fríggjadagur 16. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 • 16. mai 2008
Vikuskifti
20
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Jesus segði: "Ríki
mítt er ikki av
hesum heimi"
(Jóhannesar evangeliið 18,36)
Eftir John S. Myllhamar,
Sandavágur
Guðs ríki er ein veruleiki mitt í
hesum heimi. Ódnirnar í tí hava
verið harðar, og gjøldur hevur
verið gjørdur burtur úr tí. Tað
skuldi nokk kunnað leggjast í
oyði!
Tað hevur ikki verið spart
við álopsvápnum. Kongurin í
hesum ríki varð píndur á einum
krossi. Børnini í hesum ríki
vórðu tveitt til síðis ella beind
av vegnum. Lógirnar í hesum
ríki vóru blástar langan veg, og
skattirnir í hesum ríki høvdu
ongan áhuga. Men tað løgna er
hent: Ríkið varð standandi!
Heimsins ríki vórðu koyrd
um koll. Stats- og samfelags-
skipanir broyttust, og kongaríki
skulvu í grundini. Ofta var
teskað í ormagarði, at nú vóru
eisini dagarnir hjá Guðs ríki
taldir. Men áðrenn ein visti av,
blómaði hetta ríkið sum ein
rósugarður á nýggjum støðum.
TÍ RÍKI HANSARA ER IKKI AV
HESUM HEIMI.
- Heilt nýggjar kreftir standa
tilreiðar í hesum ríki; kreftir, ið
gera alt menniskjaligt skil til
skammar og sum hótta allar
spillandi kreftir.
Ríkið mítt er ikki av hesum
heimi. Guðs vald er ævigt.
Ongantíð fer tað til grundar,
tað kann ikki "Ríki hansara
kann aldri farast", skrivar
Dánjal profetur. Einki ættarlið
man treingja meira til at hoyra
hetta, enn okkara.
Vit trúgva tí ikki, at menn-
iskja kann endurreisa para-
dísið á jørð. Vit vita, at øll
ríki heimsins skulu fara til
grundar. Og so venda vit eygum
okkara móti Honum, sum
stendur andlit til andlits við
umboðsmannin hjá jarðarinnar
valdi, Pontius Pilatus. Til
hansara leita vit, og so biðja
vit: Komið ríki títt!
Bara í ríki hansara er
trygt at búgva.
orðið
Kvinnur hittast
til stevnu
Nesvík: Hetta vikuskiftið
hava kvinnur í hópatali leitað
sær til leguhúsið í Nesvík.
Hetta hendir í samband við
landsstevnuna hjá Sjómans-
kvinnuringunum kring landið,
og sum byrjar í kvøld og endar
seinnapartin sunnudagin.
Á skránni er orðaskiftið um
arbeiðið, bíbliutími, møtir og
gudstænasta. Við á lands-
stevnuni verður Finn Juhl
Nielsen, ið starvast innan
sjómansmissiónina í Danmark.
Eyðgunn og Bill
tjakast um rúsevni
Toftir: Komandi vikuskifti
hevur Bláikrossur landsfund sín
í missiónshúsinum og kirkj-
uni í bygdini. Fundurin byrjar
leygarmorgunin við áhugaverd-
um tjaki millum løgtingsfólkini
Eyðgunn Samuelsen og Bill
Justinussen. Tey bæði fara
at tjakast um ábyrgdina sum
samfelagið hevur at tryggja
børnum og ungum ein rúsfrían
uppvøkstur. Á landsfundinum
fara nøkur blákrossfólk eisini
at tosa um felagsskapin í
dag og í tíðini framyvir. Við á
fundinum verður haraftrat Heidi
Westborg Steel, sum er altjóða
samskipari hjá Bláa Krossi í
Noregi. Bláikrossur Føroya hevur
skrivstovu í Runavík. Formaður
í landsnevndini er Sverri
Steinhólm í Havn.
Grønur sunnudagur
í kirkjuni
Fólkakirkjan: Sunnudagurin
komandi - Trinitatis sunnudagur
– verður í ár hildin sum ein
grønur dagur í kirkjum og
kristnum samkomum. - At tann
grøna hugsanin kemur inn um
kirkjugátt og í gudshús, er ikki
eitt nýtt fyribrigdi, verður sagt av
bispakontórinum. Hugskotið at
hava ein slíkan grønan sunnu-
dag eigur Finnbogi Joensen úr
Vestmanna. Finnbogi er væl
kendur millum fólk, ið geva
umhvørvinum gætur. Trinitatis
sunnudagur hóskar væl sum
grønur sunnudagur. Tað er vár,
og summarið er í hondum.
