mánadagur 19. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 93 - 19. mai 2008 ]
Tað var langt millum
uppløgdu málmøgu
leikarnar í granna
uppgerðini á Skála,
har málini vórðu
skorað í 2. hálvleiki
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri triðju ferð í ár átti
Skála heimavøll, tá ið Vík
ingur vitjaði á bygdar
stevnuni seinnapartin leyg
ardagin. Úrslitið var 11, og
harvið hevur Skála vunnið
ein heimadyst, tapt ein og
eina ferð verið partur av
javnleiki.
Tað reið um snarið, og
tað kundi havt koppað
báðar vegir, men tað er ikki
at undrast yvir, um tey á
Skála iðra seg um, at tað
ikki eydnaðist at vinna fulla
stevnuúrtøku, tí heimaliðið
var á odda, áðrenn Víkingur
skoraði, og fram ímóti
dystarenda var um reppið,
at Skála skoraði sigurs
málið: Bárður Danielsen
legði innfyri úr høgru,
bólturin tók í ein av
víkingunum og snýtti har
við málverjan, men Geza
Turi megnaði at sláa bóltin
upp á tvørtræið og út til
horna.
Veðrið var gott, men
leikliga var 1. hálvleikur
ikki
so
hendingarríkur.
Heimaliðið royndi at flyta
bóltin eftir jørðini og fram
eftir vøllinum. Skála hevði
gott pláss at spæla á, men
tað eydnaðist teimum ikki
at spæla seg til serligar
upplagdar møguleikar.
Víkingur
hevði
meiri
varna útgangsstøðu, og so
var takið at leggja langar
sendingar fram til vanda
miklu menninar í fremstu
ódnunum – Alin Balutoui
og Andreas Lava Olsen,
sum var væl upplagdur.
Andreas hevði vanda
miklastu royndina í 1.
hálvleiki. Eftir uppspæl frá
Zoltan
smekkaði
Lava
maðurin til, men Predrag
Zivkovic í Skála málinum
hálvbjargaði til horna.
Eitt stig er frægari enn
einki stig. Men vit eru ikki
sørt vónbrotnir av, at tað
ikki eydnaðist at vinna øll
stigini,
staðfesti
Skála
liðformaðurin,
Pauli
G.
Hansen, eftir dystarlok:
Vit hava ikki so nógv
fólk at taka av, og tí rakar
tað eyka meint, tá ið onkrir
ikki eru tøkir. Hesa ferð
vóru Vali og Petur Pauli
Mikkelsen uttanfyri orsaka
av skaða. Teir eru báðir
miðverjar, og tí var neyðugt
at skipa okkum av nýggjum.
Poul Poulsen spældi undir
liðini á Arnholdi Berg. Vit
royndu at samanspæla. Tað
eydnaðist
viðhvørt,
og
viðhvørt hekk tað ikki so
væl saman.
Vinstrabeinti
rumenski
miðvallarin Alin Balutoui
setti hol á fyri heimaliðið
miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Hegnisliga sendi hann frí
spark framvið manngarðin
og í málið aftanfyri Geza
Turi.
Tíggju minuttir undan
leikloki var avgerandi løta
fyri úrslitið. Obi var í
rættuliga góðari støðu, men
hann fór út úr javnvág, tá ið
hann skuldi royna ímóti
málinum. Dómarin, sum
var væl plaseraður, segði
einki, og í næsta álopinum
javnaði Víkingur.
Andreas
Lava
Olsen
stríddi seg til fríspark í
høgru, og tá ið innleggið
varð
lagt
innfyri,
var
Andreas hægstur í brot
steiginum og stýrdi bóltin í
málið.
