Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 92 - 16. mai 2008 Postsmoga 177 · 110 Tórshavn Tel 31 71 77 · Telefax 31 33 74 www.tsu.fo TelduStøðingaÚtbúgvingin (TSÚ) er styttri framhalds- útbúgving, ið tekur 2½ ár. Útbúgvingin fevnir um fýra høvuðsøki: forritan, skipanar menning, tøkni og virki. Á TSÚ gert tú fleiri spennandi verkætlanir. Sum nakað nýtt fert tú eisini í praktikk. Góðir møguleikar eru fyri starvi innan KT ella fyri framhaldandi lestri innan KT á bachelorstigi. Teldustøðingar Heldur tú … … at tað, tú SÆRT, er tað, sum ER? Sært tú … … eina framtíð UTTAN teldu? Nei, sjálvandi ikki! Nýggjur flokkur av teldustøðingum byrjar í august 2008. Kunning um útbúgving og upptøku fæst á www.tsu.fo ella við at venda sær til Føroya Handilsskúla. hjá okkum NÆMINGUR Tak eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving í Tryggingarfelagnum Føroyum. Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum tora at taka ábyrgd og vilja hava ávirkan. Næmingum, ið tora at ganga á odda og eru fúsir at vera partur av eini fyritøku, sum í fullari ferð stevnir ímóti avbjóðingum á altjóða støði. Tryggingarfelagið Føroyar er nýhugsandi, framsøkið og høgt í metum. Hevur tú áræði, kanst tú vera við til at mynda felagið. Útbúgvingin, sum byrjar 1. august 2008, tekur tvey ár og fevnir um ein praktiskan og ein ástøðiligan part. Á www.trygging.fo kanst tú lesa meira um Tryggingarfelagið Føroyar og okkara virksemi. Vilt tú vita meira um at verða næmingur hjá okkum, ert tú vælkomin at ringja til Starvsfólkadeildina á tel 345600 ella skriva til starvsfolkadeild@trygging.fo Tað er ein treyt, at tú hevur studentsprógv, HF, HH ella líknandi. Um tú tekur prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mai 2008 kl. 16.00. Avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella fyllast út á www.trygging.fo