mánadagur 19. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 93 - 19. mai 2008
Selja meiri olju
Saudiarabia er heimsins størsta oljuframleiðaraland, og nú
hava myndugleikarnir har gjørt av at skrúva kranarnar eitt
sindur meiri frá. Sum er framleiðir Saudiarabia 9,45 milliónir
tunnur um dagin, men í næsta mánaði verða 300.000 tunnur
pumpaðar afturat um dagin. Eygleiðarar siga, at avgerðin er
tikin eftir trýsti frá amerikanska forsetanum, George W. Bush,
sum er á vitjan í Miðeystri, og Iran hevur eisini funnist at
avgerðini.
Saudiarabiska avgerðin fekk oljuprísin
at fella eitt vet (Mynd: Vísir)
Kvinna datt oman
Ein 28 ára gomul donsk kvinna doyði leygardagin, tá
hon datt oman á tí 800 metrar høga fjallinum Store
Malene tætt við Nuuk. Løgreglan í býnum sigur, at
kvinnan datt einar 300 metrar oman eftir fjallinum, og
at hon eftir øllum at døma doyði beinanvegin. Store
Malene er sera bratt, og fleiri fólk eru dottin oman har
fyrr. Løgreglan í Nuuk sigur, at fólk, sum ikki eru
staðkend har á leiðini, eiga ikki at fara niðan á fjallið
einsamøll.
Á hvørjum árið
verða fleiri føroyskir
sjúklingar sendir
til Danmarkar til
viðgerðir. Flestu av
hesum verða sendir til
Ríkissjúkrahúsið.
- Føroyingar hava
ikki altíð lætt við
at seta donsk orð á
egnan tørv, og teir
tora ikki so væl at seta
krøv, sigur føroyski
sjúklingavegleiðarin á
Ríkissjúkrahúsinum,
Elionora Olsen
Heilsuverk
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Hóast
flestu
føroyingar
skilja danskt, so merkir tað
ikki altíð, at ein føroyingur
uttan
trupulleikar
kann
spyrja um allar heilsuspurn
ingar á donskum. Tí kennist
tað mangan sum ein lætti
fyri føroyskar sjúklingar á
at hava ein føroying, sum
kennir skipanina.
Føroyski
sjúklingaveg
leiðarin á Ríkissjúkahúsi
num, Elionora Olsen, er
føroyska røddin í danskt
mælta sjúkrahúsinum, ein
stuðul hjá teimum, sum
kenna seg hjálparleys í
nýggju umstøðunum.
Elionora
Olsen
flutti
longu í 1966 úr Klaksvík til
Keypmannahavnar, har hon
lærdi til sjúkrarøktarfrøðing.
Men hóast hon hevur drúgv
ar royndir í donsku sjúkra
húsverðini og hevur búð
niðri líka síðani, so er hon
framvegis føroyingur við
stóra F, sigur hon avgjørd.
Og tað er ein styrki í arbeið
num sum sjúklingavegleið
ari á Ríkissjúkarhúsinum.
Føroyingar og danir eru
ikki eins, staðfestir hon av
gjørd.
Munirnir eru ikki altíð
eyðsýndir, men teir eru har.
Føroyingar eru ikki so út
farandi sum danir, teir
snakka ikki so nógv og
spyrja heldur ikki eins
nógvar spurningar sum ein
vanligur dani, greiðir Elio
nora Olsen frá.
Hetta merkir sjálvandi
ikki, at teir ikki sita inni við
eins nógvum spurningum.
Tað sama ger seg galdandi
við pínudoyvandi evnum.
Føroyingar krevja minni
pínudoyvandi medisin enn
danir, men tað merkir sjálv
andi ikki, at teir ikki merkja
pínu.
Tigandi føroyingurin
Donsk starvsfólk eru ikki
altíð varug við málsliga og
mentanarliga
munin,
tí
føroyingar hava ikki øðrvísi
útsjónd enn danir, sigur
Elionora Olsen sum hevur
gjørt nógv fyri at gera før
oyska sjúklingin meira sjón
ligan í donsku skipanini.
Danska málið kann
eisini vera ein forðan, sigur
føroyski sjúklingavegleiðar
in.
Føroyingar skilja danskt,
men teirra danska mál
umfatar orð og setningar
frá gerandisdegnum. Tað er
ikki tað sama, sum at tey
duga at orða seg um sjúku
og ótta.
Elionora Olsen hevur ar
beitt við føroyskum sjúkling
um síðani 1986, fyrst á
Hotel Tórhavn síðani á
Ríkissjúkrahúsinum,
og
hon sær eina broyting í før
oyska hugburðinum.
Ættarliðið hjá mínum
foreldrum vóru nógv meira
nøjsom, nógv teirra vóru
ikki von við so nógv og
vóru eisini meira sjónliga
religiøs. Og so var danska
samfelagið teimum eisini
meira fremmant.
