mánadagur 19. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 93 - 19. mai 2008
Tað er nærum eitt
tabu at viðganga, at
ein er orðblindur.
Men nú er hjálp at fáa
hjá hesum bólkinum.
- Vit síggja tað so
ofta, og tí vita vit,
at okkara viðgerð
gevur teimum bæði
sjálvsálit og eitt
heilt annað lív, sigur
Annita Nielsen,
stresskonsulentur
Viðgerð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Orðblind: - Tað følist akk-
urát sum eg havi fingið
ruddað upp í heilanum og
havi lagt orðini upp á
pláss!
Soleiðis segði ein drong-
ur í 5. flokki, eftir at hann
hevði verið til hesa viðgerð-
ina, tí hann var orðblindur.
Hesin drongurin hevði
trupulleikar við at lesa og
skriva í skúlanum, og av
somu orsøk var sjálvsálitið
sera lítið.
Eftir eitt ávíst tal av
viðgerðum, kundi hann nú
anda lættan, síggja heimin
við nýggjum eygum og
veruliga seta sær nýggj mál
fyri framtíðina.
At loysa trupulleikar við
orðblindni eru bert ein av
møguleikunum við hesi
serligu viðgerðini. Hava
fólk strongd, ynskja at
leggja av at roykja, ætla at
klænka
seg
ella
vilja
minnast betri, er henda
viðgerðin ein møguleiki.
Tey flestu sum koma til
hesar viðgerð fyri orð-
blindni eru børn. Fá tilboð
eru til henda bólkin, men
mong teirra fáa eitt annað
og betri lív eftir at hava
verið til theta-viðgerð.
- Jú, tað henda slík
smærri undurverk hvønn
einasta
dag!,
staðfestur
Annita Nielsen, sum er
ættað úr Havn, men sum
býr í Danmark.
Hjálp til 1000
Mong hava helst frætt um
ymisk sløg av viðgerðum,
og mangar søgur eru helst
um øll hesi ymisku og
undarligu tólini, ið verða
brúkt í hesum sambandi.
Er tað nakað sum ser-
merkir theta-viðgerðina, so
er tað einfeldi: Eitt hugna-
ligt rúm, ein sofa, ein fløgu-
spælari, eitt høvuðsett, ein-
ar sólbrillur - og ein
viðgeri.
Umvegis ljóð og ljós
verður viðskiftafólki leitt
inn í eina støðu av ró og
hvíld, samstundis sum tær
ymisku
bylgjurnar
raka
eygu og oyru.
Eftir einans 45 minuttum
er viðgerðin liðug, og við-
skiftafólkið kann nú stað-
festa ein stóran bata beinan-
vegin, ella taka støðu til,
um neyðugt er at koma aft-
ur til ta næstu viðgerðina.
- Í Danmark viðmæla teir
fólki at fáa 8 til 10 viðgerðir,
men eg plagi sjálv bert at
viðmæla einar 4-5 viðgerðir.
Hvør viðgerðin kostar 500
krónur, so tað er eisini ein
spurningur um fíggjarork-
una hjá fólki.
- Hetta er nevniliga ein
viðgerð, sum tey ikki fáa
stuðul til. Men hinvegin
kunnu vit prógva, at tað
hevur
hjálpt
hjá
hun-
drandavís og túsundvís av
fólkum, slær Annita fast.
Smá undurverk
Theta-viðgerðin
er
eitt
tilboð til fólk við alskyns
trupulleikum.
Tað
eru
serliga fólk ið stríðast við
sítt sjálvsálit, hvussu tey
skulu loysa dagsins mongu
trupulleikar
ella
hava
strongd
ið
koma
til
viðgerð.
Stigið av trupulleikum er
sjálvandi misjavnt, men
felags fyri øll hesi fólkini
er, at tey fáa ein stóran lætta
eftir eina slíka viðgerð.
Eftir viðgerðina eru fólkini
ikki tey somu!
