fríggjadagur 16. mai 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 16. mai 2008
5
Ung í arbeiði
Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum arbeiði
Ung í arbeiði er eitt átak har Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum at
gera fyrifallandi arbeiði so sum smáumvælingar, lúka og sópa gøtur, mála
og rudda. Arbeiði fæst í tíðarskeiðnum 30. juni-11. juli ella 14. juli-25. juli.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn.
Kravið er, at tú ert 14 ár 30. juni, men ikki 17 ár 25. juli.
Tilmelding
Ert tú til dystin fús og ert búsitandi í Tórshavnar kommunu, skal tú melda teg
til umvegis www.torshavn.fo í tíðarskeiðnum 19. mai-30. mai. Teldur eru tøkar
á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni.
Vit sóknast eftir bólkaleiðarum
Dugir tú at arbeiða við ungdómum, ert ágrýtin, torir at taka avgerðir og ert
mitt í tjúgunum ella eldri – so ert tú júst tann vit sóknast eftir sum bólka-
leiðara til Ung í arbeiði.
Kommunan setur eingi krøv um útbúgving, men góður kunnleiki til vanligt
anleggsarbeiði er ein fyrimunur.
Bólkaleiðarin hevur, saman við samskiparanum, leiðsluna av ungdómunum,
ið skulu gera fyrifallandi arbeiði í kommununi.
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag
og Havnar Arbeiðsgevarafelag. Viðbót verður latin fyri at virka sum bólka-
leiðari. Arbeiðið fevnir um tíðarskeiðið 23. juni til og við 25. juli.
Meira fæst at vita um verkætlanina frá samskiparanum Lindu Petersen við at
senda ein teldupost til linda@torshavn.fo
Umsókn skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
30. mai 2008. Umsóknin kann sendast til teldupost ungiarbeidi@torshavn.fo
ella sendast til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn. Merkjast
skal á brævbjálvan »Bólkaleiðari Ung í arbeiði 2008«.
Tórshavnar kommuna