Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 93 - 19. mai 2008 Hátíðardámur á Tvør­ oyri um vikuskiftið, tá stásiligu pakk­ húsini hjá kgl. eina­ handlinum vórðu tikin í nýtslu sum mentanar­ og ung­ dómshús Mentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nú kann Suðuroyggin erpa sær av enn einari vakrari perlu. Hetta vikuskiftið vórðu nýumvældu pakkhús­ ini hjá Thomsens tikin al­ ment í nýtslu. So nú kunnu mentan, lív og ungdómar aftur fylla gamla havnar­ lagið á hesum søguliga bletti, sum hevði sína stór­ heitstíð fyri mongum árum síðani sum fiska­ og hand­ ilsmiðstøð landsins. Eins og við vælumtóktu Pubbini, sum lat upp fyri knøppum ári síðani, er tað eldsálin Anna Kirstin og bróðurin Thomas Thomsen, sum eru stigtakarar til ment­ anarverkætlanina “Seglhús­ loftið”, meðan Pakkhús 4 hýsir ungdóminum í bý­ num. Um vikuskiftið vórðu høl­ ini formliga tikin í nýtslu, og tað var í hesum sam­ bandi, at ein hópur av fólki høvdu leitað sær suður til móttøku. Og sum altíð, tá ið suður­ oyingar hava nakað at há­ tíðarhalda, var tað gjørt við pomp og pragt. Fyrst var almenn móttøku fríggjadag­ in, og leygardagin var stór veitslu fyri innbodnum og rimmar almennum dansur aftaná. Seglhúsloftið var karmur um alt hátíðarhaldið og stóð royndina við brav­ ur. ­ Nógv søgdu, at eg var púra ør og at hetta ongantíð fór at ganga ­ men hygga nú. Vit hava longu fingið fleiri fyrispurningar um at leiga hølini til tiltøk, fundir, ráðstevnur og veitslur, so hetta er avgjørt tiltrongt, segði ein væl nøgd Anna Kirstin Thomsen, meðan hon vísti okkum runt í ný­ umvældu bygningunum. Nýtt og gamalt Her er eisini nógv at vera errin av, tí hetta eru ikki eiti á hølum: ”Seglhúsloftið” eru tríggjar ljósar og rúm­ ligar hæddir, innrættaðar við støði í upprunaliga sniði­ num við trægólvum, hvítum múraðum veggum, sjónlig­ um bitum og sprossavind­ eygum. Í neðra er væl út­ gjørdur ídnaðarkøkur, gardaroba og vesir, meðan ovaru hæddirnar hava fleiri stór høli, pall og ein stási­ ligan barrdisk úr skínandi kopari, sum Dennis Lava, snikkari, hevur gjørt. Tað fer at bera til at leiga allar tríggjar hæddirnar, ella bara ein sal. – Her verða til dømis tríggjar konfirmatiónir sama dag í oktober. Og fólk mugu sjálvi avgera, um vit skulu gera matin til teirra, ella tey leiga seg inn í køkin við egnum kokki, sigur Anna Kirstin, sum hevur fingið skonkiloyvi og dansi­ loyvi, umframt uttandura skonkiloyvi. ­ Hetta er sera týdningar­ mikið í dag, har fólk krevja at fáa eitt glas av víni, tá tey hava frí, sigur Anna Kirst­ in. – Eg ætli mær eisini at skipa fyri dansivikuskiftum fyri fólki norðanífrá, sigur Anna Kirstin, sum er víða­ gitin dansilærari. Friðað umhvørvi Albert Isfeldt, arkitektur, hevur teknað hølini í tøttum samstarvi við Tórolv Weihe, arkitekt, frá Fornminnis­ savninum. Av í at alt um­ hvørvið er friðað, hevði tað stóran týdning, at alt varð varðveitt í upprunaliga snið­ inum, so alt timbur og snikkaraarbeiðið er gjørt eftir gomlum byggihættum. ­ Petur Hammer hevur staðið fyri timburarbeiði­ num. Til dømis er alt timbr­ ið felt niður í hvørt annað ­ ongir naglar ella skrúvur eru nýtt, sigur Anna Kirstin, meðan hon vísir okkum runt. Allir skilaveggir eru múraðir upp eftir gomlum byggihátti, og hetta hevur múrarin Sven Roast staðið fyri. Stór íløga Verkætlanin fevnir um eina íløgu uppá einar 5–6 milli­ ónir krónur. Onnur enn Thomsens hava eisini sett partapening í. Til dømis Royndin, sum er íløgufelag til frama fyri íverksetan undir Tryggingarfelagnum Føroyar. Richard B. Thom­ sen á Tvøroyri hevur sett í, umframt trolarin Brestir hjá Poul Hansen. Eisini hevur Føroya Shell latið eina pen­ ingagávu, og Fornminnis­ savnið hevur eisini stuðla, tí bygningarnir eru friðaðir. Tvøroyrar Kommuna stuðl­ ar á tann hátt, at hon leigar Enn ein perla ToyoTa avensis 2.4 soL auT. skrásetingarnr: KP 008 Km: 19.000 Árgangur: 14.06.2006 kr. 264.000,- ToyoTa avensis 1.8 iCo skrásetingarnr: LD 542 Km: 176.725 Árgangur: 22.10.2003 kr. 148.000,- ToyoTa Rav 4 2,0 vvT-i skrásetingarnr: VS 482 Km: 30.000 Árgangur: 04.09.2006 kr. 274.000,- ToyoTa CoRoLLa 1.6 H/B skrásetingarnr: UH 762 Km: 89.000 Árgangur: 06.02.2004 kr. 135.000,- PeugeoT 306 2.0 Hdi skrásetingarnr: TR 147 Km: 187.000 Árgangur: 01.01.2001 kr. 48.000,- Mazda B2500 d, Mvg BiLuR skrásetingarnr: EV 679 Km: 69.000 Árgangur: 30.07.2002 kr. 78.000,- Mazda 6 skrásetingarnr: EL 469 Km: 47.000 Árgangur: 16.09.2005 kr. 172.000,- ToyoTa avensis 2.0 Td skrásetingarnr: LU 900 Km: 125.000 Árgangur: 19.08.1999 kr. 75.000,- Mazda 626 2.0 Tdi skrásetingarnr: SV 702 Km: 213.000 Árgangur: 10.11.1998 kr. 64.000,- ToyoTa CoRoLLa 1.6 Luna B. H/B skrásetingarnr: TG 470 Km: 50.000 Árgangur: 11.05.2005 kr. 158.000,- Ein fegin og altíð gestablíð Anna Kirstin Thomsen til móttøkuna á Tvøroyri fríggjadagin Mynd: Talgilt