Í dag hava flestu føroy
ingar ferðast uttanlanda, og
føroyskir sjúklingar hava
sett seg inn í, hvørja sjúku
teir hava. Teir finna seg ikki
longur í øllum, sigur Elio
nora Olsen.
Føroyingar er tó fram
vegis minni spyrjandi enn
danskir sjúklingar – eisini
yngri føroyskir sjúklingar
niður í 40 árs aldur,
staðfestir føroyski sjúklinga
vegleiðarin, sum mangan
upplivir, at føroyskir sjúk
lingar hava trupult við at
orða seg á donskum og
ynskja ikki at vita ov nógv
um sjúkuna.
Einsamalli
sjúklingurin
Hóast ferðasambandið er
vorðið nógv betri, og fólk
ferðast meira, liggja før
oysku klettarnir kortini fjart
frá danska høðvusstaðnum.
Og føroyskir sjúklingar í
Keypmannahavn
kunnu
kenna seg avskornar frá
familju og vinum.
Flestu hava onkran við
sær úr Føroyum. Men nøkur
hava ikki familju, ella
familjan hevur ikki møgu
leika at koma við. Og tá
verði eg ofta brúkt í staðin,
sigur Elionora Olsen.
Hon fær at vita um allar
føroyskar sjúklingar, sum
koma á Ríkissjúkrahúsið,
og veit eisini um føroying
arnir, sum verða innlagdir á
Bispebjerg og Hvidovre.
Málið er, at hvør før
oyingur fær eina vitjan.
Men eftirhondini er tað so
mikið nógv, at eg fái ikki
tíð til alt. Tí má eg raðfesta.
Tey sum ongan avvarandi
hava, fáa hægstu raðfest
ing.
Longu í 1986 var tørvurin
á einum føroyskum sjúk
lingavegleiðara á Ríkis
sjúkrahúsinum
frammi,
men starvið varð ikki sett á
stovn fyrr enn í 2001. Í
2006 flutti sjúklingavegleið
arin úr Hotel Tórshavn inn
á Ríkissjúkrahúsið.
Eg má siga, at tað er í
allar hægsta grad brúk fyri
mínari funktión, sigur Elio
nora Olsen, sum sær seg
sum eitt slag av umboðs
manni fyri føroysku sjúk
lingarnar.
Tað er ikki líka mikið
fyri ein føroyskan sjúkling,
um hann skal bíða í tveir
ella 14 dagar. Tí er tað part
ur av mínum arbeiði, at fáa
skipan og starvsfólk at
skilja, at tað er ikki tað
sama, um sjúklingurin kem
ur frá Østerbro ella úr Før
oyum.
Sambært Elionoru Olsen
møtir hon stórari vælvild
millum starvsfólkini. Tey
skilja støðuna, men hugsa
bara ikki altíð um tað.
Tí er tað tørvur á, at
onkur minnir á hetta reglu
liga.
Týdningarmikið
samstarv
Føroyski sjúklingavegleið
arin heldur samstarvið mill
um føroyska heilsuverkið
og ríkissjúkrahúsið vera
fyrimyndarligt, og hon sær
nógvar fyrimunir fyri før
oyskar sjúklingar.
Nú verður nógv tosað
um at samstarva við sjúkra
hús aðrastaðni, men eg dugi
ikki at síggja fyrimunin við
at senda sjúklingar runt til
ymisk sjúkrahús í ymiskum
londum. Eg vildi í øllum
førum treyðugt verið ein
gomul gomul kona úr Svín
oy, sum verður send til
sjúkrahús í Aberdeen.
Føroyingar krevja
minni pínudoyvandi
Uppgávan hjá sjúklingavegleiðaranum er at hjálpa og vegleiða sjúklingum og avvarðandi
teirra, ið eru ávíst úr Føroyum. Hetta kann umfata at vera:
- Hjásitari við læknasamrøður.
- Við til at loysa trupulleikar ella misskiljingar viðvíkjandi viðgerð, røkt ella tænastu, ið ikki
kan loysast saman við starvsfólkinum á deilduni.
- Við til Kanningar og viðgerð.
- At vitja innlagdar sjúklingar, ið ikki hava samband við Sjúklingheimið Tórshavn.
- Vegleiða um rættindi sum sjúklingur.
- Vegleiða um klagu og endurgjaldingarmøguleikar.
- Hjálp til meira upplýsing.
Uppgávan hjá sjúklingavegleiðarinum er eisini at vera eitt bindilið millum viðgerðarstøðini
í Danmark og Sjúklingaheimið Tórshavn.
FAKTA
Føroyski sjúklingavegleiðarin, Elionora Olsen, kennir
bæði føroyskan hugburð og mentan umframt donsku
heilsuskipanina. Og tað týdningarmikið, tá ið hon skal hjálpa
sjúkum føroyingum á Ríkissjúkrahúsinum, sigur hon (Mynd:
Peter Clausen)