mánadagur 19. mai 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 93 - 19. mai 2008
Í góðveðrinum
leygardagin
fóru menn at
kava út fyri
Lopranseiði
vestantil á
Suðuroynni.
Teir leitaðu
eftir vraklutum
av skipinum
Westerbeek, ið
fórst í 1742
Skip
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir; Talgilt og Dagfinn
Olsen
Westerbeek sakk 2. sep
tember í 1742, og fleiri havt
havt á munni, at áhugavert
hevði verið at kava á stað
num, har hildið verður at
Westerbeek sakk.
Leygardagin fóru menn
at kava. Tað er Mathias
Lassen, sum er oddamaður.
Hann hevur áhuga í søguni
um Westerbeek og hevur
kannað og skrivað um søg
una.
Funnu onki
leygardagin
Kavarar leitaðu leygardagin
eftir kanónum, ella øðrum
vraklutum, av Westerbeek,
sum sakk vestanfyri Suður
oynna í 1742, men teir
funnu onki. Men alt gekk
avbera væl. Náttúran er vøk
ur á staðnum.
Tað blivu bert til 3 túrar
við ferðafólki í fjørsummar,
men heldur átti at verið
siglt 3 túrar um vikuna, um
borið var rætt at, sigur
Mathias Lassen um náttúru
vakurleikan
Mathias Lassen, sum er
søguliga áhugaður í West
erbeek, var á odda fyri
royndunum, men afturat
sær hevði hann t.d. Sigurð
Gudmundson, ið eigur út
gerð og skjóttgangandi bát
ar. Sigurd og Ditlev Winther
hava latið bátar. Brimil lá
eisini undir Beinsvørði und
ir leitingini.
Leitað varð útfyri Lopr
anseiði og nakað suðureftir
mótvegis Beinisvørði.
Kavarar frá fyritøkuni hjá
Símun J. Højsted, kavaðu.
Teir hava alla hugsandi út
gerð, so sum mtealleitara,
undirvatnsscootarar
og
myndatól. Tvær kavingar
vórðu gjørdar leygardagin
og teir vóru onki minni enn
bergtiknir av Suðuroynni.
Mathias Lassen segði
soleiðis leygarkvøldið:
Teir eru púra ovfarnir
og njóta veruliga at arbeiða
í hesum vakurleikanum.
Teir siga sum er, at bjørg og
onnur støð norðanfjørðs, ið
víst verða fram, kunnu
pakka saman, um samanbor
ið verður við hetta. Teir
skilja als ikki, at tað bert
blivu til 3 túrar við ferða
fólki í fjørsummar, tí heldur
átti at verið siglt 3 túrar um
vikuna, um borið var rætt
at, sigur Mathias Lassen.
Hóast onki varð funnið
leygardagin, so var gleði í
at arbeiða undir so vøkrum
umstøðum og í góðveðri
num. Ætlanin var beinan
vegin at royna aftur sunnu
dagin.
Westerbeek sakk í 1742
og serliga eru tað gotur
stykkini, kanónirnar, ið vón
ir eru um at finna.
Úrslit!
Kavarar leitaðu aftur sunnu
dagin eftir vraklutum av
Westerbeek. Leitingin gav
úrslit og greiðar ábendingar
um vraklutir
Stigtakarin, Mathias Lass
en, var fegin og segði sunnu
kvøldið, at seinnapartin
sunnudagin
vísti
metal
leitarin greitt og konsentrer
að útslag. Men tað, ið er á
botni, liggur fjalt undir
gróti, men staðið er merkt,
og endi settur á. Farast má
so møguliga aftur á staðið
við tólið, ið vísur hvussu
langt undir grótinum, fong
urin liggur fjaldur.
Mathias Lassen fegnast
um, at leitingin gav úrslit
júst á tí stað, har teir alla
tíðina hava hildið, at Wester
beek fór á land. Enn er ikki
avgjørt, nær og um enn
ein roynd verður gjørd at
kava á staðnum.
Westerbeek var seglskip
úr Hollandi, ið fór á land á
leiðini útfyri Lopranseiði
og Beinsvørð 2. september
í 1742. Søgan um hending
ina hevur livað síðani, og
Mathias Lassen hevur í
longri tíð kannað søguna,
Leitingin eftir Westerbeek
tíðindi