fríggjadagur 16. mai 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 16. mai 2008
33
TRYGD
Tíðindaskriv
Í 2007 vann Trygd bátin
sum Kiwanis Tórshavn lut
aði burtur á Ólavsøku. Tal
an er um eitt stórt fimm
mannafar sum bátabyggjarin
Terji Reinert Jacobsen í
Leynum hevur bygt.
Báturin hevur eitt sølu
virði áljóðandi 45.000 kr.
Nú hevur TRYGD gjørt
av at lata bátin víðari til
Skótadepilin á Selatrað.
Endamálið við at lata bátin
til
Skótadepilin
er,
at
TRYGD ynskti at lata bátin
til onkran ið veruliga kundi
fáa nyttu burturúr honum.
Eisini var tað týdningar
mikið at báturin bleiv latin
til okkurt landsdekkandi
endamál.
Hesum taka bæði Skóta
depilin
á
Selatrað
og
Kiwanis Tórshavn undir við
og fegnast tey tí saman við
TRYGD um, at báturin verð
ur latin til depilin.
Skótadepilin á Selatrað
kann vera nýttur av øllum
skótum í Føroyum umframt
at tað stendur einum og
hvørjum frítt at leiga hølini
á Selatrað.
TRYGD vónar at Skóta
depilin fær gleði av bátinum
og ynskir teimum góða
eydnu frameftir.
FRAMSÝNING
Norðurlandahúsið
Forvitnislig framsýning er í
Klingruni í Norðurlanda
húsinum í løtuni. Hetta eru
“bestubitar” úr eini størri
heild av føroyskari sniðgev
ing, sum varð sýnd fram, tá
ið Norðurlandahúsið hátíð
arhelt sín 25 ára føðingardag
fríggjakvøldið
9.
mai.
“Bestubitarnir” eru sniðgivn
ir av Jóhannu av Steinum,
Guðrun&Guðrun og Bar
baru í Gongini, og tað er
Barbara, sum við síni kønu
hond hevur lagt framsýn
ingina til rættis.
Framsýningin er eisini
partur av einum øðrum
átaki innan føroyska snið
geving; “Eggin – færøsk
design med kant”, sum
hevur verið sýnd fram bæði
á Bryggjuni í Keypmanna
havn og í Trapholt í Kolding.
Nøkur av somu pløggum
hava eisini verið ein túr í
Brússel í sambandi við
Atlantic Soundscapes, men
nú er so møguligt at fáa
eina nærmynd av frálíku
føroysku sniðgevingini í
Norðurlandahúsinum.
Framsýningin
hongur
uppi inntil 1 juni, og um
onkur hevur hug at ogna sær
okkurt plaggið ber til at fáa
kunning frá avgreiðsluni í
Norðurlandahúsinum. Norð
urlandahúsið er opið mána
dag – leygardag kl. 10.00 –
18.00 og sunnudag kl. 14.00
– 18.00. Meira kunning er at
fáa á www.nlh.fo
Føroysk sniðgeving
í serflokki
Skótadepilin á Selatrað fekk bátin
Starvsfólk á TRYGD taka ímóti vinninginum frá Kiwanis, sum nú er latin víðari til Skótadepilin
á Selatrað. (mynd: Kalmar)
The Dreams aftur
á Boogie-toppinum
TÓNLEIKUR
The Dreams er fyrsti føroyski bólkur, sum hevur
megnað at fáa tvey løg nummar eitt á Boogie listanum
hjá DR.
Í Pegasus situr í hesum døgum ein ovurfegin Hans
Edward, frontmaður í bólkinum The Dreams. Hann
hevur góða grund til at fegnast, tí The Dreams hava
enn eina ferð skrivað føroyska tónleikasøgu. Fyrstu
ferð var, tá ið The Dreams lógu ovast á Boogie
listanum hjá DR og ovast á 15 teimum bestu hjá ÚF í
senn. Hesa vikuna liggja The Dreams aftur ovast á
Boogie listanum við lagnum Himlen Falder/Helvede
Kalder.
The Dreams skulu spæla nógv í summar, og í august kunnu teir upplivast fyri
fullum útblástri á Vágsbø.
