fríggjadagur 16. mai 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 • 16. mai 2008
Vikuskifti 19
Um eina lítla viku verður nýggi
filmurin um Indiana Jones
frumsýndur kring heimin, og
stórur spenningur er um filmin.
Ein ummælari, sum sigur seg
hava filmin, gevur filminum
lunkað ummæli. Hann heldur,
at hetta er filmurin, sum mann
stúrdi fyri, tí hann er als ikki
so spennandi, sum undanfarnu
filmar, og hartil spæla
sjónleikararnir heldur ikki líka
væl.
Madonna er
rúkandi heit
Hóast hon er nærkast
teimum fimmti, er
tað eingin onnur
poppstjørna, sum
í løtuni megnar at
fylgja við Madonnu.
Hon hevur júst givið
sína 11. studiofløgu
út, og fløgan selir
stórt kring allan
heimin. Í farnu viku
var Madonna ovast
á hitlistum í 12
ymiskum londum
– millum annað á
tí týðandi bretska
hitlistanum.
Eitt svenskt par hevði ilt við at trúgva sínum egnu eygum, tá
ið tey í farnu viku kannaðu lotto-seðilin hjá sær. Tað vísti seg
nevniliga, at tey vóru einsamøll um at vinna høvuðsvinningin, sum
var heilar 135 milliónir svenskar krónur – svarandi til umleið 108
milliónir danskar krónur. Hetta er størsti lotto-vinningurin, sum er
vunnin í Svøríki.
Svenska parið hevði valt sær tølini í lotto-dráttinum eftir at
hava lisið eina grein um, hvørji tøl oftast koma fyri í dráttinum.
Í 1990’unum var sendirøðin Beverly Hills 90210 ein av teimum heilt stóru, og nú verður arbeitt við at taka hesi
sendirøð uppaftur. Maðurin, sum stóð aftanfyri upprunaligu sendirøðina, Darren Star, er sjálvur farin í holt við
fyrireikingarnar til nýggja sendirøð, og fleiri av teimum gomlu sjónleikarunum hava játtað at verið við. Hetta
skrivar IMDB News. Tað er ikki komið fram, hvat nýggja sendirøðin fer at snúgva seg um, men roknað verður
við, at Beverly Hills 90210 verður aftur at síggja í amerikanskum sjónvarpi síðst í hesum árinum.
Í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Vunnu
108 milliónir
Lunkað
ummæli
Meira Beerly Hills
USA liggur langt fremst í eini uppgerð yvir heimsins fangar. Fimm prosent
av heimsins íbúgvum búgva í USA, men 25 prosent av øllum fangum sita í
fongsli í USA. Ein bretskur stovnur hevur gjørt upp, at umleið 2,3 milliónir
amerikanarar sita í gegli. Orsøkin skal vera, at amerikanarar hava strangar
lógir og reletivt nógvan kriminalitet.
Nógvir amerikanarar
í gegli