mánadagur 19. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 93 - 19. mai 2008 ]
Frem varð eyðmýkt
Tað gekk av skriðuni til hjá danska 1. Deildarfelagnum
Frem um vikuskiftið. Ein sigur í dystinum ímóti Kolding
kundi givið felagnum luft í botnstríðnum, men tað endaði
við, at Frem tapti heili 5-1, og nú eru bert tvey stig niður
til niðurflytingarstrikuna. Atli Danielsen plagar at verða
ein stuðulsspælari hjá Frem, men hann var ikki við í
dystinum um vikuskiftið.
Toppliðini vunnu, og
tey trý næstu á talvuni
megnaðu einki at fáa
burturúr, tá ið tey
spældu á útivølli
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hesa ferð eydnaðist tað báð-
um teimum fremstu at
vinna fulla úrtøku, og í báð-
um førum var tað eftir mikl-
an turbolens.
Oddaliðið EB/Streymur
megnaði eftir hvíldina at
venda 0-2 til 3-2. Tað boðar
frá sjálvsáliti og sinniligum
yvirskoti. Avrikið í 1. hálv-
leiki boðar eisini frá, at EB/
Streymur er at tosa við, og
at avrikið avgjørt ikki er
støðugt og oddaliði verd-
ugt.
HB endaði við at vinna
trivaligan 3-0 sigur á meist-
arunum í NSÍ. Turbolensurin
var stórur, áðrenn sigurin
var fingin til høldar. Tríggir
landsliðsspælarar
kendu
sviðan av avgerðum hjá HB
venjaranum,
áðrenn
tað
sum í ævintýrinum endaði
heilt gott: Jákup á Borg
varð settur frá starvinum
sum
liðformaður,
og
Andrew av Fløtum og
Christian Høgni Jacobsen
vórðu settir út á beinkinum.
Eisini í tí førinum endaði
tað sum í ævintýrinum, tí
Christian Høgni Jacobsen,
sum leingi hevur havt ilt
við at finna málið, skoraði
tvey tey seinastu HB mál-
ini.
Tey næstu taptu
ÍF, NSÍ og B36 eru á trimum
teimum næstu plássunum.
Felags fyri tey øll trý var, at
tey hesa ferð vóru á útivølli
og einki fingu burturúr. Tað
kann væl vera, at tað eisini
er felags fyri tey øll trý, at
tey kundu kenna seg eiga
betri uppiborið enn tap.
Marginalirnir hava higar-
til verið serliga lítið í parti
við væl uppløgdu fuglfirð-
ingunum. ÍF hevur tíggju
stig, og um alt hevði havt
spælt við, og úrtøkan hevði
verið eftir avrikum og vild,
so kundi stigatalið kanska
havt verið á hædd við tað,
sum tað er hjá oddaliðunum.
Tað er júst í støðum, tá ið
vónbrotini eru stór, at sinni-
liga styrkin skal vísa seg,
sum kann bera langt fram á
støðutalvuni.
Støðan hjá NSÍ minnir
ikki sørt um tað sama. Á
heimavølli
ímóti
EB/
Streymi kendu meistararnir
seg hava spælt væl, men
teir taptu 2-0. Í Gundadali í
gjár spældu teir væl í 1.
hálvleiki, men úrslitið var
3-0 heimasigur. Tað vil
siga, at meistararnir hava
spælt væl í meiri enn tveir
hálvleikir, og úrslitið hevur
verið einki stig og málmun-
urin 0-5! Tað krevur stóra
mentala styrki at takla so-
vornan veruleika.
Stórur spenningur var
undan B36 ferðini til Klaks-
víkar. Árstalsfelagið hevði
frammanundan bara spælt í
Gundadali,
har
úrslitini
bæði í landskappingini og
steypakappingini hava verið
góð. Hesa ferð megnaði
B36 ikki at vinna úrtøku.
Yvirvágin í 2. hálvleiki bar
eitt mál við sær, og tað var
eitt ov lítið til at fáa stig
við.
Tølini siga, at B36 hevur
trupulleikar við málskjót-
ingini, og harvið at talan
framvegis er um hol eftir
Sylla. B36 er á triðja plássi
við tíggju stigum fyri sjey
dystir. Higartil hevur B36
skorað níggju mál ella ikki
nógv meiri enn eitt í miðal
hvørja ferð.
Skála og B71 í botni
Í Klaksvík og á Toftum
draga tey hesa vikuna andan
eitt sindur lættari, enn tey
frammanundan hava gjørt.
Munurin niður til strikuna
hjá KÍ og B68 er – sum hjá
Víkingi – trý stig ella í
hvussu so er eitt umfar.
Í botninum eru B71 og
Skála, og tað kann væl vera,
at tað fer at verða strævið
hjá hesum báðum at vinna
seg burtur úr hóttanini av
niðurflyting. Tað kann fara
at skrædna í botninum, men
tað verður tíðin, sum fer at
vísa, hvussu tað verður við
tí.
Tað skrædnaði
í toppinum
Turbolensurin var stórur í HB-leguni,
men Jákup á Bog liðfelagarnir hildu
flognum, og sum í ævintýrinum
endaði alt kortini so gott
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 320500
Superdekkservice/
Firststop
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
v/Neinbjørn Nattestad
Miðvágur, tel 332727