mánadagur 19. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 19. mai 2008
13
Søgan um ein almennan
stovn, ið noktar at fylgja
avgerðunum hjá
eftirlitsmyndugleikanum
Á heystið 2006 kom
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndin til eina greiða
niðurstøðu og gav Taks
boð um, hvat teir skuldu
gera í tí ávísa málinum og í
øllum líknandi málum. Nú
hálvtannað ár seinni noktar
Taks framvegis at fylgja
avgerðini hjá Kærunevnd-
ini, ið er hægsti fyrisiting-
arligi myndugleiki.
Eg havi verið partur av
hesum máli, síðani eg
heitti á Taks, um at rinda
aftur tað mvg’ið, sum teir
sambært Kærunevndini
uttan lógarheimild høvdu
kravt inn.
Eftirrationalisering
Í fyrstuni var grundgeving-
in tann, at málið var lagt til
dómsvaldið til støðutakan.
Hesa grundgeving góðtók
Kærunevndin ikki, tí so
leingi eingin dómur fyri-
liggur, so skal Taks fylgja
avgerðunum hjá Kæru-
nevndini. Nú metir Taks
seg ikki kunna rinda, tí tað
er eitt mál millum bilasøl-
urnar og keyparin, altso, at
bilasølurnar skulu rinda tað
ólógliga innkravda mvg’ið
til bilkeyparin. Hetta er jú
fulkomuliga burturvið, tí
mvg er eitt avgjald sum
verður umsitið sambært
lóg, og er tað luturin hjá
Taks at umsita hetta sam-
bært galdandi lóg.
Ignorerar hægsta fyri
sitingarliga myndugleika
At Taks sum almennur
stovnur hevur eina aðra
løgfrøðiliga áskoðan enn
eftirlitsmyndugleikin og
leggur málið til dóms-
valdið, er einki eindømi.
Tað, sum er ræðandi, er,
at Taks ignorerar avgerðina
hjá Kærunevndini, sum
greitt staðfestir, at "Skatta-
og avgjaldskærunevndin
hevur tikið eina avgerð, og
so leingi, sum henda ikki
er broytt við dómi, er rætt-
arstøðan, sum nevndin er
komin til, galdandi. Taks
má fylgja avgerðunum hjá
nevndini...”
Goyma upplýsingar fyri
borgaranum
Eitt annað, sum ger hetta
málið enn meira álvarsamt,
er, at í síni síðstu avgerð
sigur Taks seg ikki hava
tær ítøkiligu upplýsingar-
nar um tað goldna mvg’ið
av skrásetingargjaldinum,
tá tað snýr seg um sølu
millum bilasølu og teirra
viðskiftafólk.
Hetta er ein reingjan av
sannleikanum, tí Taks
hevur teir fíggjarligu upp-
lýsingarnar um hvønn
einstakan bil, og eru hesir
einfalt atkomuligir í teirra
telduskipan.
Hvar er tann politiski
myndugleikin?
Viðgerðin av hesum máli
er á markinum til tað
absurda, og samstundis
sum Landsstýrismaðurin í
Fíggjarmálum langar út
eftir almennum stovnsleið-
arum í øðrum málsøkjum,
so letur hann hetta óskilið
halda áfram í sínum egna
ráðið.
Spurningurin er so, um
Landsstýrismaðurin í
Fíggjarmálum fer at sópa
fyri egnar dy,r ella fer hann
einki at gera við hetta
álvarsmál, har rættartrygd-
in hjá tí borgaranum verður
sett í vanda?
Trúvirðið hjá Taks
Heðin D.
Poulsen
Viðmerking til Jóhann
Mortensen
Til svarið frá Jóhann
Mortensen til mín í viku-
skiftinum skal eg við-
ganga, at eg havi ikki
lisið tíðindastubban frá
útvarpinum í vikuskifti-
num, og hvat tíðinda-
sendingunum viðvíkur,
lurti eg sum oftast bara
eftir tíðindasending-
unum á middegi og um
kvøldið. Har havi eg
ikki hoyrt nevnt nakað
um nevnda tiltak, uttan
eina kunngerð frá
Tvøroyrar kirkju
mikudagin. Havi spurt
onnur um hetta sama,
og hava tey heldur ikki
lagt merki til tað.
