Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 93 - 19. mai 2008 tíðindi RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen HITAPUMPAN CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen. RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo | www mp fo CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen. Ein kvinna var um vikuskiftið neyðtikin norðuri í Klaksvík. Løg­ reglan váttar, at málið verður kannað, men vil annars einki siga LØGRELGA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eitt morgunball endaði í ræðuleika fyri eina umleið 37 ára gamla kvinnu í Klaksvík. Ein væl yngri maður, sum var við í ballinum, var dottin av, og tá hann raknar við seinni, er hann hin ein­ asti, sum eftir er. Sosialurin skilir, at hann tá hevur neyðtikið kvinnuna, sum tá var sovnað. Lørgeglan vil einki siga um málið, tí tað verður kannað í løtuni. Sosialurin skilir tó, at maðurin er hand­ tikin og helst eisini longu avhoyrdur. Neyðtøkan fór fram seint fríggjanáttina ella tíðliga leygarmorgunin. Kriminaldeildin í Havn segði seg ikki kenna nakað serligt til málið og vísti til deildina í Klaksvík, men har vildu tey ikki úttala seg og vístu til sýslumannin, Hans Djurhuus. Hesin var tó ikki at hitta, tí hann var í Havn á skeiði. Á døgnrapportini hjá løg­ regluni í Havn stóð týðiliga viðmerkt, at løgreglan ikki skuldi úttala seg um málið við fjølmiðlarnar. Bálið hevði fest í deyðagras og spjeitt seg meiri, enn maðurin hevði roknað við Mynd: Jens Kristian Vang Kvinna neyðtikin í Klaksvík Vikuskiftið hevur verið merkt av nógvum ávirkað­ um bilførarum. Einir sjey vóru tiknir fyri at koyra við kenning, umframt okkurt ferðsluóhapp, har bilførari ikki helt víkiskylduna. Fríggjanáttina varð ein maður sligin niður. Hesin endaði á skaðastovuni, með­ an tann, sum sló, endaði á politistøðini. Á miðdegi sunnudagin vóru tveir mans tiknir upp fyri at sova úti, annar á Vagl­ inum, hin í einum bussskýli í Hoyvík. Teir vórðu báðir koyrdir til hús av løgregluni. Fríggjadagin varð sløkki­ liðið boðsent, tá ein maður hevði kynt bál. Hetta hevði so fest í deyðagras og spjeitt seg meiri enn maðurin hevði roknað við. Maðurin fær nú eina bót fyri at kynda bál uttan loyvi. Eldur í deyðagrasi