mánadagur 19. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 93 - 19. mai 2008
- Hon veit, at er tað
nakar flokkur, sum
hevur roynt at laga
útlendingamálið til
fakfeløgini, er tað
Javnaðarflokkurin,
sigur Jóannes Eides-
gaard, løgmaður
og formaður
Javnaðarfloksins
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Dómurin
frá
Ingeborg
Vinther Javnaðarflokkin er
órímiligur.
Tað heldur Eidesgaard,
løgmaður
og
formaður
Javnaðarfloksins.
Hann sipar til avgjørdu
støðuna hjá Ingeborg Vint
her á Rás2 um vikuskiftið,
tá ið hon gjørdi púra greitt,
at
hon
fer
at
venda
Javnaðarflokkinum bakið í
kjalarvørrinum á tí, sum er
hent í útlendingamálinum.
Eg stuðli ikki ein flokk
sum
stingur
fakfelags
rørsluna í bakið, segði hon.
Men Jóannes Eidesgaard
heldur, at Ingeborg Vinther
metir Javnaðarflokkin ov
harðliga.
Hann sigur, at Ingeborg
Vinther veit fullvæl, hvussu
nógv
Javnaðarflokkurin
hevur gjørt fyri at ganga
fakfeløgunum á møti í
útlendingamálinum.
Vit hava gingið teimum
á møti, sum langt, sum okk
ara politiska megi røkkur,
segði Jóannes Eidesgaard
við Rás2.
Bretta upp um armar
Jóannes Edesgaard sigur, at
skulu vit hava útlendingar
hendavegin, mugu vit gera
okkum púra greitt, at tað er
neyðugt at tryggja teimum
arbeiði eitt ávíst tímatal.
Harnæst hava arbeiðsgev
arar skrivliga fyri landsstýr
inum bundið seg til at fara
undir eina tilgongd um fast
lønarskipan fyri flakafólk.
Eydnast tað, er tað kan
ska størsti sigurin í søguni
hjá arbeiðararørsluni
Men tað hevur Ingeborg
Vinther ikki serliga góðar
vónir um.
Men tað er ein samráð
ingarspurningur
ímillum
partarnar á arbeiðsmarknað
inum og tað er eitt mátt
loysistekin at geva upp
frammanundan ístaðin fyri
at bretta upp um armar og
fara til verka og royna
samráðingar,
staðfesti
Jóannes Eidesgaard.
Og hann ivast í um hetta
er eitt mál, sum samgongan
kann hjálpa fakfeløgunum
við.
Vit hava óteljandi dømi
um, at fakfeløgini hava
sligið politikarar á fingr
arnar við skuldsetingum
um, at vit hava lagt okkum
út
í
viðurskiftini
á
arbeiðsmarknaðinum.
Tað at samráðast um ein
fastlønarsáttmála, er avgjørt
ein
spurningur
ímillum
partarnar á arbeiðsmarkn
aðinum og tí er tað eitt mál,
sum politikararnir skulu
halda seg burtur frá.
Jóannes Eidesgaard vísir
eisini á, at ætlanin er at
stovnað eina útlendinga
stovu, sum skal hava eftirlit
við at útlendingar í Føroyum
hava skipað viðurskifti.
Harafturat
er
hámark
eisini sett á, so fer arbeiðs
loysið upp um 35% verður
tórførari at fáa útlendingar
hendavegin
Landsstýrið skal taka atlit
fyri øllum samfelagnum og
veruleikum er, at búskap
arligi vøksturin er við at
steðga, tí partar av vinnu
lívinum hava ein skríggjandi
tørv á arbeiðsmegi.
Tað er ein trupulleiki,
sum landsstýrið má fyri
halda seg til og tað kann
bara gerast við fremmandari
arbeiðsmegi og tí er hetta
neyðugt.
Mælir til forstáilsi
Annars harmar tað Jóannes
Eidesgaard, at góða og
søguliga samstarvið ímill
um
Javnaðarflokkin
og
fakfelagsrørsluna,
skal
enda upp á hetta málið og
ístaðin heitir hann á fak
feløgini um at vísa forstáilsi
fyri, at landsstýrið má taka
atlit at øllum samfelagnum.