- Ja, vit kunnu staðfesta,
at tey allar flestu – heilt upp
í 90% - fáa hjálp eftir eina
ella fleiri viðgerðir hjá
okkum. Tey koma døpur í
huga inn til okkara, men
fara ovurfegin avstað aftur,
tá viðgerðin er liðug, sigur
Annita.
Hon vísir til ein 11 ára
gamla drong í Føroyum,
sum hevði trupulleikar í
skúlanum. Hann var orð-
blindur og hevði tí trupult
við at øll hesi longu orðini.
Hetta var nakað sum eisini
sermerkti
gerandisdag
hansara, og tí var ikki
serliga nógv um hann, tá
hann kom fyrstu ferð til
viðgerð hjá Annitu.
Men longu eftir fyrstu
viðgerðina var hann vorðin
ein heilt annar drongur:
Hann kundi nú lesa tey
longu og áður so tvørligu
orðini.
- Og tú skuldi bara sæð
hvussu alt andlit hansara
brosaði, tá hann fór út
hiðani og aftur í skúlan,
slær Annita fast.
Theta-viðgerðin
er í stuttum ein ljóð- og ljóðsviðgerð, sum verður
samantvinnað við orðum, og ávirka tær sonevndi theta-
svingningarnar millum høgru og vinstru helvt í heilanum.
Trupulleikar at skriva, stava og lesa stava júst frá
ójavnvágini millum báðar heilahelvtirnar. Men við hesi
viðgerðini kann henda javnvágin rættast upp, soleiðis at
tey við stórum trupulleikum til dømis við orðblindni
kunnu koma bæði til at lesa og skriva.
Tal av viðgerðum verður gjørd eftir persónligari meting.
Sum oftast er talan um 8-10 viðgerðir.
Íalt finnast 14 viðgerðir fyri vaksin og 10 fyri børn.
Samband fæst við Annitu Nielsen á fartlf. 22 40 08.
Tey orðblindu
fáa eitt nýtt lív
- Vit hava eitt høgt succes-kriterium, sigur havnarkvinnan,
Annita Nielsen, sum er í Føroyum í løtuni og hjálpir fólki við
ymiskum trupulleikum
Útgerðin er einføld, men kortini úrslitagóð. Eftir einans 45 minuttum, kunnu bæði børn og vaksin fáa eitt betri lív
FAKTA
Ekstremur møguleiki
á Sandoynni
Tey, ið hava hug og dirvi til eina ekstrema uppliving
við bæði síging í fuglabjørgum og rappeling, so fer
kunningarstovan á Sandoynni at skipa fyri eini slíkari
útferð. Hetta verður á einum 300 metrar høgum staði
vestanfyri á oynni, ið tey kalla í Lonini. – Vit hava
fyrireikað hetta í eina tíð, og gleða okkum nú at kunna
bjóða fólki hesa ekstremu upplivingina, sigur Fríðtór
Debes,Kunningarleiðari á Sandoyar Kunningarstovu.
Ellisakfør vitjaðu SEV
í Vestmanna
Sunnudagin skipaði Føroya Ellisakfør fyri útferð til Vestmanna. Ellis-
akførini koma ymsastaðni frá í landinum og møttust á Fjørukrónni í
Vestmanna, har borðreitt varð við kaffi og kakum. Síðani varð koyrt
niðan í Fonsdal, har Hjalmar N. Poulsen á SEV greiddi frá um byrg-
ingarnar, um útbyggingina hjá SEV í fimmti og sekstiárunum og um,
hvussu vatorkuverkið hjá SEV virkar. Síðani varð koyrt oman aftur í
bygdina, har vitjað varð á Heygaverkinum og Fossáverkinum. Við í
ferðalagnum vóru fleiri ellisakfør, teir elstu bilarnir frá 1930, og fleiri
gamlar motorsúkklur vóru eisini við. (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
”
Tað henda slík
smærri undurverk
hvønn einasta dag