fríggjadagur 16. mai 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 16. mai 2008
31
Partabrøv
í Smyril Line
Vegna kunda verða partabrøv í P/F Smyril Line, áljóðandi
3.000.000 kr., við hesum lýst til sølu. Selt verður til
hægstbjóðandi, tó treytað av nøktandi boði.
Boð skulu vera okkum í hendi innan 20. mai 2008.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Føroya Banki
Corporate Finance
Húsagøta 3
100 Tórshavn
Tlf. 330 330
fbkcf@foroya.fo
www.foroya.fo
Heðin Mortensen, ÍSF forseti,
leggur frá sær, eftir at hava verið ÍSF forseti í 28 ár,
og er hetta longsta skeiðið, ein ÍSF forseti hevur sitið.
gg
Í
gg
Ítróttasamband Føroya bjóðar í hesum sambandi til
almenna móttøku í Norðurlandahúsinum
fríggjadagin 23. mai 2008 frá klokkan 15:00 til 18:00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
- ítróttafólk, feløg, fyritøkur, stovnar, vinir og kenningar -
Móttøka
í Norðurlandahúsinum
Skrá:
kl. 15:00 Vælkoma og tónleikur við Bjarna Lisberg
kl. 15:45 Dansur við Xfl ex
kl. 16:00 Ítróttaverji, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fl ytir fram røðu
kl. 16:10 Varaforseti í ÍSF, Petur Elias Petersen, fl ytir fram røðu
kl. 16:20 Forseti í FSF, Høgni í Stórustovu, fl ytir fram røðu
kl. 16:30 Estetiskur fi mleikur, gentur A, HF
kl. 16:35 Tónleikur og sangur, Uni Arge
kl. 16:45 Orðið frítt
kl. 17:30 Tónleikur og sangur
kl. 18:00 Liðugt
Ítróttasamband Føroya
Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo | www.shell.fo
1. Ansa eftir hitanum
Tað nýtist ikki at vera heitari enn 21 stig í rúminum,
har tú ofta heldur til. Fyri hvørt hitastig, tað verður
kaldari inni, sparir tú um fimm prosent. Skrúva hitan
eitt sindur niður, tá tú ert úti og um náttina – tó ikki
meira enn fýra stig, tí annars verður ov dýrt at hita
uppaftur.
2. Spar heita vatnið
Tað er kostnaðarmikið at hita vatn. Far t.d. undir
brúsuna í staðin fyri í baðikarið. Eitt baðikar tekur
umleið 180 litrar, og ein brúsa nýtir á leið 10 litrar
um minuttin.
3. Skrúva hitan fyri undir útlufting
Lufta heldur stutt út nakrar ferðir um dagin, í
staðin fyri at hava vindeyguni opin allan dagin.
Minst til at skrúva termostatarnar fyri, tí annars seta
termostatarnir hitan upp beinanvegin. Hav annars
vindeygu og hurðar afturlatin.
4. Bjálva húsini væl
Stórur orkumissur er í illa bjálvaðum húsum. Bjálving
er ein íløga, sum verður gjørd eina ferð. Íløgan er
skjót at vinna aftur, og ein varandi sparing. Bjálva
loft, kjallara, veggir vatntanga og rør, og tað hevur
við sær minni orkunýtslu. Minst eisini til tetta fugur
runt hurðar og vindeygu, tí trekkur elvir til stóra
meirnýtslu.
5. Kanna vindeygu og rútar
Vindeygu kunnu vera ein stórur orkumissur, tí kann
tað loysa seg at skifta til orkurútar, um tú hevur
ótøtt, gomul ella punkterað gløs, ella um stakrútar
eru í vindeyganum. Orkurútar minka munandi um
hitamissin gjøgnum rútin.
6. Kanna ketil og oljufýr
Eldri ketlar gagnnýta bert um 70 – 75 prosent av
orkuni. Nýggir gagnnýta um 90 – 100 prosent.
Stórur orku- og hitamissur er í ketlum, sum ikki
verða reinsaðir, og oljufýrum, sum ikki eru rætt
stillað. Einans tveir millimetrar av sóti í ketlinum
hava við sær, at oljunýtslan økist um átta prosent.
Um oljufýrið steðgar í heilum, kostar tað eyka,
hvørja ferð húsið skal hitast uppaftur.
GÓÐ spariráð