Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 92 - 16. mai 2008 lýsingar Hjálparfólk til læknaviðtaluna á Berjabrekku 1 Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í læknaviðtaluni á Berjabrekku 1, er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt fyribilsstarv umleið 30 tímar um vikuna. Møguleiki kann verða fyri fastari setan seinni. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, á tlf. 304050. Umsókn við avrit av prógvum o.ø. skal sendast: Almanna- og heilsumálaráðnum Eirargarður 2, 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er: 26. mai 2008, kl. 12.00. Almanna- og Heilsumálaráðið EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN TELEFON 30 40 50 • TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO Útbjóðing av arbeiðinum at listprýða nýggja skúlan í Runavík Arbeiðið at prýða nýggja skúlan í Runavík við list verður hervið útbjóðað. Áhugaði kunnu koma við hugskotum/uppskotum um, hvussu skúlin kann listprýðast. Tað eru ongar ásetingar fyri ávísari list, annað enn tað, at listin ynskist at vera kveikjandi og trivnað- arskapandi hjá teimum, sum hava sína gongd í skúlanum. Uppskotini mugu halda seg innanfyri fíggjarkarmin, sum hevur eitt loft uppá umleið kr. 500.000,- Til tess at taka støðu til innkomnu uppskotini, verður settur ein bólkur at døma/meta um uppskotini. Uppskotini skulu í høvuðsheitum lýsa verkætlanina og á hvønn hátt lidna verkætlanin væntandi kemur at síggja út. Ástaðisfundur verður í skúlanum í Runavík 28. mai kl. 15.00, har høvi verður at síggja skúlan (tann partin, sum er liðugur) og at síggja tekningar av skúlanum annars. Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, partar av uppskotunum ella einki at taka. Uppskotini skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 24. juni 2008 og skal arbeiðið verða liðugt, tá skúlin er liðugt bygdur 1. desember 2008. Runavíkar Kommuna Runavíkar Kommuna søkir eftir Tórshavnar kommuna Stuðul til teirra, ið søkja sær útbúgving í handarbeiði. Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna »Minnisgrunn Sonnu av Skarði«. Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði, føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil) fíggjarligan stuðul. Tygum fáa meiri at vita um minnisgrunnin frá Jákupi Simonsen, leiðara á mentamáladeildini, telefon 30 20 10. Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðar- ætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110 Tórshavn, merkið umsóknina »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði«. Freistin er sett til mánadagin 9. juni 2008. Minnisgrunnur Sonnu av Skarði Til sølu Matr.nr. 56ci, Kvíggjartún 1, Argir. Sprongt og planerað grundøki 942 m2 til støddar. Ognin liggur við síðuveg á Argjum, í C3 umráðisparti og 3 grundumráði, har fleiri almennir stovnar eru bygdir. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Kaj Gaard Tlf. 314107 Hús í Vági til sølu Um nóg høgt boð fæst selja vit hús okkara í Geilini 84 í Vági. Húsini eru frá 1989, eru 120 fermetrar, hava dupult bilhús og hjall, gjørt er runt um húsini. Grundøkið er 625 fermetrar Innan er stova køkur 2 kømur 1 hjúnar- rúm, baðirúm, toilett. Ring á 573688 ella maila sapo@kallnet.fo Bátamotorur Vælhildin Volvo Penta – typa KAD300 – A til sølu. Sum nýggjur, bert 3 ára gamal og siglt 375 tímar. Hevur 285 HK, Turbinu og vinkul gear – mrk. HURTH. Instrumentering fylgir vid – kann síggjast eftir avtalu. Um áhugi – ring 229654 Ein úr Kaliforniu lýsir Føroyar Málningar eftir Sigrid Ewald Opið er: 16. – 21. mai – frá kl. 10.00 – 19.00 hvønn dag Tó 21. mai frá kl. 10.00 – 14.00 Smiðjan í Lítluvík