Tað er lítið hugalígt at
fáa slík boð og tað er lítið
hugaligt, tá ið fólk taka sín
stuðul til flokkin aftur
Hann vísir eisini á, at
samgongan
hevur
nógv
tiltøk á skránni til frama
fyri tímalønt. Eitt nú er
barsilsskipanin longd og
skattalættin er broyttur, so
at
hann
vendir
sosialt
rættari,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Ingeborg Vinther er órímilig
Verður Roykilógin
hjá Landsstýrinum
samtykt, sum hon nú
er orðað, verður tað
eitt bakkast fyri Norr-
ønu, sigur Smyril Line
royking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Roykilógin, sum Lands
stýrið hevur lagt fyri Løg
tingið,
er
kappingarav
lagandi.
Tað heldur Smyril Line.
Smyril Line sigur, at sum
lógin nú er orðað, fer hon at
geva
kappingarneytunum
hjá Smyril Line ein fyrimun
og tí verður hon eitt bakkast
fyri flaggskipið í føroyskari
ferðavinnu.
Jákup Sverri Kass á
Smyril Line dylir ikki fyri,
at Norrøna hevur inntøku
av at selja tubbak og at lýsa
við
tubbakki
í
tollfríu
faldaranum.
Men eftir nýggju royki
lógini verður ikki loyvt at
lýsa við tubbakki og tað
verður heldur ikki loyvt at
selja í sjálvtøkuhandlum.
Heldur
ikki
kunnu
tubbaksvørur liggja sjón
ligar frammi, men skulu
fjalast.
Men í hesum føri eru
flogferðslan undantikin, tí
umborð á flogførum ber
partvís til at lýsa við tubb
akki, men ongi undantøk er
fyri sjóvegis ferðamanna
flutning.
Smyril Line ger nú vart
við, at eftir teirra tykki ger
hetta roykilógina ógvuliga
kappingaravlagandi.
Vit eru í harðari kapping
við onnur reiðarí, sum hava
betri sømdir enn vit og tað
er eitt bakkast, sigur Jákup
Sverri Kass.
Verður hetta sett í verk,
fáa vit hvørki selt ella lýst
við tubbaksvørum umborð
Norrønu og tað er eitt
bakkast.
Hann sigur, at umframt at
sigla til og úr Føroyum,
siglur
Norrøna
eisini
ímillum Noreg og Danmark
og har eru tey í harðari
kapping, men hetta kann
gera støðu teirra nógv
veikari.
Hann metir heldur ikki,
at hetta er í samsvari við
ætlanina um at eggja fleiri
skipum at koma upp í
føroysku
altjóða
skipa
skrásetingina.
Annars ger Jákup Sverri
Kass vart við, at Smyril Line
tekur undir við andanum í
lógaruppskotinum um at
tryggja
almenninginum
roykfrítt umhvørvi.
Roykilógin eitt bakkast fyri Norrønu
Íslendskt kór á vitjan
Eitt sangkór av Eyðafirði á Akureyri hevur vitjað í Føroyum síðani hósdagin.
Tey fóru avstað aftur í dag. Tað var kórsangur nærmast frá morgunstundini
uttan fyri Miðlahúsið. Talan var um eitt sangkór av Eyðafirði á Akureyri, sum
hevur vitjað í Føroyum seinastu dagarnar. Tey komu hósdagin, og hava havt
konsertir í Klaksvík og í Vesturkirkjuni. Hetta er eitt blandað kór og tey eru
eini 30 í tali. Tey vóru á veg upp í bussin vestur í Vágar, tá Sosialurin stutt
fekk orðið á tey.
- Norrøna er í harðari kapping, men nýggja roykilógin er so kappingaravlagandi, at hon verður
eitt bakkast, sigur Smyril Line
Jóannes Eidesgaard heldur,
at Ingeborg Vinther dømir
Javnaðarflokkin ov har og hann
mælir ístaðin til forstáilsi