Ruddingardagar í Tórshavnar
kommunu 16.-17. mai
TíðINDASKRIv
Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar kommuna vil heita á øll um at fara út í náttúruna at rudda ruddingardagarnar.
Skótar, ítróttarfeløg onnur feløg o.o kunnu stuðla hesum tiltaki við at rudda hvør sítt
øki. Virkir, stovnar og handilsrekandi kunnu rudda nærumhvørvið.
Ruddingardagarnir eru hesir:
Fríggjadagin 16. mai rudda skúlar og barnagarðar.
Leygardagin 17. mai rudda eigarafeløg, skótar og ítróttarfeløg.
Kommunan heitir eisini á onnur um at rudda frí – og felagsøki.
Tað er týdningarmikið, at ruskið verður skilt sundur til Endurnýtsluna í hesar
ruskbólkar:
Rusk at brenna: Viður, plastikk, gummi, flamingo, pappír og papp.
Jarn og metal: Hegn, jarnrør, billutir, súkklur og ymiskir jarnlutir.
Rusk at tyrva: Kloakkrør av PVC, takrennur, impr. viður, bjálving, asbest, glas og
leirvørur.
Dálkandi burturkast: Akkumulatorar, máling o.a. skal leggjast og avhendast fyri
seg í Endurnýtsluni ella á bingjuplássunum.
Rusksekkir fáast ókeypis á Endurnýtsluni á Hjalla, gomlu Brandstøðini á
Varðagøtu og á hesum bingjuplássum:
Óðinshædd, Skálatrøð, við skúlan á Løgmannabreyt, á parkeringsplássinum við
Handilsskúlan, á parkeringsplássinum við Støðlagøtu á Argjum og í Havnardali.
Í Kollafirði, Kaldbak, Norðadali, Hesti og Nólsoy verða posar lagdir við
bingjurnar. Í Syðradali, Kaldbaksbotni, Koltri og á Sundi verða posar bornir út.
Í sambandi við ruddingardagarnar kann ringjast til Reinhaldið hjá Tórshavnar
kommunu á tlf. 254010, til Kollafjørð á tlf. 254003 og til Nólsoy á tlf. 214069. Um
ikki ber til at avhenda ruskposarnar á bingjuplássunum, ber til at venda sær til
Tórshavnar kommunu á tlf. 254010 og avtala, at posarnir verða settir fram við
vegnum, soleiðis at Tórshavnar kommuna avheintar hesar. Í sambandi við
ruddingardagarnar kann ringjast til kommununa og boða frá, um størri burturkast
frá náttúruni skal avhendast.
Meira fæst at vita á www.torshavn.fo
Stórur gravgangur eftir Sex
and the City atgongumerkjum
UNDIRHALD
kvinna.fo
Bert eitt samdøgur eftir at Kvinna byrjaði søluna av
atgongumerkjunum til Sex and the City filmin, er
fyrsta sýning longu útseld. Ferðslan inni á Kvinna.fo
hevur verið stór síðani sølan byrjaði. Bæði eftir
atgongumerkjum til filmin og til stóra tiltakið, sum
Kvinna skipar fyri seinni um kvøldið í høllini á Hálsi
6. juni.
Saman við metrovinkonunum Carrie, Samantha,
Miranda og Charlotte bjóðar Kvinna til filmsfrum
sýning, sensuelt mótashow, cocktailbarr, konsert, dans
og metropolstemning. Og hetta er, eftir øllum at døma,
nakað sum eisini føroyskar kvinnur eru áhugaðar í.
Men einki Sex and the City uttan Mr Big, og tí er
hettar eisini eitt tiltak fyri føroyskar menn. Sjálvt um
filmurin kanska mest tiltalar kvinnurnar, so mugu
mennirnir koma til tiltakið í Høllini á Hálsi, tí hetta
verður ársins kvøld in the City.
Kvinna samstarvar við Býin.fo, sum eigur dansistaði Rex, og fíggjakvøldið 6 juni,
tá tiltakið verður í høllini á Hálsi, er Rex stongt. Atgongumerkini til bæði film og
tiltak eru at fáa á Kvinna.fo.