mánadagur 19. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 93 - 19. mai 2008
Í vikuskiftinum brast
ein minni bumba
uttanfyri norsku
sendistovuna í
Katmandu í Nepal
Atsókn
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í meira enn 10 ár hevur
Nepal verið rakt at borgara
kríggi. Eftir valið, sum var í
apríl, eru tað nú maoistar,
sum sita við valdinum í
landinum.
Kina stendur aftanfyri
stórar íløgur í Nepal, og
væntandi er, at landið nú
fer at fáa eina uppaftur
størri ávirkan á fjalla
landið.
Norska sendistovan í Kat
mandu í Nepal var stongd,
og eingin fekk skaða, tá ein
minni bumba brast uttanfyri
bygningin í vikuskiftinum.
Norska
uttanríkisráðið
tekur atsóknina í álvara.
Eitt bræv er funnið, sum
gevur ábendingar um, at tað
er ónøgdin við aktiva leik
lutin hjá Noregi í friðar
samráðingunum í Nepal,
sum liggur aftanfyri atsókn
ina á sendistovuna.
Enn er tó ógreitt, hvør
stendur aftanfyri.
Norski ríkisskrivarin,
Håkon A. Gulbrandsen,
hevði fund við maoistaleið
aran, Prachanda (Pushpa
Kamal Dahal), tá Noreg í
byrjanini av hesum mánað
inum var fyrsta landið í
heiminum, sum var á polit
iskari vitjan í Nepal eftir
valið.
Noreg hevur gjørt sína
støðu galdandi í Nepal, og
vit vóru teir fyrstu, sum
tóku upp samband við
maoistarnar í 2006. Vit
hava eisini stuðlað uppundir
frið. Eg vóni ikki, at atsókn
in er tengd at okkara leikluti
í hesum sambandi, men
hetta kann ikki útilokast,
sigur Håkon A. Gulbrandsen
við norska Dagbladet.
Hetta er ikki fyrstu ferð í
ár, at norska sendistovan í
Nepal hevur verið fyri
atsókn.
Í Nepal, sum liggur í
Himmalaya – millum Indiu
og Kina búgva 28 miljónir
fólk.
Bumbuatsókn móti norskari sendistovu
- Hetta summarið
er seinasta útkall
hjá teimum, ið vilja
njóta friðin, sæluna
og vakurleikan, sum
Stórá hevur givið
okkum, sigur Elsa
Annika Olsen, ið
var stigtakarin til
mótmælisskrivið
móti vatnorku-
útbyggingini hjá SEV
Umhvørvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri vóru Elsa Annika
Olsen og onnur, sum búgva
við Norðskála, í Tinganesi,
har tey handaðu Bjørt Samu
elsen,
landsstýriskvinnu,
645 undirskriftir móti vatn
orkuútbyggingini hjá SEV.
Mótmælisskrivið varð eis
ini sent Sunda kommunu
og friðingarmyndugleikun
um í Føroyum.
Tað einasta, vit hava
hoyrt aftur, er, at Sunda
kommuna hevur váttað, at
brævið er móttikið.
Elsa Annika ásannar, at
nú summarið er á veg, og
fólk
fegnast
um
góða
veðrið, sum verið hevur, er
hetta summarið samstundis
hitt seinasta, har áirnar við
Norðskála sleppa at renna í
friði fyri mannahondum.
Soleiðis er hetta summ
arið serstakt hjá okkum,
sum búgva við Norðskála.
Hetta er seinasta útkall hjá
okkum, sum vilja njóta
friðin, sæluna og vakur
leikan, sum Stórá hevur
givið og enn gevur okkum.
Elsa Annika vísir á, at hjá
teimum mongu, sum mill
um ár og dag hava spælt í
ánni og kenna hvønn krók
og hvønn stein í henni, er
hetta eitt summar, sum
vekir tankar um náttúru og
umhvørvi, sum nú er við at
fara í søguna.
Alt, sum er gróðursett í
minninum, verður nú í eini
handavending skrætt burtur,
sigur hon.
