fríggjadagur 16. mai 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 92 • 16. mai 2008
ær sjálvari
seks ferðir, súkklar fýra ferðir og
styrkivenur tvær-tríggjar ferðir.
Ikki fyrsti altjóða
heiðurin
At samskipa allar hesar venjing-
arnar, og at fáa tær at passa inn
í restina av putlispælinum, hevur
Joan ein persónligan venjara til.
Tað lættir nógv um, umframt at
hon eisini hevur bøtt munandi um
úrslitini síðani.
– Eg byrjaði at venja í 2002, og
tað gjørdi eg í eitt ár til eg fekk
ein skaða, sum helt meg úti alt
2003. Í 2004 tók eg venjingina
uppaftur, og í 2005 fekk eg
persónligan venjara, og tá kom
veruliga ferð á.
Síðani hevur tað gingið slag
í slag hjá Joan. Bara í 2008
hevur Joan vunnið heiðursmerki
í trimum kappingum. Tað fyrsta
í februar, tá hon fyri fyrstu ferð
luttók í kapping í crossrenning
– tað er ein 8 km langur teinur í
landslagnum og ikki á vanligari
rennibreyt. Og í Danmarksmeista
rakappingini í hesari disiplin vann
Joan bronsu. Síðst í mars vann
hon silvur í Danmarksmeistarakap
pingini í 10 km landavegsrenning.
Vert er at leggja til merkis, at
hetta eru beinleiðis rennikapp-
ingar, Joan hevur fingið so góð
úrslit í, hóast hon er triatletur.
Síðst í aprílmánað luttók Joan so
í altjóða kapping í síni disiplin.
Kappingin var í Lissabon í Portu-
gal, og kappast var í hálvum
ironman, har tey svimja 1,9 km,
súkkla 90 km og enda við at
renna 21 km. Hesa kapping vann
Joan við tíðini 4 tímar, 8 minuttir
og 24 sekund.
– Og tað er bestemt ikki ætl-
anin, at hetta skuldi vera fyrsta
og seinasta kappingin av hesum
slag, ið eg vinni, sigur Joan við
einum smíli.
Ironman er stuttligt
Góðu úrslitini heystar Joan av
jøvnum og miðvísum arbeiði, sum
ikki altíð er eins hugaligt.
– Tað kann gott vera einsligt
til tíðir. Hetta er jú ein einstak-
lingaítrótt. Men eg venji við
fleiri øðrum, har vit hava felags
upphiting og annars eru saman
aftaná venjingina. Annars mást
tú bara kappast móti tær sjálvari
hvørja ferð, og tað er eisini
stuttligt, sigur Joan. Júst hetta
við stuttleikanum er avgerandi
hjá henni.
– Tað skal vera stuttligt, sigur
Joan avgjørd. Kortini ásannar
hon, at tað vetrardagar kann vera
trupult at síggja tað stuttliga í
venjingini í kulda og ringum veðri.
–Tá er tað umráðandi at hava
eitt mál fyri framman. Í vetur visti
eg hvørjar kappingar, eg skuldi til
í vár, og nú eri eg sera fegin um,
at eg var so áhaldin, heldur Joan
fyri, og samanber tað við at lesa
til eksamiu.
– Tað er ikki altíð líka stuttligt
at lesa upp á, men tá tú eftir
royndina stendur við einum
góðum úrslitið, er tað ein deilig
kensla. Og tá fegnast tú eisini
um, at tú ikki gavst at lesa upp á.
Hóast skilagóðu samanber-
ingina eru tað óiva mong, sum
undrandi spyrja seg sjálvi, um
tað kann vera stuttligt at svimja
smáar tveir, súkkla 90 og renna
21 kilometrar upp á góðar fýra
tímar?
– Ja, man kann gott njóta ein
hálvan ironman. Tað kann gott
vera ein góð kensla at koma úr
vatninum og seta seg á súkkluna
og merkja, at beinini kennast so
góð, at tað kann bera langt. Og so
er tað ein heilt serlig kensla, tá
at alt er av, staðfestir Joan, sum
fyritrekkir at kappast í triatlon,
heldur enn bara at kapprenna.
– Tað er eisini stuttligt, men
samansetingin við svimjing, súkkl-
ing og renning er nakað serstakt,
heldur Joan.
Smakkin fyri hesari samanset-
ing fekk Joan, tá hon í 2002 var
á ítróttarháskúla í Sønderborg.
Áðrenn hon kom higar, hevði hon
einamest íðka fimleik og aerobic.
Eysturríki, Belgia og
DM fyri framman
Í dag er maimánaður hálvrunnin.
Næst á skránni hjá Joan er
ein kapping í Eysturríki. Tað
verður síðst í mai. Í juni er DM
í sprinttriatlon á skránni. Seinni
í sama mánað gongur leiðin til
Belgia og í august verður kapping
um Danmarksmeistaraheitið í
hálvum ironman. Hesa kapping
brúkar Joan sum eitt slag av
upphiting til HM í triathlon á
longum teini, sum verður í Almere
í Hollandi síðst í august.
– So er ætlanin at taka lesn-
aðin uppaftur í september, sigur
Joan Bláfoss, sum vantar tvey ár
til hon er útbúgvin lækni.
... um frítíð
Um heysti plagi at taka einar tvær vikur frí frá
venjingini. Annars venji eg altíð, og eg eri sjáldan í
Føroyum uttan at hava súkkluna og venjingarklæði við.
Men tá arbeiði eg altso ikki. Eg eri saman við familju og
vinfólkum. Annars var eg í Berlin eitt vikuskifti herfyri,
har eg bara hevði renniskógvar við. Tað var eitt sindur
undarligt.
... um Føroyar
Har er vakurt. Róligt. Tað er mítt heimland. Annars
er veðrið ógvuliga avgerandi fyri, hvat eg hugsi um
Føroyar. Er tað grátt og mjørki, kann tað vera keðiligt.
Hinvegin er tað fantastiskt, tá veðrið er klárt og gott.
– Tað er umráðandi at hava eitt mál fyri framman. Í vetur
visti eg, hvørjar kappingar, eg skuldi til í vár, og nú eri eg
sera fegin um, at eg var so áhaldin, sigur Joan Bláfoss
Mynd: Símun J. Hansen
Navn: Joan Bláfoss
Føðingardagur:
11.september 1980
Heimstaður: Tórshavn
Foreldur: Harda og
Johannes Bláfoss
Systkin: Rúni Bláfoss
Úrslit:
2008
Nr. 3 DM í crossrenning
Nr. 2 DM í landsvegsrenning
Nr. 1 í ½-Ironman í Lissabon
2007:
Nr. 2 DM-sprint einstaklingur
Nr. 1 DM-sprint lið
Nr. 3 DM-stuttum teini
Nr. 8 70.3 í Antwerpen
Nr. 1 DM lang duathlon
Nr. 6 HM lang duathlon
Fakta