mánadagur 19. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 19. mai 2008
11
tíðindi
Hvalur ferðavinnumál
Grønlendskir fiskimenn vilja hava myndugleikarnar at
tynna eitt sindur út í kúlubøkustovninum, tí hvalurin etur
nógvan fisk og oyðileggur reiðskap. Men hesum tekur
ferðavinnan ikki undir við. Finn Siegstad hjá World of
Greenland sigur við KNR, at fremmand ferðafólk vilja
sleppa at síggja hval. Um summarið verður skipað fyri
bátaferðum við fólki, sum vilja sleppa at síggja livandi
hval, sum tí er eitt gott íkast fyri ferðavinnuna.
Skjálvtar í Íslandi
Gjáranáttina var ein veikur jarðskjálvti í Íslandi. Skjálvtin,
sum bleiv máldur til 3,0 á Richter-stiganum, var við
Krísuvík, og sambært jarðfrøðingunum var miðdepilin einar
fimm kilometrar undir jørð við vatnið Kleifarvatn. Seinni
vóru tveir veikir eftitrskjálvtar á somu leið. Hóast
meginskjálvtin var bara trý stig, varnaðust fólk í Hafnarfirði
og har um vegir skjálvtan. Nevnast kann, at Kleifarvatn og
Krísuvík eru ikki langt frá tí kenda Bláa Lóninum.
Økið við Reykjanes er jatrðskjálvtaøki
Kort: Morgunblaðið)
-
Sjúklingaviðgerð
er
meira enn bara ein skurð-
viðgerð. Í Keypmannahavn
hava vit føroyskan sjúk-
lingavegleiðara,
føroyskt
hotel, føroyskan sosial ráð-
geva og eitt føroyskt útiseta
umhvørvið. Og tað er heilt
avgjørt ein styrki, metir
Elionora Olsen.
Hóast hon fegnast um
góða føroyskt-danska sam-
starvið, so eru eisini økir,
sum kunnu bøtast.
- Mangan koma føroysku
sjúklingarnir niður uttan
eina viðgerðarætlan. Tá
henda skal gerast her,
verður sjúklingurin noyddur
at vera longri niðri. Tá talan
er um vanliga sjúkraviðgerð,
kundi ætlanin verði løgd
longu í Føroyum.
Og tá sjúklingurin er lið-
ugur við donsku viðgerðina,
kann tað eisini halta við at
samskipa uppafturvenjing í
Føroyum.
- Síðani eg bleiv sjúk-
lingavegleiðari
hava
vit
fingið skipað tað soleiðis,
at allir sjúklingar, sum
koma niður at fáa bypass
ella klapp, verða sendir
heimaftur í gjøgnum Lands-
sjúkrahúsið, har teir eru inn-
lagdir í eitt døgn. Fyrr fóru
hesir sjúklingar beinleiðis
heim til sín sjálvs, og tá var
skjótt til, at føroyska upp-
fylgingin ikki var nøktandi,
greiðir føroyski sjúklinga-
vegleiðarin frá.
Harðar lagnur
Elionora Olsen vónar, at
samskipanin millum før-
oysku og donsku skipanina
kann gerast enn betur, og
hon sær eisini ein stóran
tørv á at styrkja um sjúklin
gavegleiðarafunktiónina.
- Nú verður danska heilsu-
verkið umskipað, so alt
høvuðsstaðarøki verður lagt
saman. Sum er, kundi eg
brúkt alla mína tíð til skriv-
ligt arbeiði, men persónligu
vitjanirnar eru týdningar-
miklar, og tá Gentofte,
Glostrup
og
Bispebjerg
eisini
verða
partur
av
arbeiðsøkinum er torført at
síggja, at ein persónur kann
gera alt.
Harumframt metir hon at
tørvur er á einum føroyskum
sálarfrøðingi í tilknýti til
føroyska sjúklingaumhvørv-
ið antin á Ríkissjúkrahúsi-
num ella á Hotel Tórahavn.
- Tað eru nógvar tungar
lagnur. Fólk fáa at vita, at
einki kann gerast. Tað er
ómenniskjaligt at fáa at vita
slíkt einsamallur langt heim-
anifrá, og eg eri ofta við til
slíkar samrøður.
- Tað er eisini hart at vera
avvarandi. Tey skulu stuðla
og eggja, samstundis sum
tey eru líka kedd sum tann
sjúki. Ofta hava vit lindið
til bara at síggja sjúklingin
og ikki tørvin hjá tí avvarð-
andi, men tey hava mangan
tørv á sálarligari hjálp, stað-
festir Elionora Olsen, veg-
leiðari hjá føroyskum sjúk-
lingum á Ríkissjúkrahúsi-
num í Keypmannahavn.
Hon vónar, at føroyska sjúk-
lingavegleiðara funtiónin á
Ríkissjúkrahúsin
heldur
fram og verður styrkt.
”
”
”
”
- Føroyingar eru
ikki so útfarandi
sum danir, teir
snakka ikki so
nógv og spyrja
heldur ikki
eins nógvar
spurningar sum
ein vanligur dani
- Tað er partur av
mínum arbeiði,
at fáa skipan
og starvsfólk at
skilja, at tað er
ikki tað sama,
um sjúklingurin
kemur frá
Østerbro ella úr
Føroyum
- Eg vildi í øllum
førum treyðugt
verið ein gomul
gomul kona úr
Svínoy, sum
verður send
til sjúkrahús í
Aberdeen
- Tað eru nógvar
tungar lagnur.
Fólk fáa at vita,
at einki kann
gerast. Tað er
ómenniskjaligt at
fáa at vita slíkt
einsamallur langt
heimanifrá