mánadagur 19. mai 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 19. mai 2008
19
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg kann ikki taka hædd fyri, hvør er landsliðsspælari og ikki
Rúni Nolsøe, HB-venjari
Áki Petersen og Høgni
Madsen er nýggjur á
fótbóltslandsliðnum,
sum nú eisini telur
Jónas Tór Næs. Andr
ew av Fløtum hevur
mist sín landsliðssess
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um trý nýggj
nøvn, sum Jógvan Martin
Olsen hevði á listanum, tá
hann í morgun almannakunn
gjørdi, hvørjar 18 spælarar
hann hevur við sær, tá fót
bóltslandsliðið tann 4. juni
fer til Estlands, har venj
ingardystur er á skránni.
Fortreytirnar hjá Jógvan
Martini vóur, at Mikkjal
Thomassen og Ingi Højsted
vóru úti við skaða, meðan
Jón Rói Jacobsen er upp
tikin av lestri, og tí skuldu
onkur nýggj nøvn á listan.
Og sambært venjaranum,
so var alt annað enn lætt at
finna hesi.
Tað er sjáldan, at eg havi
havt so trupult við at seta
navn á hópin. Eina mest tí
ov nógvir av spælarunum,
sum vanliga eru í myndini,
ikki hava staðið seg serliga
væl. Í so máta vísir tað væl
støðuna, at ein spælari sum
Øssur er ein av teimum, sum
í størstan mun hevur sýnt
tær dygdir, sum eg leiti eftir,
segði Jógvan Martin Olsen
millum annað.
Hartil iðraði hann seg
ikki sørt um, at Jón Rói
noyddist at geva avboð.
Eg hevði vónað, at eg
nú kundi spæla hann og
Fróða Benjaminsen betur
saman í verjuni, men tað
verður so ikki í hesum dyst
inum, at eg havi tann møgu
leikan, kundi hann bara
staðfesta.
Av nýggju monnunum var
Høgni Madsen helst tann,
sum tók størstu yvirskriftir
nar. Fuglfirðingurin hevur
staðið sterkur í myndini í ár,
men hann hevur ongan tíð
áður verið nevndur sum seri
øsur biðil til eitt pláss á lands
liðnum. Har hevur Áki Peter
sen hinvegin verið havdur á
munni onkratíð, eins og
Jónas Tór Næs nú í meira
enn eitt ár hevur bankað
hampuliga hart á dyrnar.
Men samanumtikið ein
úttøka, sum í stóran mun
eisini er eitt veldugt hera
klapp til ÍF og tað avrik,
sum teir hava sýnt fyrstu
sjey umførini av Formula
deildini.
Tveir ÍF’arar á landsliðnum
Málmenn
Jákup Mikkelsen, KÍ
René Tórgarð, EB/Streymur
Verjuspælarar
Fróði Benjaminsen, HB
Jóhan T. Davidsen, NSÍ
Jónas T. Næs, Køge
Einar Hansen, NSÍ
Herbert í Lon Jacobsen, B36
Áki Petersen, ÍF
Miðvallarar
Jákup á Borg, HB
Símun Samuelsen, Keflavík
Høgni Madsen, ÍF
Súni Olsen, Viborg
Tem Hansen, Lyngby
Atli Danielsen, Frem
Áleyparar
Rógvi Jacobsen, Hødd
Christian Høgni Jacobsen, HB
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Christian Lamhauge Holst, Lyngby
FAKTA um landsliðshópin
Saman við Jákupi á Borg og Høgna Madsen sat Jógvan Martin Olsen í morgun við fundarborðið í FSF-húsinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bilsin og fegin
Høgni Madsen úr ÍF er ikki ein av spælarunum, sum
vanliga hevur verið settur í samband við landsliðið.
Sjálvur segði spælarin eisini, at hann ikki visti av
nøkrum, fyrr enn landsliðsvenjarin umvegis telefon gav
honum boð sunnukvøldið.
Sjálvandi hevur tað gingið væl hjá okkum, og tí
vónar mann kanska. Men eg varð rættiliga bilsin, tá
hann ringdi, segði Høgni Madsen á tíðindafundinum.
Og hjá tær persónliga er tað væl ein stór kollvelting at
standa í hesi støðuni, um tú sammetir við støðuna, sum
tú vart í í Klaksvík fyri einum ári síðani?
Tað er tað gott nokk heilt alvorliga. Men tað sá ikki
út til, at teir kundu brúka meg.
So teir skuldu kanska brúkt teg á miðvøllinum ístaðin
fyri á bakkinum?
Tað er tað, segði ein stórsmílandi Høgni.
-mørk