mánadagur 19. mai 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 19. mai 2008
5
tíðindi
Kia Motors hevur bygt sína egnu bilverksmiðju í
Evropa og floymir nú yvir evropeiska marknaðin við
rúkandi ferð. Talan er um eina bilverksmiðju, sum
hevur stórar ætlanir í Evropa. Verksmiðjan er ein
tann mest framkomna í øllum heiminum, og í 2007
tóku teir allan bilaídnaðin á bóli við at geva heilt upp
til 7-ára garanti upp á sínar bilar. Málsetningurin hjá
Kia Motors er heilt greiður. Teir skulu verða millum
heimsins størstu bilframleiðararnar.
KIA Rio
Kia Rio varð í 2006 í eini
stórari marknaðarkann-
ing útnevndur sum tann
bilurin, sum fægst feilir
vóru við. Hann fæst við
nógvari útgerð og hevur
roynst ein avbera
rakstrartryggur bilur. Rio
hevur eisini ESP sum
standardútgerð og alla
aðra vanliga trygdar-
útgerð. Rio fæst m.a. við
einum orkusparandi 1.4
litra motori við 97HK og
við 5 hurðum. Nýtt snið
av Kia Rio kemur í 2008.
úr kr. 159.800
Kia – millum heimsins fremstu bilaframleiðarar
Kia Picanto úr kr. 124.800
Kia Magentis úr kr. 224.800
Kia Carens úr kr. 256.800
Kia Ceed úr kr. 184.800
Kia Sportage úr kr. 270.800
Kia Sorento úr kr. 375.800
Berg Motors
Staravegur 1-3 · FO-100 Tórshavn · tel 31 35 35 · fax 31 77 35
Stoksoyrarvegur 8 · 700 Klaksvík · tel 45 74 74 · fax 45 74 11
info@bm.fo · www.bm.fo
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Arbeiðsuppgávur
Saman við einum vælvirkandi liði
ert tú við til at halda vegamerking
ina á landsvegunum. Hetta merkir,
at tú fært eitt fjølbroytt arbeiði, ið
til tíðir er kring alt landið. Arbeitt
verður av og á um náttina.
Vetrarhálvuna fert tú at luttaka í
vetrarhaldinum, ið hevur til
uppgávu at grava kava og at boða
frá um hálku. Aftur at hesum fert tú
til tíðir at arbeiða á einum nýggjum
tunnilsliði, ið skal gera ymsar upp
gávur inni í tunlunum.
Førleikakrøv
Tú mást hava vanligt koyrikort og
helst eisini koyrikort til lastbil, men
hetta er ikki ein treyt. Vit leggja
stóran dent á góðar persónligar
eginleikar, og at tú ert raskur og
arbeiðssamur. Tú fert at arbeiða á
einum liði, og vit vænta tí, at tú
hevur góð samstarvsevnir og ert
nærlagdur og fyrikomandi.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða
sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag. Starvið verður sett
skjótast gjørligt.
Umsóknir
Umsóknir við lívsgongdarlýsing
(CV) og møguligum ummælum
skulu sendast til:
Landsverk,
Postmoga 78,
FO110 Tórshavn,
ella við telduposti til lv@lv.fo,
merktar „Arbeiðsfólk til
vegamerkingina“.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 23. mai 2008. Allar
umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði. Fleiri upplýsingar um
starvið kunnu fáast frá Hans
Madsen, formanni á málingalið
num, á tlf. 540 948, ella frá Fríðriki
Heinesen, verkfrøðingi á vega
deildini, á tlf. 540 888 ella
fridrik@lv.fo.
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Sóknast verður eftir einum røskum persóni (m/k) til eitt spennandi
starv á málingaliðnum hjá Landsverki.
Arbeiðsfólk til vegamerkingina
Sigurð í Jákupsstovu
er settur í starv
tekniskur stjóri hjá
Atlantic Petroleum
OLJUVINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Atlantic Petroleum hevur
sett Sigurð í Jákupsstovu,
stjóra á Jarðfeingi í farloyvi,
í starv sum tekniskan stjóra
við ábyrgd fyri framleiðslu-
og leitingarvirksemi felags-
ins.
- Vit eru sera fegin um at
hava fingið Sigurð í Jákups-
stovu aftur at starvast hjá
okkum, tí við honum fáa vit
meira tekniska vitan í fel-
agið, sum fer at hjálpa okk-
um, nú vit seinni í ár fara
undir framleiðslu og harvið
koma í eina nýggja fasu,
sigur Wilhelm Petersen,
stjóri í Atlantic Petroleum.
Sigurð
í
Jákupsstovu
hevur fyrr starvast hjá
Atlantic Petroleum. Tað var
tíðarskeiðið 2001 til 2003.
Fyri ta tíð starvaðist hann
hjá Maersk Oil and Gas frá
1994 til 1998.
Sigurð í Jákupsstovu er
giftur við Gunnvør Balle,
sum er føroyskur sendimað-
ur í Íslandi, og hann hevur
verið í farloyvi sum stjóri á
Jarðfeingi síðani ársskiftið.
Av Jarðfeingi til
Atlantic Petroleum