Møguliga hevur tað
verið nevnt í øðrum av
tíðindasendingunum
igjøgnum dagin. Og um
so er, at eg her havi
gjørt tykkum órætt, vil
eg hervið treytaleyst
biðja um eina umbering
fyri tað.
Kanska hava vit verið
úti í ov góðari tíð, tá
tiltakið og fyribilsskrá
vóru lýst á Suðuroyar-
portalinum longu í
februarmánaði. Men tá
vit hava lagt til merkis,
at tíðindi úr Suðuroy í
útvarpi og sjónvarpi
sum oftast stava haðani,
mettu vit tað vera
kunning nokk. Men har
hava vit óivað mett
skeivt.
Men tað er ikki hetta
sum er tað avgerandi
fyri okkum í hesum
málinum. Ongin av
okkum hevur droymt
um, at útvarpið ella
sjónvarpið fóru at gera
nakað burturúr øllum
tiltøkunum, sum skipað
var fyri í hesum
sambandi.
Men tað harmar
okkum, at ikki høvuðs-
tiltakið, hátíðarguds-
tænastan í Tvøroyrar
kirkju Kristi Himmal-
ferðardag kundi verða
send í einum av fjøl-
miðlunum. Og hana
visti í hvussu so er
útvarpið um næstan ein
mánað áðrenn. So hana
kundu tit sent, um áhugi
var fyri tí. Og kenni eg
starvsfelagar mínar rætt,
hevði eingin av teimum
havt nakað ímóti at
vikið plássið, fyri at tað
hevði kunnað latið seg
gjørt, um so skuldi verið
neyðugt.
Gudstænastan í Tvør-
oyrar kirkju liggur fast
kl. 11 sunnumorgun. Og
var tað tí náttúrligt, at
hon eisini gjørdi tað
henda dagin. Og hon
verður heldur ikki flutt,
fyri at t. d. ein teknikari
hjá útvarpinum skal
hava møguleika at koma
aftur og fram sama dag,
um tað í framtíðini
skuldi verið ynski um at
senda eina gudstænastu
úr Tvøroyrar kirkju. Tað
sama er eisini galdandi
hinar kirkjurnar í presta-
gjaldinum. Annað og
meira liggur ikki í
seinastu viðmerkingini.
100 árahaldið hjá
Tvøroyrar kirkju
Jónsvein
BecH
At síggja og hoyra ein
relativt nýggjan landspolit-
ikara tvíhalda um eittans
politiskt mál, sum Gerhard
Lognberg ger í løtuni, er
skuffandi, eftir, at vit í
Føroyum loksins hava gjørt
Føroyar til eitt valdømi.
Henda avgerð, at gera
Føroyar til eitt valdømi,
skuldi m.a. vera við til at
menna samstarvið millum
okkara politikarar og
sostatt eisini effektivitetin í
føroyskum politikki –
effektivur politikkur kostar
einfalt skattgjaldarunum
minni pengar, og skapar
eisini eitt betri politiskt
huglag og arbeiðsviður-
skifti, og tískil eisini betri
politiskar semjir og avtalir,
til frama fyri allar
føroyingar.
Winston Churchill segði
einaferð: ”A fanatic is one
who can’t change his mind
and won’t change the
subject” – umsett: “Ein
fanatikari er ein, ið ikki
fær broytt sína meining og
ikki vil skifta evnið”. Hetta
minnir harmiliga nógv um
støðuna og atburðin hjá
Gerhardi Lognberg í
hesum døgum. Hann
kennir seg óivað sum eina
lús millum tvær negl, men
soleiðis er ofta tá ein er
landspolitikari – eg havi
samkenslu við hansara
tvístøðu, men eri ikki
samsintur viðvíkjandi
hansara niðurstøðu.
Ein politikari kann ikki
bera seg at í landspolitikki,
sum hann ger heima ella
millum síni avbygdafólk.
Sjálvsagt merkir tað ikki,
at ein kann hava eina
meining privat og eina
mótstríðandi meining
politiskt, men tað merkir,
at ein má sína politiskt
hegni – diplomati – og
hava eina raðfesting, sum
ikki er ófrávíkilig. Tað er
vanligt, at ein politikari
hevur eitt hjartamál, men
bert at sýna áhuga fyri
eittans máli er meira
sjáldsamt – og óheppi – tí
har, ið bert eitt mál og ein
áhugi er, sum ber av øllum,
kann eingin raðfesting vera
og sostatt einki rúm fyri
diplomatiskum virksemi.
Óivað saman við mong-
um øðrum føroyingum, eri
eg troyttur av at hoyra um
og uppliva okkara umboð á
Tingið bera seg tápuligt at.
Tað kann einfalt ikki passa,
at politikarir, sum hugsa
seg væl um, kunnu meina,
at tað hevur størri týdning
at gera ein undirsjóvar-
tunnil til eina oyggj, sum
longu hevur ferðasamband
til miðstaðarøki, enn at
uppdatera skúlar, sum
trongdu til bata áðrenn
Gamlarætt varð gjørd.
Er fatanin hjá øllum
sandoyingum tann, at so
leingi ferðahættir eru til,
sum teir ikki hava, so skulu
hesir hættir fáast til vega?
Teir fingu jú ferjulegu og
skip fyri uml. 500 milliónir
kr., meðan Studentarskúlin
í Hoydølum og Tekniski
skúlin í Tórshavn í sama
tíðarskeiði trongdi til nýggj
høli. Og nú skulu teir hava
tunnil, hóast hesir skúlar
framvegis ikki hava fingið
nýggj høli. Skulu teir so
eisini hava flogvøll aftan á
undirsjóvartunnilin er
gjørdur, áðrenn sandoy-
ingar unna skúlunum nýggj
høli?
Nei, sandoyingarnir hava
fingið; nú skulu skúlarnir
fáa fyrst. Hetta er ikki ein
spurningur um vit antin
gera ein skúlamiðdepil ella
undirsjóvartunnil, men ein
spurningur um raðfesting –
hvat gera vit fyrst? Hvat
kann bíða? Hvat hevur
størstan samfelagsligan
týdning? Hvat hava vit ráð
til nú? Hvørji árin fær slík
avgerð? O.s.fr.
Um ein politikari ikki
dugir ella tímir at seta sær
slíkar spurningar, fyri at
gera sær eina skilagóða
niðurstøðu, er viðkomandi
ikki nóg nærlagdur og
ábyrgdarfullur – blint
trúfesti til ein veljaraskara
er ikki gott trúfesti. Tá er
ein bert útynnari hjá lokal-
um fanatikarum. Logiskt
og rationelt tankavriksemi,
og síðani vísdóm og skyn-
semi í útynning, er dýra-
barasti eginleikin hjá
einum politikara – um
hetta vantar má strembast
eftir tí, eins og góði hand-
verkarin leggur seg eftir at
greiða arbeiði skjótt og væl
úr hondum. Ein politikari
hevur eisini ábyrgd at nýta
politiska handverkið fyri at
greiða sítt arbeiði væl úr
hondum.
Tá eitt av kærastu rakstr-
arrópunum hjá politikarun-
um síðstu tíðina hevur
verið, at Føroyar skal
gerast eitt vitanarsamfelag,
so haldi eg sanniliga tíðin
er komin at seta handling
aftan fyri (rakstrar)orðini.
Miðnámsskúlarnir eru
hornasteinarnir fyri ung-
dóm, ið vil byggja land –
hvør betur samfelagsíløga
enn tann, at byggja nýggj-
ar, rúmligar og tíðarhósk-
andi skúlar. Um vit vilja
afturgongd og misrøkja
okkara unga tilfeingi,
skulu vit bert halda á fram
við at bora tunnlar og ikki
útbúgva okkara stigtakandi
ungdóm á virðiligan hátt.
Tá tað bert verður bora
og ikki bygt, enda vit við
at vera noydd at búgva í
hesum myrku holum, sum
tær moldvørpur vit eru. At
hava ”tunnel vision”, sum
bretar siga, er ikki sam-
einiligt við eitt vitanar-
samfelag.
Við vón um betri skúlar
Tíðin er farin frá fanatiskum lokalpolitikki
DáviD isfelD
Lesið
- so eru tit við