- Eisini gudfrøðiliga er dagurin
hóskandi. Vit kunnu altíð meta
um, hvørt hetta er tann besti
dagurin ella ikki. Havandi í huga
tann várliga dámin, veðurlagið
og árstíðina, so er valið av
degnum heppið, verður sagt.
Gongst sum ætlað fer Kina
at framleiða ein fjórðing av
øllum heimsins bíblium í
2009. Mánadagin í kom
andi viku verður ein risa
stór prentsmiðja vígd
Nýggja prentsmiðjan fer at kunna
prenta 23 bíbliur um minuttin
í útgávum, sum serliga venda
sær til tey 10 ymisku málini í
landinum.
Aftanfyri ta 48.000 fermetrar
stóru prentsmiðjuna stendur
felagsskapurin Amity Foundation,
sum samstarvar við bretska
bíbliufelagið.
Í fjør hátíðarhelt felagsskapurin
at Bíblia nr. 50 millión varð prent-
að í Kina.
- Tað er einki minni enn eitt
undur, at Gud skapar møguleikar
fyri at prenta í milliónatali av
bíblium til tey kristnu í Kina, sigur
leiðarin í felagsskapinum, Zhang
Liwei sambært bretska blaðnum
The Guardian.
Eingi hagtøl eru yvir, hvussu
mong kristin eru í Kina. Onkur
sigur 40 mió kristin, men semja
er kortini um, at talið av kristnum
kinesarum er í stórum vøkstri.
Og nú fáa tey so eisini møgu-
leika at lesa Bíbliuna á sínum
egna máli.
Kina sum eitt bíbliuveldi
Hvørt sunnukvøld bjóða
tey ungu inn til ungdóms
møti í missiónshúsinum í
Leirvík. Her verða ymisk
evni tikin fram um, hvussu
ein kann liva lívið sum ein
trúgvandi ungdómur
Leirvík: - Endamálið er at
vísa teimum ungu, at Jesus er
livandi í dag, eins og hann var
tað fyri 2000 árum síðani, sigur
leirvíkingurin Kartin Høgnesen.
Hann er ein av limunum
í ungdómsnevndini í
missiónshúsinum, og leiðir eisini
fleiri av møtunum.
Hóast Kartin hevur verið
trúgvandi eina tíð og situr í
nevndini, hevur hann tørv á at
koma til hesi ungdómsmøtini.
- Eg fái sjálvur nógv burturúr.
Eg verði uppbygdur andaliga, og
fái styrki til at liva eitt lív sum
trúgvandi gjøgnum vikuna. Eg
gleði meg altíð til sunnukvøld kl.
9, sigur hann.
Í ungdómsnevndini sita Suni
Justinussen, formaður, Kartin
Høgnesen, Petur Súni Jacobsen,
John Nolsøe Olsen, Helena
Kannuberg og Andrias Djurhuus.
Ungdómsmøtini eru sunnukvøld
kl. 21 og vara í hálvanannan
tíma ella so. Aftaná er ein
góður drekkamunnur at fáa í
kjallarinum.
Ymisk evni
Hóast evnini, sum verða
umrødd kunnu verða ymisk,
hava ungdómsmøtini í Leirvík
kortini sama innihald sum onnur
ungdómsmøti kring landið.
Ein stórur partur av skránni
er sangur og tónleikur. Her
verður sungið bæði á enskum og
føroyskum máli, áðrenn talarin til
kvøldið sleppur framat við sínum
evni, sum annaðhvørt er umbiðið
ella talarin sjálvur velur eitt evni.
- Vit leggja dent á at taka upp
evni, sum eru frammi í tíðini. Er
okkurt andaligt evni frammi, og
sum nógv ung tosa um, so kunnu
vit gott hava eitt ungdómsmøti
um júst tað evnið, sigur Kartin.
Í vetur hava tey m.a. lært um
Martin Luther, hvønn týdning
Jesus-navnið hevur og um at
hava álit á Bíbliuni, sum er Guds
sanna orð.
- Vit ynskja eisini at vísa
teimum ungu á Jesus, soleiðis at
hann kann gerast teirra frelsari,
slær Kartin Høgnesen fast.
Vanliga eru tey omanfyri 50
á ungdómsmøti. Onkutíð upp
ímóti 70 og onkutíð niðanfyri. Tey
koma bæði úr Leirvík, Fuglafirði,
Toftum, Rituvík og Gøtu.
Gleði meg at fara
á ungdómsmøti
- Tað er gott at kunna lesa Bíbliuna heima við hús, men ein hevur eisini brúk fyri einum andaligum felagsskapi, sigur
Karstin Høgnesen í Leirvík (fremst á myndini)