býttur í trý
endamál.
Í fyrsta lagi er endamálið
at lýsa til hvønn ið stuðulin
verður veittur; í øðrum lagi
at greiða frá, hvussu stuðlað
verður, og í triðja lagi at
greiða frá hvør tekur avgerð
um at stuðla.
Reglugerðin sigur greitt
til hvønn hesin stuðulin
kann verða latin og innan
hvørji øki.
Hvítusunnudag var
hátíðarløta í Eiðis
skúla, tá vinnararnir
av tveimum kapping
um vórðu avdúkaðir.
Nú hevur skúlin
í bygdini fingið
búmerki og barna
garðurin navn
Kommunur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Eiði: - Vit eru sera bilsin av
stóru undirtøkuni, sigur
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri á Eiði.
Tað var við spenningi, at
Eiðis kommuna skrivaði út
kapping um búmerki til
skúlan og navn til nýggja
barnagarðin,
sum
skal
takast í nýtslu seinni í
summar.
Tá freistin at senda upp-
skotini inn vóru ikki færri
enn 109 uppskot komin
til navnakappingina og 23
til kappingina um búmerk-
ið.
Hesi eru øll síðani við-
gjørd í serligari dómsnevnd,
og nú var stundin komin at
avdúka hvør átti vinnandi
uppskotini.
Dómsnevndin kom fram
til, at Øssur Egilstrøð gjørd-
ist vinnari av navnakapp-
ingini
við
heiti
sínum
”Korndalsgarður”. Hetta er
í sama lagi sum eldrasam-
býlið í nánd av barnagarð-
inum og sum kallast Korn-
dalsbýlið.
Hesin sami Øssur Egils-
trøð hevði eisini gjørt upp-
skot um búmerki til skúlan.
Hansara uppskot gjørdist
nr. 2, meðan tað hjá Magn-
usi Magnussen varð kosið
sum tað besta.
Hugnalig løta
Kappingin um navn til
barnagarðin og búmerki til
skúlan endaði 6. mars, tá
uppskotini
skuldu
vera
inni.
Síðani tá hevur ein dóms-
nevnd viðgjørt øll hesi
mongu
uppskotini,
og
gjørdi tilmæli til bygdaráðið
sum tók støðu til hetta á
seinasta fundi sínum.
Sum skilst hava fólk verið
sera fantasifull at finna uppá
bæði nøvn og búmerki.
Í dómsnevndini fyri bú-
merki til skúlan sótu Hanna
Andreasen, Tom Joensen
og Tordur Niclasen, meðan
Hans Erland í Brekkunum,
Tom Joensen og Tordur
Niclasen sótu í nevndini
sum viðgjørdi navn til
barnagarðin.
Tá nøvnini vórðu avdúkað
varð nógv gjørt burturúr í
skúlanum. Her vóru bæði
tónleikur, røður og felags-
sangur, eins og ein góður
drekkamunnu til børn og
vaksin.
- Tað var eisini sera huga-
ligt, at nógv fólk møttu til
hetta tiltakið, sigur borgar-
stjórin á Eiði.
Navn títt er … Korndalsgarður
Skil fáast á stuðulin
Vinnarar av
kappingunum
Inn komu 109 uppskot
um navn og 23 um
búmerki.
Vinnarar um navn til
barnagarðin gjørdust:
1. Øssur Egilstrøð við
navninum ”Korn
dalsgarður”
2. Anna Sofía Kristian
sen við navninum
”Sóljugarður”
3. Svenning av Lofti við
navninum ”Hólma
garður”
Vinnarar av búmerkja
kappingini gjørdust:
1. Magnus Magnussen
2. Øssur Egilstrøð
3. Norma K. Egholm
Væl nøgdir vinnarar og umboð fyri kommununa - vinstrumegin Tom Joensen, bygdaráðslimur; Birgit av Lofti (umboðaði
mannin, Svenning av Lofti); Magnus Magnussen vinnari av búmerkjakappingini; Norma K. Egholm; Øssur Egilstrøð, vinnari í
búmerkjakappingini; Anna Sofía Kristiansen og Tordur Niclasen, borgastjóri
Mynd: eidi.fo
Eiðis skúli hevur nú fingið
nýtt búmerki
Fuglafjørður hevur fingið eitt amboð at stýra stuðulspolitikki sínum
Stuðul frá
kommununi
Nýggja reglugerðin hjá
Fuglafjarðar
kommunu vísir, til
hvønn ein kann lata
stuðul. Serligar
orðingar eru til hvørt
av hesum punktum.
Stuðul kann latast til
fylgjandi virksemi:
ítrótt, sang og tónleik,
sjónleik, list,
áhugafeløg og
trúarbólkar, bóka- og
fløguútgávur,
blaðútgávur og
talgildar útgávur og
uttanlandsferðir hjá
skúlaflokkum og
einstaklingum.
Kirkjugarður vígdur
Í góðveðrinum fríggjadagin varð ein partur av
kirkjugarðinum í Klaksvík vígdur. Talan er um eitt øki
har pláss verður fyri 220 gravplassum. Vígslan fór fram
eftir eina jarðarferð, og vóru tað rættuliga nógv fólk sum
valdu at verða við til vígsluna.
Arbeiða í tunli
Hóast teir eru komnir væl á leið, er enn nakað av
arbeiði eftir at gera í tunlinum. Av Landsverki verður
upplýst at restina av hesum mánaðinum verður arbeitt
millum kl. 24 og 6. Fyri at lætta um hjá bilførarum
verður ferðslan leidd ígjøgnum við ljósregulering hesar
tímarnar.