fríggjadagur 16. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 92 - 16. mai 2008
Hatta er privat
Stendur tað til James, skulu
vit ávara børnini um pedo
filar longu í barnagarðs
aldrinum.
Tað er meðan børnini
eru smá, at hesir fanarnir
pilka við tey. Tí skulu tey
vita, at tað er skeivt, og at
tey skulu siga onkrum vaks
num frá, um tey uppliva
sovorit, sigur hann.
James hevur sjálvur gjørt
sær nakrar tankar um,
hvussu vit kunnu upplýsa
børnunum. Meðan hann
teknar eitt pinnafólk á eitt
pappír, forklárar hann:
Sex og porno er alla
staðni. Vit síggja tað á inter
netinum, á fartelefonini, í
kjattum og bløðum, í sjón
varpi og so framvegis. Tí
noyðast vit eisini at seta orð
á, og at upplýsa børnini um,
hvar markið gongur, sigur
James, og teknar ein ring
rundanum undirkroppin á
pinnamanninum,
meðan
hann avgjørdur peikar inní
við penninum:
Vit kunnu tekna eitt fólk
fyri barninum og stutt og
greitt forklára, at her sum
ringurin er, hevur ongin
fremmandur loyvi til at
nerta við teg, sigur hann.
Tónleikurin er
bjargingin
Spurdur, hvussu hendingin
hevur ávirkað hann, svarar
James, at saman við upp
vøkstrinum í einum kær
leiksleysum heimi, hevur
hetta verið við til at rúgva
nógvar aggressiónir upp
innan í honum.
Men eg havi dugað at
fáa kenslurnar út á ein posi
tivan hátt gjøgnum tónleik
in. Onkuntíð havi eg undrast
á, at eg ikki eri vorðin antin
harðskapsmaður ella óttast
at eg fór at vera pedofilur,
tí man hoyrir ofta, at so
vorðnar upplivingar ganga
aftur, sigur James. Hann fór
enntá so langt sum at søkja
starv í einum barnagarði
fyri at kanna, um hann á
nakran hátt kundi funnið
upp á at nortið eitt barn.
Men tíbetur var hesin óttin
ógrundaður.
Tað virkar kanska sum
um at eg altíð eri glaður og
eydnuríkur, tí eg skemti
nógv og royni at taka lætt
upp á tingini. Men fólk
skulu heldur ikki misskilja,
at vit øll spæla ymiskar leik
lutir í lívinum. Mín leiklutur
”on the road” er at vera
positivur og humoristiskur,
sigur hann, og leggur aftur
at, at privat er hann ein
róligur og rættiliga magilig
ur maður, sum hevur havt
sínar upp og niðurtúrar í
lívinum.
Uppvøksturin, harðskap
urin og kynsliga misnýtslan
hava gjørt, at eg til tíðir
havi gingið við sjálvmorðs
tankum. Eg kundi eisini
endað sum alkaholikari ella
úti hjá Árna. Men eg eri
altíð sloppin av við aggressi
ónirnar gjøgnum tónleikin,
sum avgjørt hevur verið
mín bjarging, sigur James,
sum hevur lært seg at góð
taka lagnuna, sum hon lag
aði seg hjá honum.
Hetta er ein partur av
mínum lívi – eitt súrt epli,
sum eg einaferð beit í. Tað
má eg bara góðtaka og
brúka til nakað positivt,
sigur James at enda.
– Vit noyðast at koma hesum tabuinum
til lívs. Pedofilar skulu ikki kenna seg
tryggjar, bara tí teir kanska sjálvir hava
verið misnýttir sum børn, ella tí vit bara
eru eitt lítið forskrúvað samfelag, sigur
James Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang