mánadagur 19. mai 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 19. mai 2008
3
tíðindi
seg inn til ungdómshúsið í
Pakkhúsi nr. 4, meðan
Suðuroyar Sparikassa hevur
fíggjað verkætlanina.
Hava nógv at bjóða
Anna Kirstin greiðir frá, at
hetta er bara byrjanin til
nakað stórt fyri Suður
oynna.
Eg vóni at hetta kann
gerast byrjanin til eina liv
andi mentanar og ferða
mannavinnu her suðuri.
Men onnur noyðast eisini
bjóða seg fram við gisting
og tilboðum til ferðafólk.
Vit mugu skapa eitt heild
artilboð, har øll samstarva
og draga somu línu, sigur
hon. Eisini vísir hon á, at
tað fleiri ferðir hevur verið
uppá tal politiskt at seta eitt
fólk í starv í Suðuroy, sum
kann samskipa ferðavinn
una.
Vit duga nógv hvør í
sær, men vit duga ikki eisini
at samskipa alt til ferða
vinnuna, sigur hon og vónar
at politikararnir fara at taka
hendan spurningin upp aft
ur.
Smyril er eitt aktiv
Suðuroyggin er millum fáu
oyggjarnar í Føroyum, har
tað enn bert er atkomuligt
við skipi.
Hetta eiga vit at venda
til nakað positivt, ikki minst
nú nýggi Smyril er komin,
tí hann er eitt gott skip fyri
oynna, sigur Anna Kirstin,
sum vísir á, at til ber at fara
dagtúrar suður, har farið
verður úr Havn kl. 9.30 og
avstað aftur um nátturðatíð.
Her er ein fantastisk
náttúra, og vit hava góðar
umstøður til starvsfólkadag
ar, skeið og smærri ráðstevn
ur. Eisini til framsýningar,
veitslur og tónleikatiltøk,
sigur hon, og vísir á, at um
fólk vilja gista, so eru fleiri
møguleikar:
Smyril er eitt gott
Hotell, og so hava vit eisini
hotellið á Tvøroyri, Gisting
arhúsið í Øravík, Hotell
Bakkan í Vági og gistingar
húsini undir Heygnum og í
Lopra.
Felags framtíð
Anna Kirstin trýr uppá eina
blómandi framtíð í Suður
oynni.
Tá eg byrjaði við pubb
ini trúðu bara Signar Dam,
vinmaðurin, og dóttur mín
Turið uppá meg. Men nú
stuðla øll mær, sum eg havi
brúk fyri, sigur hon, men
minnir enn einaferð á, at
uttan samstarv riggar onki.
Suðuroyingar
mugu
standa saman. Vit kunnu
ikki sita og baka hvør sína
køku, tí so koma ongir
gestir. Heldur skulu vit gera
eina stóra lagkøku, sum vit
kunnu deila, enn at sita og
eta hvør sína turra smákøku,
endar hon.
í Suðuroynni
Rúmligt og hugnaligt á Seglhúsloftinum
Mynd: P/f Lysing
Á triðju hædd er hetta sjarmerandi loftið, har arbeiðsfólk hava skrivað nøvn og stemplað á
veggirnar gjøgnum eitt mannaminni.
Mynd: P/f Lysing
»Seglloftið«
Seglloftið er stórur salur, 190 fermetrar við
barr. Borðreiðast kann til 200 fólk. Trappa og
elevatorur til niðaru hæddina (bakaríið): Har
eru móttøka, garderoba, vesir og
íðnaðarkøkur.
Í Pakkhúsið nr. 4 er eitt høli við beinleiðis inn
gongd til seglloftið. Her kunnu 100 fólk sita
væl. Egnar seg væl til skeið og fundir. Á
loftinum í Pakkhúsi nr. 4 er høli við skráveggj
um, har 80 fólk sita væl.
Heimasíða: www.tfthomsen.com
Í Pakkhús 4 er ungdómurin fluttur inn í nýggja
ungdómshúsið. Les meira um tað í blaðnum í
morgin
Tvey høli eru á aðru hædd – hetta er tað innara
Mynd: Talgilt