Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 16. mai 2008 Vikuskifti 4 Klokkan er fýra. Tað er seinna­ partur ein fríggjadag í maimánað. Havi avtalað við myndamannin at hittast við metroina í Christi­ anshavn. Samrøða skal gerast við Joan Bláfoss, og myndir skulu takast av kvinnuni, sum fleiri ferðir tey bæði síðstu árini hevur verið frammi í fjølmiðlunum, orsaka av sínum frálíku ítróttar­ úrslitum. Men klokkan gerst nakrar minuttir yvir fýra, áðrenn ein ljóshærd, summarklødd dama við hondtasku, sólbrillum og einum umberandi smíli kemur gangandi. – Tit mugu orsaka, sigur hon sum tað fyrsta, men eg møtti einum granna beint sum eg var á veg avstað. Føroyingur, og so skuldi vit bara líka práta, men tit vita hvussu tað er, flennir hon, meðan vit taka lógvatak. Og vit vita akkurát, hvat triatleturin Joan Bláfoss meinar við. Meðan vit standa og heilsa upp á hvønn annan, tysja fólk framvið okkum. Frá arbeiði heim til húsa, sveittut av sólini, sum hitar danska høvuðsstaðin so mikið, at tað eisini í skugganum er omanfyri 20 stig. Hóast flestu teirra fegnast um frálíka veðrið, so sæst eisini á teimum, at tey hava verið í gjøgnum eina strævna viku og leingjast eftir vikuskiftinum. Sjálv kemur Joan beint frá venjing. Í nakað sum minnir um longdina á trimum fótbóltsdystum, hevur hon í bakandi sól traðka á pedalurnar. Kortini er eingin møði at hóma. Tvørtur ímóti tykist hon vera væl fyri og full av yvirskoti. Venur tríggjar ferðir dagliga At venja í hálvan fimta tíma er heldur ikki óvanligt hjá henni. Joan venur hvønn dag, og tilsamans tátta vikuligu venj­ ingartímarnir í 30. Samstundis hevur hon bæði lesna og arbeiði at passa, umframt sjeikin Ragnar Rasmussen og vinfólk. – Tað krevur, at eg má plan­ leggja og prioritera. Í vár havi eg raðfest venjingina fremst, og valt lesnaðin frá, sigur Joan, sum altso hevur tikið farloyvi frá medisinlesnaðinum. Arbeiði er ikki eins lætt at velja frá, tí triatlon er ein dýr ítrótt, so Joan arbeiðir bæði sum laborant á Fredriksberg sjúkrahúsi, og sum læknaskrivari og sjúkrasystir á eini klinikk á Vesterbro. Tað ljóðar kanska av nógvum, og tað er tað fyri so vítt eisini. Ein vanligan gerandisdag arbeiðir Joan fyrrapartin og nakað út á seinnapartin. Eftir arbeiðstíð stendur svimjing á skránni, síðani ein lítlan túr heim, áðrenn Joan rennur ein túr ella setir seg á súkkluna. Raðfylgjan er ikki altíð tann sama, og Joan styrkivenur eisini javnan. Men fast er, at hon altíð venur tvær ella tríggjar ferðir dagliga, og eina vanliga viku rennur og svimur Joan fimm­ Joan kappast ímóti sæ – Tað kann gott vera einsligt til tíðir. Hetta er jú ein einstaklingaítrótt. Tú mást bara kappast móti tær sjálvari hvørja ferð, og tað er eisini stuttligt, sigur Joan Bláfoss, sum vinnur altjóða triatlonkappingar. Planlegging og priorritering eru lyklaorðini, tá Joan Bláfoss skal fáa gerandisdagin at ganga upp í eina hægri eind. Tað kann vera trupult, tá tú lesur medisin, ert triatloníðkari og venur upp til 30 tímar um vikuna, arbeiðir og hevur sjeik Ítróttarprofilurin Rólant Waag Dam blaðmaður rolant@sosialurin.fo Joan um veðrið Tað er fantastiskt fyri tíðina. Tað verður eisini so nógv hugaligari at venja. Einki er betur enn at venja í slíkum veðrið. Ja, alt verður betri. Tey, eg venji við eru í betri lag, og tað sama eru fólkini á gøtuni. Tá veðrið er sum hetta, so skal tað njótast. ... um kost Eg plagi at siga við meg sjálva, at tá tú venur so nógv sum eg, og annars fær nóg mikið av sunnum og røttum kosti, so kanst tú gott loyva tær okkurt ósunt viðhvørt.