Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 93 - 19. mai 2008 Tann 21/12 2008 var hátíðarhald á Optikerhøjskolen í Randers, tí tá blivu góð 40 prógv handað til nýggjar optikarar. Á vegginum hekk eisini føroyska flaggið, tí tveir av næmingunum í hesum árganginum vóru úr Føroyum. Hetta vóru Regin Thomsen og Nelly Højgaard heiðursløn Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Undir prógvhandanini á skúlanum vórðu, umframt optikaraprógv, ymiskar aðrar heiðurslønir eisini handaðar, m.a. fyri »bedste eksamensgennemsnit« og »Årets projekt«. Tað vóru júst føroyingarnir sum sensor metti eiga besta projektið í árganginum. Í samband við optikara­ útbúgvingina í Danmark, gera tey lesandi eitt »afslutningsprojekt« tað síðsta semestrið. Hetta er sum oftast bólkaarbeiði. Av teimum trimum bólkunum í Randers, sum í heyst fingu hægsta møguliga próvtal, var tann eini mannaður av fyrrnevndu føroyingunum og dananum David D. Carlsen. Hóast hetta, var føroyska málið líka nógv nýtt sum tað danska undir verkætlanini. David og Nelly búgva saman, og skilur hann tí føroyskt. Tey giftast í summar. Verkætlan teirra kallaðist »Mesopisk myopi«. Bólk­ urin kannaði og greinaði eitt fyribrigdið sum ávirkar summi ung fólk í myrkum ella skýmligum umhvørvið, hetta hevur við sær, at tey verða meira nærsýnd ella minni langsýnd undir tílíkum umstøðum. Í metingini av verkætl­ anini varð rós givið fyri kanningina sum heild, innsamling og viðger av data var róst, umframt sera gott málbrúk og serliga góða framløgu. Sensor í uppgávuni segði m.a. at »dette overgår alt andet jeg har set tidligere«. Heiðurs­ lønin, ið givin varð fyri hetta avrik var kr. 5.000. Afturat hesum fingu tey trý hósdagin í farnu viku handað enn eina heiðursløn fyri verkætlanina, hon varð kosin ein av bestu verkætl­ anum í Danmark hetta árið. Optimusprísurin Danska deildin av Essilor, ein av heilt stóru fyri­ tøkunum, sum framleiðir brillugløs og maskinir til optikarar, hevur síðan 1986 skipað fyri kapping millum tey bestu projektini frá optikaraskúlunum. Tað er skúlans próvtal fyri verk­ ætlanina sum avgerð um tað er nóg gott til kapping­ ina. Sensor og leiðsla indstilla vanliga allar verk­ ætlanir sum hava fingið próvtal 9 ella meira til Essilor kappingina. Heiðurslønin nevnist Optimus­prisen, og stórur áhugi er millum næming­ arnir at kunna stinga sær hesa fjøðurina í hattin. Umframt heiðurin og eina standmynd av »Optimus«, ið er sum ferðasteyp, letur Essilor peningagávu til vinnaran, men eisini til nummar 2 og 3. »Optimus­ prisen« er vælkendur í donsku optikaraverðini, fakbløðini »Optikeren«, »Tid & Syn« o.a. umrøða hvørt ár tær tríggjar verk­ ætlaninar sum verða mettar bestar. Fýra serkønir innan optik, hava síðstu mánaðarnar nærlisið innstillaðu projekt­ ini og fyri stuttum vórðu næmingarnir aftan fyri trý av hesum projektum inn­ kallaðir til »prisoverrækk­ else« í Restaurant Herce­ govina í Tivoli í Keyp­ mannahavn. Á øðrum plássi endaði »Mesopisk myopi« hjá Nelly, David og Regin. Tað var ein bólkur frá TEC (Optikaraskúli í Keyp­ mannahavn) sum fór avstað við Optimus í ár. Bólkurin skrivaði um »Prævalens af pterygium og cataract i Peru«. Bólkurin var mann­ aður av einum dana, einum svia og tveimum norð­ monnum, hesi høvdu verið í Peru undir verkætlanini, m.a. við brúktum brillum til tey fátæku. Samstundis gjørdu tey kanningar, sum skuldu brúkast í verk­ ætlanini. Framkomin útgerð Regin er av Argjum, og er síðan lokna útbúgving fluttur heimaftur til Føroyar, og starvast í dag í Optikbúðini í Havn. Nelly er ættað úr Rituvík, men hevur seinastu 15 árini búð í Vejle. Í Føroyum eru ikki nógvir optikarar, og handlarnir eru væl smærri enn til dømis í Danmark, har tað ikki er óvanligt, at fyritøkurnar hava fleiri optikarar á sama staði. Optikbúðin er ein av størru og meira fjølbroyttu optik­ fyritøkunum í Føroyum, og hýsir nú sostatt tveimum góðkendum optikarum. Poul Einar Kruse sum hevur rikið Optikbúðina í 20 ár hevur í hesum sambandi moderniserað útgerð, um­ framt útbygt við einum sjónkanningarrúmi. Talan er um sera framkomna útgerð til sjónkanningar og annað hesum viðvíkjandi. Optikaraútbúgvingin hevur verið 4,5 ár. Í 2007 varð útbúgvingin broytt til eina proffesionsbachelorút búgving, tann praktiski parturin er styttur, so nú er útbúgvingin uml. 3,5 ár. Heiðursløn til føroyskar optikarar Regin Thomsen, Nelly Højgaard og David D. Carlsen eftir handanina í Tivoli seinasta hósdag Nelly Højgaard og Regin Thomsen undir føroyska flagginum Bøndur fáa summarfrí Í mong ár gava danskir mjólkarbøndur kært seg um, at teir hava ikki ráð at biðja fólk vera á garðinum fyri seg, so teir kunnu fáa summarfrí sum onnur fólk. Men nú er vent í holuni. Í dag fáa bøndurnir væl meiri fyri mjólkina enn fyrr, og tað ger, at fleiri teirra hava ráð til at løna avloysarum, meðan teir sjálvir halda summarfrí. Talan verður kortini ikki um langa summarfrítíð, men neyvan meiri enn einar 14 dagar, sigur kringvarpið DR. .