Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 93 - 19. mai 2008 ] Viborg tapti lokaldystin Tað er greitt, at Viborg flytir úr superliguni og niður í 1. deild, men enn hevur jútska liðið ein dyst eftir at spæla í superliguni. Sunnudagin var næstseinasti dysturin á skránni. Viborg spældi ímóti grannunum úr Randers og tapti 1-0. Einasta málið í dystinum varð skorað longu eftir 9 minuttir. Súni Olsen var ikki á vøllinum í hesum dystinum. Porto varð steðgað Porto vann í suverenum stíli portugisisku landskappingina í ár, men um vikuskiftið máttu teir lúta í steypafinaluni, sum varð ímóti Sporting Lissabon. Umdystur skuldi til fyri at finna vinnaran, men tá skoraði Rodrigo Tiuí tvey mál, og tað var nóg mikið til at gera enda á Porto, sum spældi við 10 monnum seinasta partin av dystinum. At koma úr einum pinkalítlum oyggja­ samfelag nýtist ikki at verða ein forðan fyri at røkka langt í fótbóltsheiminum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Hermann Hreiðarsson er føddur 11. juli í 1974. Hetta var bert hálvtannað ár aft- aná eldgosið, sum var á Heimey, sum byrjaði at goysa í januar í 1973. Her- mann var 18 ára gamal, tá hann byrjaði at leika vaksna- mannafótbólt við ÍBV, og gjørdist hann við tíðini ein av høvuðsstuðlunum á lið- num. Í árinum 1993-1997 leikti Hermann 66 dystir fyri ÍBV, og skoraði hann 5 mál hetta tíðarskeiðið. Í 1997 var hann ikki við tey síðstu umførini, tá ÍBV gjørdust íslendskir meistar- ar, tí í august hetta árið fekk Hermann Hreiðarsson sátt- mála við Crystal Palace, sum tá vóru fluttir upp í Premier League. Hóast Crystal Palace flutti niður aftur við kappingarlok, so vóru fólk á einum máli um, at Hermann var ein av teim- um bestu spælarunum hjá Crystal Palace hetta kapp- ingarárið. Hann leikti 37 dystir fyri Crystal Palace og skoraði tvey mál. Her- mann fær tíðum mál við høvdinum við deyðbólts- støður. Brentford, Wimble­ don og Ipswich Hermann valdi at fylgja tí frákoyrda Crystal Palace- formanninum, Ron Noades til 3. deildarfelagið, Brent- ford, har Noades gjørdist bæði formaður og venjari. Hann skrivaði undir ein sáttmála, sum ljóðaði uppá 750.000 bretsk pund, sum var met fyri ensku 3. deild tá. Brentford vann 3. deild, men í oktober 1999 vildi Hermann royna seg í Premier League aftur, eftir at hava leikt 41 dystir og skotið seks mál fyri Brent- ford. Hann skrivaði undir ein sáttmála við Wimbledon, sum var verdur 2,5 milliónir pund. Men aftur hesaferð upplivdi Hermann at flyta niður úr Premier League við liði sínum. Í 2000 skriv- aði hann undir fyri Ipswich Town, eftir at hava leikt 25 dystir og skotið eitt mál fyri Wimbledon. Sáttmálin við Ipswich var verdur 4,5 milliónir pund. Fyrsta árið gekk væl hjá Ipswich og Hermanni. Ipswich bleiv nummar fimm í Premier League, og liðið vann sær pláss í UEFA Cup kapping- ini. Árið eftir gekk tó galið, og Hermann upplivdi á triðja sinni, at liðið hjá hon- um flutti niður úr Premier League. Hermann varð tó verandi í Ipswich til mars í 2003. Hermann leikti 102 dystir fyri Ipswich, og skor- aði tvey mál. Charlton Tá skrivaði Hermann undir ein hálvt fjórða ára sáttmála við London-felagið, Charl- ton Athletic. Í Charlton gjørdist Hermann ein av grundstuðlunum sum ein sterkur verjuleikari, og byrj- aði hann aloftast inni. Í 2007 upplivdi Hermann á fjórða sinni, at liðið hjá honum flutti niður úr Premier League. Hermann náddi kortini 132 dystir, og skoraði trý mál fyri Charlton hetta tíðarskeiðið. Eitt av hesum málunum kom í tí tiltikna 4-2 sigrinum hjá Charlton í 2000-2001, tá teir vunnu á Chelsea á Stamford Bridge. Til Portsmouth 25. mai í fjør skrivaði Her- mann undir ein sáttmála, sum bindur hann til Ports- mouth til 1. juli 2009. Her- mann hevur leikt 32 dystir fyri Portsmouth hetta kapp- ingarárið, og hevur hann skorað trý mál. Eitt av mál- unum kom í tí minniliga 7- 4 sigrinum yvir Reading. 20. apríl fekk hann reyða kortið fyri at fella Darius Vassel í einum útidysti ímóti Manchester City, men ein mánað seinni endaði alt við gleði og gleimi, tá hann saman við liðfeløgunum slapp at lyfta steypið í heim- sins elstu steypakapping, FA Cup. Guðni Bergsson sat á beinkinum tá Totten- ham vann FA Cup i 1991, so Hermann gjørdist tann fyrsti íslendski fótbólts- spælarin, sum hevur vunnið FA Cup á vøllinum. Eiður Smári Guðjohnsen vann Premier League, Liga Cup og Charity Shield við Chel- sea, men ikki FA Cup. Hermann hevur leikt 73 landsdystir fyri Ísland. Tann fyrsta leikti hann í einum vinardysti ímóti Kýpros í juni í 1996. Hann hevur skotið fimm mál fyri Ìsland, og er hann liðskipari á ís- lendska landsliðnum, tá Guðjohnsen er skaddur ella leikbannaður. Hermann er giftur Ragnu Lóu Stefáns- dóttir, og saman eiga tey tvær døtrar, sum eita Telma og Ýða. Maðurin úr Vest- mannaoyggjunum er komin langt. Eftir fýra niðurflyt- ingar – sum er met fyri ein spælara í Premier League - kundi hann loksins lyfta einum steypi leygardagin. Á Heimey búgva 4.600 fólk – ein 1/10 av íbúgvara- talinum í Føroyum – men tað hevur ikki verið ein forð- an fyri at rokkið langt í fótbóltsheiminum. Hermann úr Vestmanna­ oyggjunum vann FA Cup Turbolensurin var stórur í HB-leguni, men Jákup á Bog liðfelagarnir hildu flognum, og sum í ævintýrinum endaði alt kortini so gott Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir