Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 93 - 19. mai 2008 Norðmenn eru nú farnir at framleiða pylsur og burgarar úr laksi, sum skulu seljast av Mills, ið fer at brúka 20 miljónir krónur til marknaðarføring Framleiðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hátøkniliga virkið, sum fer at framleiða laksapylsur og laksaburgarar, liggur á norsku oynni Frøya. Virksemið er eitt samstarv millum alifyritøkuna Kverva og veitaran Mills, ið er kent fyri sínar dygdar­ vørur. Virkið hevur kostað 40 miljónir norskar krónur, og nú fer Mills at brúka heilar 20 miljónir krónur til marknaðarføring av nýggju framleiðsluni. Tá virkið læt upp, var tað skrivarin í heilsu­ og um­ sorganarráðnum, Arvid Libak, sum klipti eitt pylsu­ skinn – og læt virkið upp alment. Nýggja og ótraditionella virkið á oynni Frøya fer at framleiða skjótar døgurða­ rættir sum pylsur og burg­ arar við laksi sum rávøru. Tað er Fiskeribladet Fis­ karen, sum ber hesi tíðindi á síni felags heimasíðu. Pylsur og burgarar við laksi sum rávøru Pylsur og hamburgarar úr laksi Ein kanning hjá Sjóferðslustýrinum í Danmark vísir, at bjargingarútgerðin ikki er í lagi hjá heili 75% av donsku útróðrarbátunum Trygd Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Næstan annar hvør bátur undir 15 metrar, sum danska Sjóferðslustýrið seinastu tíðina hevur kannað, vantaði bjargingarbát – ella hevði bjargingarútgerð, ið ikki hevur verið til eftirsýn, sum skipanin ásetir. Eftirlitsfólk hjá Sjó­ ferðslustýrinum hava kann­ að tilsamans 60­65 bátar av hesi støddini, og ikki færri enn 30 vórðu hildnir aftur í at loysa, til bjargingarút­ gerðin er fingin í rættlag. Teir 30 bátarnir sleppa ikki at loysa aftur, fyrr enn lógarkravda bjargingarút­ gerðin er í lagi. Í 2007 doyðu tveir dansk­ ir útróðrarmenn, meðan teir vóru á báti, og hetta er ein av orsøkunum til, at Sjó­ ferðslustýrið nú gjørdi av at kanna nakrar av bátunum undir 15 metrar kring land­ ið. 75% ikki í lagi Í vár hevur Sjóferðslustýrið kannað hesar bátar, og stovnurin metir, at feilir og vantandi útgerð var hjá heili 75%. Í summum førum eru krøv sett bátseigarunum um at fáa viðurskiftini í rættlag innan eina ávísa tíð – men í heili 30 førum gjørdi Sjóferðslustýrið rætt og slætt av at leggja bátarnar, til viðurskiftini eru sam­ svarandi krøvunum. Hjá fleiri bátum var bjarg­ ingarútgerðin ikki í lagi, meðan aðrir bátar høvdu slett ongantíð havt ein bjargingarbát umborð, skrivar Fiskeritidende. Sjóferðslustýrið lagt 30 fiskifør Sjóferðslustýrið setir nú fokus á trygdina hjá útróðrarmonnum inastu ferð ­ Fyri okkum, sum bú­ leikast her norðuri, er Stórá tað sama fyri okkum, sum Sandá er fyri tey, sum búleikast í høvuðsstaðnum. Hvørki meira ella minni. Elsa Annika Olsen sigur, at fyri sær, sum stigtakara til savnan av undirskriftum ­ og mong onnur um hesar leiðir ­ er tað ikki minni enn ein sorgarleikur, at ein á fyri og onnur eftir verður turrløgd. ­ Hetta eru sár í umhvørv­ inum, sum ikki bøtast aftur. Vit halda ikki, at prísurin fyri »grøna« orku nýtist at vera svørt sár í náttúruni, um rætt verður atborið, sigur hon. - Hvat høvdu fólk í høvuðsstaðnum sagt, um Sandá ella Hoydalsá vórðu tiknar - og turrlagdar, spyr Elsa Annika Olsen, sum tók stig til at savna undirskriftir móti turrlegging av áunum í Norðureysturoy Myrdi átta Átta fólk, harav fimm børn, vórðu tíðliga í morgun dripin í bygdini Calamba í Laguna­landspartinum á Filipin­ unum, tá ein maður gjørdist frá sær sjálvum við einari automatiskari riflu og skjeyt frá hond. Orsøkin var eftir øllum at døma, at onkur av bygdafólkunum høvdu gjørt mannin til láturs. Varapolitiinspektørurin, Ricardo Padilla, hevur eyðmerkt tann seka, sum nú verður jagstr­ aður um alt landið. Adan Defiesta hevði stolið vápnið, eina M­16 riflu, frá eigaranum av grønsaksplantaguni, har hann gek til handa – einum pensóneraðum løgreglu­ manni. Fossandi áir syngja sín song ­ Tað eru nógv, sum vilja okkara vøkru náttúru tað besta, og vit eru eisini nógv, sum gleðast um at síggja áirnar koma fossandi oman úr fjøllunum, syngjandi songin sín, til tær í ósanum sameinast við sjógv­ in. Tað sigur Elsa Annika Olsen, stigtakari til savnan av undirskriftum móti vatkorkuútbygging hjá SEV. Hon heldur, at so nógv kundi verið gjørt fyri at nøktað okkara orkutørv. ­ Kaðal til Íslands er ein møguleiki, men prísurin hevur verið hildin at vera alt ov høgur, heilar 2 miljardir krónur. Men herfyri samtykti SEV at gera íløgur fyri 1,6 miljardir krónur næstu 10 árini. Hettar er jú næstan líka nógv, sum kaðalin til Íslands kostar, vísir Elsa Annika Olsen við Norðskála á.