fríggjadagur 16. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 92 - 16. mai 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Átøk ímóti
ólógligum
innflytarum
Í Italia eru myndugleikarnir
farnir í hernað ímóti útlend
ingum, sum eru komnir
ólógliga til landið. Í gjár
varð fráboðað, at umleið
100 útlendingar vóru tiknir,
og at 53 teirra vóru sendir
av landinum. Teir tiknu
vóru
úr
Eysturevropa,
Albania, Grikkalandi, Norð
urafrika og Kina. Italska
løgreglan hevur leingi víst
á, at nógvir av teimum ólóg
ligu innflytarunum fáast
við ymiskt ólógligt virk
semi. Harafturat hevur land
ið stórar trupulleikar av
rumenskum sigoynarum,
sum hava búsett seg í Nap
oli, og sum halda seg uttan
fyri tað vanliga samfel
agið.
Undir valstríðnum her
fyri lovaði Silvio Berlus
coni at loysa trupulleikar
nar við teimum nógvu
ólógligu innflytarunum,
um hann bleiv valdur. Tað
bleiv hann, og átøkini hjá
løgregluni eru tekin um,
at hann heldur orð.
Sendiharri
hóttur
Myndugleikarnir í Avstr
alia eru ørkymlaðir av, at
landsins sendiharri í Fiji
oyggjunum hevur fingið
tvær drápshóttanir teir
seinastu fjúrtan dagarnar,
og avstralska stjórnin hev
ur tí biðið myndugleikarnar
í oyggjunum styrkja vakt
arhaldið kring sendiharran
og sendistovuna. Viður
skiftini millum Avstralia
og Fijioyggjarnar hava
verið heldur septn, síðani
Frank Bainimarama tók
valdið í oyggjunum fyri
tveimum árum síðani.
Hann hevur lovað at skipa
fyri vali næsta ár.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Vit fara at vinna kríggið í Irak innan 2013,
og tá verður Irak eitt vælvirkandi demokrati
John McCain
útlond
Silvio Berlusconi heldur
vallyfti
Mynd: Polfoto
Síðani 1970 er næstan
ein triðingur av heims
ins villdjórum horvin
Vit hava neyvan varnast
tað, men tey seinastu 25
árini er djóratalið í heimin
um minkað ein heilan fjórð
ing. Tað er niðurstøðan,
sum bretski stovnurin Zoo
logical Society of London
og Heimsnáttúrugrunnurin
WWF hava gjørt burtur úr
einari drúgvari frágreiðing
um djóralívið á Jørðini.
Í
frágreiðingini
verður
greitt frá støðuni hjá umleið
1.400 ymsum djórasløgum
og gongdini hjá teimum í
árunum frá 1970 til 2005.
Niðurstøðan er, at tað eru
serliga djór, sum liva í og við
feskt vatn, sum líða, og at 29
prosent av hesum djórasløg
unum eru horvin tey seinastu
25 árini. Frágreiðingin vísir
eisini, at tað eru sera ymisk
djór, sum líða í hesum árum,
og nevnd verða so ólík djór
sum afrikanskar antilopur,
svørðfiskur og hamarahávur.
Ávirkar mannaættina
Um orsøkina til gongdina í
djóraheiminum sigur frá
greiðingin, at menniskjan
eigur høvuðsorsøkina. Vit
dálka verri, fiska og djóra
stovnar verða ov hart troytt
ir, og alt ov mong fólk vilja
sleppa at búgva í býum, sum
ger, at minni pláss er til djór
og náttúruna sum heild.
Tað er ikki bara djóraheim
urin, sum verður ávirkaður
av, at so nógv djórasløg
doyggja út, tí hendan gongd
in ávirkar eisini mannaættina,
sigur aðalstjórin í WWF,
James Leape, við BBC.
Eingin sleppur undan
avleiðingum, tá margfeldið
í heimsins djóralívi minkar.
Eitt nú skerjir tað okkara
møguleikar at verja okkum
ímóti sjúkum, sigur hann.
Men eitt gott tekin er, tí
tað vísir seg, at færri djóra
sløg eru horvin tey seinnu
árini, og tað taka granskar
arnir sum eitt tekin um, at
arbeiðið at verja umhvørvið
hevur borið ávøkstur.
Amerikanski forsetin
sigur, at hann er
givin at spæla golf av
virðing fyri teimum
hermonnunum, sum
eru í kríggi í Irak og
Afghanistan
Eg haldi, at sum forseti
eigi eg at vísa samhuga við
teimum, sum vara av okkara
hermonnum uttanlands. Tí
eri eg givin at spæla golf, tí
eg haldi ikki, at tað er
sømiligt fyri forsetan at
spæla golf, meðan amerik
anskir hermenn gera tæn
astu
uttanlands,
sigur
George W. Bush, forseti, í
samrøðu við Yahoo.
Men amerikanskir her
menn, sum hava verið í
kríggi,
halda
lítið
um
avgerðina hjá forsetanum
og „offur“ hansara. Brandon
Friedman, sum hevur gjørt
tænastu í Irak og Afghanist
an, sigur við Sky News, at
nógvir túsund amerikanarar
hava verið noyddir at leggja
munandi meiri enn golf
spælið á hyllina orsakað av
bardaganum ímóti yvir
gangi.
Avgerðin hjá forsetanum
vísir bara, hvussu lítla føl
ing hann hevur við teimum
vanligu
amerikanarunum
og serstakliga teimum, sum
gera tænastu í Irak og teirra
avvarðandi, sigur Brandon
Friedman við Sky News.
Fyrrverandi hermenn ilskast inn á Bush
George W. Bush, forseti, er givin at spæla golf. Tað er ósømiligt
av forsetanum at spæla golf, meðan amerikanskir hermenn eru
í kríggi, sigur hann
Mynd: Reuters
Fjórðingurin av heimsins djórum
horvin tey seinastu 25 árini
Dálking og ovurveiða eru høvuðsorsøkin til, at djórasløgini í heiminum eru fækkað í stórum
Mynd: Polfoto