fríggjadagur 16. mai 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 92 - 16. mai 2008
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
– Tað er ongin umbering, at
tú sjálvur vart misnýttur
sum barn. Tú hevur eina for
bannaða skyldu til at skilja,
at tað er skeivt at hava sex
við børnum. Tí hevur tú
ábyrgdina fyri at steðga tær
sjálvum og at søkja tær pro
fessionella hjálp.
Hvøssu orðini eigur Jam
es Olsen, tónleikari og út
varpsvertur, sum er full
komiliga eirindaleysur, tá
tað snýr seg um vaksin,
sum misbrúka børn kyns
liga. Men James hevur eis
ini orsøk til at vera beiskur.
Tí stóran part av lívinum
hevur hann borið ein loyni
dóm og skammað seg um
eina hending, honum var
fyri sum barn. Men nú allar
Føroyar hava vitað tað í
nakrar vikur, hevur hann
valt at standa alment fram
við einum greiðum boð
skapi.
Hol kom á
Tað eru ongi mørk fyri,
hvørji evni koma undir lupp
in, tá teir báðir útvarpsvert
irnir James Olsen og Eyð
finn Drewsen seta seg við
mikrofonina til enn eina
morgunsending á Rás 2.
Oftast er innihaldið lættligt
smátos og láturkrampar.
Aðrar dagar grópa teir álv
arsamari evni fram. Millum
annað var kynslig misnýtsla
av børnum til umrøðu her
fyri, og vóru umboð fyri
kristiliga
felagsskapin
KRIS og fótbóltsfelagið
B36 gestir í studio – tvey
feløg, sum hava gjørt vart
við seg í stríðnum ímóti
kynsligari
misnýtslu
av
børnum. Beint áðrenn send
ingin feytaði út hendan hós
morgunin, kunngjørdi Jam
es, at hann sjálvur varð
neyðtikin sum smádrongur.
Tíðin steðgaði, og óhugna
liga útsøgnin varð hangandi
í luftini uttan nakra frágreið
ing. Sendingin endaði, og
lurtarin stóð spyrjandi eftir,
tí hvat var hatta, sum James
segði?
Hóast hendingin hevur
verið ein duldur partur av
fortíðini hjá tí annars so
kenda James Olsen, so hev
ur hann onki ímóti at for
telja um hana. Tí, sum hann
sigur: Um tað kann fyri
byrgja, at onnur børn koma
at dragast við loynidómar
og skuldarkenslu, so er
málið rokkið.
Lokkaður av manni
Tá James var 10 ára gamal,
varð hann lokkaður av ein
um eldri havnarmanni, sum
nú er deyður. Maðurin lov
aði honum 100 krónur fyri
at koma heim við sær. Jam
es hevði tá ongantíð hoyrt
um barnalokkarar og var
fullkomiliga óvitandi um
kynslív og tað, sum privat
er. Og nógvu pengarnir
vóru sjálvandi freistandi.
So lítli James fór heim við
manninum.
James hevur sín egna
máta at siga tingini uppá.
Men hóast hann er kendur
fyri at síggja tað stuttliga í
øllum, er hetta onki stuttligt
at tosa um – bara neyðugt,
sum hann sigur.
Tann dagin fann eg útav,
at eg í øllum førum ikki eri
bøssi, tí haltkjaft, sum eg
fekk ilt! Eg var slett ikki
kynsliga tilvitaður, so eg
skilti yvirhøvur ikki, hví eg
skuldi nerta við murtin hjá
manninum,
sigur
hann,
meðan hann minnist aftur á
lagnudagin, tá hendingin
fór fram.
Eg visti nokk innast
inni, at hetta var ikki rætt.
Men ikki fyrr enn maðurin
royndi at neyðtaka meg,
fann eg útav, at hetta var
heilt galið, sigur hann. Og
James, sum er kendur fyri
at siga tingini beint fram,
leggur afturat:
Tað er virkuliga vemmi
ligt at fáa ein pissiling í
reyvina, tá man bara er eitt
lítið barn. Eg skríggjaði og
gjørdi mótstøðu, til eg slapp
undan manninum. Tá eg lov
aði honum at koma aftur
við einum vinmanni dagin
eftir, slapp eg út aftur úr
húsinum.
Hóast hetta bleiv fyrsta
og tíbetur eisini síðsta upp
livingin av slíkum slag,
sum James upplivdi, so
forðaði skommin honum í
at fortelja øðrum um hend
ingina.
Eg vildi ikki vera fyri
skommum. Í dag eru vit so
upplýst, og tí veit eg eisini,
at eitthvørt offur hevur
skuldarkenslu. Men eg havi
kortini drigist við hesa
kensluna líka síðan, stað
festir James.
Forskrúvað samfelag
Tað eru fleiri orsøkir til, at
James hevur valt at koma
fram við søguni um kyns
ligu misnýtsluna. Millum
annað fyri at minna okkum
á, hvussu týðandi tað er at
upplýsa børn um barnalokk
arar, og fyri at heita á fólk,
sum hava hug á børnum,
um at søkja sær professi
onella hjálp.
Í dag vita allir føroy
ingar, at vit eiga at gera alt
fyri at fyribyrgja kynsligari
misnýtslu av børnum og at
tryggja teimum eitt gott og
trygt lív, sigur James, sum
sjálvandi fegnast um drúgva
orðaskiftið um pedofili,
sum hevur verið í miðlunum
síðstu tíðina.
Vit noyðast at koma hes
um tabuinum til lívs. Pedo
filar skulu ikki kenna seg
tryggar, bara tí teir kanska
sjálvir hava verið misnýttir
sum børn, ella tí vit bara
eru eitt lítið forskrúvað sam
felag. Tí teir pedofilu vita
eisini fullvæl, at tað er ikki
rætt at hava sex við børnum,
at teir hava ábyrgdina, tá ið
tað hendir, og at tað hevur
óbótaligar avleiðingar fyri
børnini, sigur James. Hann
vísir á, at teir, (oftast er
talan um mannfólk), sum
hava hendan tørvin vita, at
tað er moralskt skeivt. Tí
skulu teir eisini viðganga,
at teir eru sjúkir, og hava
tørv á hjálp.
Seek help man, sum
James sigur.
Fingrarnar
vekk frá
smábørnum
Tá James Olsen var 10 ára gamal, varð hann
lokkaður av einum manni, sum misnýtti
hann kynsliga. Nú stendur hann fram fyri at
ávara foreldur og børn ímóti pedofilum og
fyri at heita á tey pedofilu um at søkja sær
professionella hjálp