mánadagur 19. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 93 - 19. mai 2008
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum fyri sýnda samkenslu, tá
okkara elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Olga Jensen
av Sandi
andaðist og fór til gravar.
Takk til tykkum, sum vóru um hana ta síðstu tíðina.
Takk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Vinarliga
Poul Edvard, Ebban,
Olga, Símun og Jens Martin
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fríggjadagin 16. mai
varð 90 ára gamli
Petur Højgaard í
Saltangará kosin
fyrsti heiðurslimur
Eysturoyar Tjóð
veldisfelags.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
skal við hesum skjali boða
frá, at Petur Højgaard, nav-
igatørur, Saltangará, er til-
nevndur fyrsti heiðurslimur
felagsins.
Uttantings hava tygum í
seksti ára søgu floksins ver-
ið ein av alra fremstu odd-
vitunum. Áhaldandi. Ein
teirra sum ongantíð boygn-
aði, heldur ikki tá ið tað
stóð á hvørjum nagla. Felag-
ið og flokkurin var amboðið,
sum skuldi nýtast at fremja
hjartamálið um politisku
framtíðarstøðu landsins.
Framburðssøgan hjá før-
oyingum og okkara tjóðskap-
arstríð eru tvær alin av
sama vaðmali. Í tínum og
okkara føri endar hetta stríð-
ið ikki fyrrenn tjóðin er
skipað sum ein sjálvstøðugur
statur í alheims samfelag-
num. Tað er Republikkin
Føroyar.
Blíðan byr og hjartaliga
tillukku við hesum mikla
heiðuri.
Strondum, 16. mai 2008
Jónsvein Bjartason,
formaður
Fyrsti heiðurslimur Eysturoyar
Tjóðveldisfelags
Postverk
Føroya
gevur
mánadagin 19. mai út fleiri
nýggj frímerki:
Evnini eru hesi: Norrøn
fólkatrúgv - íbygd støð,
brævaskriving og
Mýrisólja – tjóðarblóma
føroyinga. Eitt smáark við
seks
frímerkjum
verður
eisini givið út. Merkini
avmynda
seks
føroysk
mentafólk, sum vóru undan-
gongufólk hvør á sínum
øki:
Niels
Christopher
Winther (1822 – 1892),
Súsanna Helena Patursson
(1864 – 1916), Rasmus
Christoffer Effersøe (1857
– 1916), Jógvan Poulsen
(1854 – 1941), Fríðrikur
Petersen (1853 – 1917), og
Andreas Christian Evensen
(1874 – 1917).
Fleiri nýggj
føroysk frímerki
Guitar Idol 2008 eitur kapp-
ingin, ið ungi føroyski
gittarleikarin Pauli Reinert
Poulsen luttekur í. Høvuðs-
vinningurin er at hita upp
fyri guðfaðirin at instru-
mentalum gittar tónleiki,
Joe Satriani. Undanumfarið
fer fram á alnótini, har
gittaristar leggja sín sang út
á heimasíðu. Síðani skulu
dómarar og luttakarar døma
um, hvørjir 12 gittaristar
fara víðari til finaluna.
Finalan fer fram 14. juni
á næststørstu tónleikamess-
uni í Evropa, London Inter-
national Music Live, tá teir
12 finalistarnir skulu spæla
fyri stórum áskoðaraskara,
har nógvir heimskendir gitt-
aristar vera tilstaðar – m.a.
Paul Gilbert og Yngwie
Malmsteen. Lyklafólk inn-
an vinnuna fara at døma fin-
aluna, og vinnarin sleppur
at hita upp fyri Joe Satriani,
tá hann framførir seinni á
hesi tónleikamessuni, um-
framt at vinnarin fær tón-
leikaútgerð sum vinning.
Tílíkar kappingar vóru
heilt vanligar fyrr, men
seinastu árini hevur ikki
verið tann stóri áhugin
fyri
gittarsnillinga-tón-
leiki. Tó er komið vend í
rákið, og mettu fyriskipar-
ararnir, at tíðin er aftur
búgvin, til at seta gittar-
solo’ina í fokus.
Pauli er 22 ár og hevur
fyri tað mesta búð í
Føroyum. Í ár lesur hann á
kristiliga tónleikaskúlan-
um Nexus, í Coventry,
Onglandi. Hann spælir
m.a. við í bólkinum Proc-
laim, sum gav fløgu út í
fjør. Eisini spælir hann við
Martin í Grund, og hava
teir rættiliga gjørt vart við
seg í Onglandi, við m.a. at
vinna Battle of the Bands.
Til ber at atkvøða á síð-
uni: www.guitar-idol.co.uk.
Til tess at kunna atkvøða
má ein skráseta seg á síðuni.
Profilurin hjá Paula er at
finna á www.guitar-idol.
Føroyingur í enskari
gittarkapping
Petur Højgaard varð tilnevndur fyrsti heilðurslimur Eysturoyar Tjóðveldisfelags á 90 ára
føðingardegi sínum fríggjadagin 16. mai
Dagurin
20. mai. Angelica. Teir
kenna onga halga konu
við hesum navni