So stóran skund
Stigtakarin til mótmælis
skrivið sigur, at SEV fer
við Stórá og øllum hinum
áunum eftir einari lóg, sum
varð samtykt í 1953.
Sambært hesi lóg fekk
elfelagið rættin til allar áir í
landinum og kann gera við
tær, sum felagið vil fram
til 2013.
Hon heldur, at árið 2013
helst er orsøkin til, at SEV
nú hevur so stóran skund at
fremja vatnorkuútbygging
ar.
Tað er spell, at náttúru
verndarlógin ikki er komin
í gildi enn, tí ivasamt er, um
felagið hevði fingið loyvi
til hesar útbyggingar, um
lógin var komin.
Elsa Annika spyr eisini,
hví SEV hevur verið so aftu
rhaldandi, sum hon tekur
til, við at gagnnýta vind
orku, sum onnur lond hava
gjørt nógv meira við enn
føroyingar.
Hvussu ber tað til, at
onnur feløg, sum koma við
góðum hugskotum, ikki
sleppa í gongd við sínar
verkætlanir.
Hon vísir á, at Sp/f Røkt í
Vestmanna hevur slóðað
fyri og gingið á odda fyri at
selja elorku til SEV, men
avtalan hevur havt sínar
avmarkingar
og
hevur
bremsað teirri menning,
sum kundi havt verið innan
vindorku.
Seinni hevur SEV so
sett tríggjar vindmyllur upp
í Neshaga nærmast fyri
frið skuld, sum hon tekur
til.
Elsa Annika vísir til fólk,
sum hava skil fyri hesum,
sum halda, at vindmyllurnar
hjá SEV í Neshaga áttu at
verið
munandi
størri,
soleiðis at tær eisini góvu
meira orku.
Men soleiðis hugsar
SEV ikki, tí elfelagið er
ikki undir nøkrum trýsti til
at taka serlig atlit fyri
náttúruni.
Hon heldur, at tað, sum
krevur minst av elfelagnum
og sum eisini er mest ómaka
leyst, er at halda fram við
útbygging av vatnorkuni,
sum turrleggur ein uppaftur
størri part av meginøkinum
í Føroyum.
Sjálvandi skal elfelagið
hava loyvir til sínar út
byggingar frá kommunum
og friðingarmyndugleikum,
men hesi eru eftir øllum at
døma ikki trupul at fáa og
so er bara leyst og liðugt,
leggur Elsa Annika aftrat.
Hon heldur kortini, at
tíðin arbeiðir ímóti elfelagn
um, tí nógv verður granskað
í alternativari orku, eins og
høgi
oljuprísurin
eisini
trýstir.
Tað er spell, at vit skulu
ofra enn fleiri áir og vøtn,
tá onnur alternativ eru á
trappuni, sum hon tekur til.
Sandá og Hoydalsá
Elsa Annika setir eisini
spurningin, hvør niðurstøð
an hevði verið, um tað
kanska var Sandá ella
Hoydalsá sum stóðu fyri
at verða tiknar.
Tá hevði helst verið
ramaskríggj og pípan
hevði fingið annað ljóð.
Hon heldur, at tá høvdu
føroyingar
helst
hoyrt
langar fyrilestrar um tað
»æstetiska«, sum er so
týdningarmikið fyri trivn
aðin.
Stórá og Myllá fyri se
Burturfluttur gevur ljóð
Sviin Roland Larsson, sum í mai í fjør varð burturfluttur av
vápnaðum monnum í Kolumbia, hevur nú latið frætta frá sær.
Børnini hjá manninum, sum eru sannførd um, at
uppreistrarbólkurin FARC stendur aftan fyri burturflytingina,
hava júst fingið eitt bræv frá pápanum. Og tað gevur familjuni
nýggja vón. Roland Larsson varð burturfluttur 16. mai í fjør
saman við vinkonu síni, sum tó varð latin leys aftur fáar dagar
seinni. Sambært svenskum fjølmiðlum illteinkja børnini hjá
Larsson kvinnuna fyri at hevur meðábyrgd fyri burturflytingini.