Fagnaður millum gestir
nar, sum tóktust væl nøgdir
við at hava stigið við aftur
um Gøtueið, sum teir høvdu
havt við sær út á Skála, men
víkingarnir vóru avgjørt
ikki nøgdir við teirra egna
avrik:
Eftir hugburðin og góða
avrikið í málleysa heima
dystinum ímóti HB høvdu
vit vónað, at tað skuldi
eydnast at vinna fulla úr
tøku á Skála. Tað eydnaðist
ikki, og tað kunnu vit ikki
siga so nógv til. Hugburðin
og góða avrikið ímóti HB
sást einki til hesa ferð. Nú
mugu vit vóna, at tað fer at
eydnast at finna tað fram
aftur inntil fríggjakvøldið,
tá ið klaksvíkingar koma í
Sarpugerði, var staðfest
ingin millum víkingarnar.
Ikki sørt var tað, at
viðhaldsfólkini og spæl
ararnir hjá heimaliðnum
kendust eitt sindur vón
brotin um, at tað ikki hevði
eydnast at fáa meiri enn eitt
stig burturúr.
Tað eru nógv Eysturoyar
lið í Formula deildini, og tí
er ofta talan um grannaupp
gerðir. Hesar eru ofta tættar
og spennandi. Sunnudagin
skulu vit til Runavíkar. Tað
verður stór avbjóðing, sum
vit gleða okkum til, var
staðfestingin millum skála
menn, sum hava havt tað
strævið higartil. Men tað er
einki, sum bendir á, at teir
ætla at geva skarvin yvir.
Víkingur
Skála
Skála-Víkingur 1-1 (0-0):
Leitaðu eftir stevnuhýrinum
Sølvi Vatnhamar fær her ein ordans umgang frá spælandi venjaranum hjá Skála. Sum heild
var talan eisini um lívliga uppgerð, men liðini høvdu tó trupult við at fáa glið á poleraða
fótbóltsspælið
Mynd: Álvur Haraldsen
Trýstið lætnaði
Hetta hevur faktiskt verið tann harðasta
vikan, ið eg havi havt sum venjari. Tað
hava verið fleiri tungar avgerðir, sum eg
havi verið noyddur at taka. Men eg eri
glaður fyri, at tað gav úrslit í dag.
Trýstið hevur verið stórt á Rúna Nolsøe
seinastu vikuna. Einki hevur verið sagt úr
HBleguni, men ivaleyst hava stólabeinini
undir venjarasessinum ridlað nakað eftir
fleiri vikur, har FMbiðlarnir ikki hava
funnið vegin til málið, og har liðavrikið als
ikki hevur verið á nøkrum meistarastøði.
Millum avgerðirnar, sum vórðu tiknar,
var at seta tveir landsliðsspælarar á beinkin,
umframt at ein triði misti liðskiparabindið. Í
so máta ein greiður boðskapur frá einum
venjara, ið ikki hevur verið nøgdur um tað,
sum liðið hevði sýnt seinastu dystirnar.
Allir spælarar eru til próvtøku hvønn
sunnudag. Og levera teir ikki, so noyðist eg
sum venjari at traðka til. Og tá kann eg ikki
taka hædd fyri, hvør er landsliðsspælari og
ikki. Teir mugu vísa ein vilja hvørja ferð, og
tað gjørdu teir í dag.
Spælið kundi sjálvandi verið betri, men
úrslitið var gott. Og so mugu heldur spæla
eitt sindur verri. Bara arbeiðsinnsatsurin er
til staðar, og tað var hann í dag, segði Rúni
Nolsøe.
-mørk
Ein dystur av 27
Hóast NSÍ fyri tað nógva hevði í minsta
lagi eins gott tak á dystinum, sum HB
hevði tað, so máttu Óli Hansen og
liðfelagarnir ásanna, at teir gjørdust offur
fyri einum greiðum tapi.
Tað verður ógvuliga trupult, tá vit koma
afturum, men tað er tað, sum hendir. Og so
endar tað við, at tapa – kanska uppiborið –
tá alt kemur til alt.
Í fjør var tað ofta so, at tit koppaðu teir
tøttu dystirnar til egnan fyrimun. Hvat er
tað, sum ikki riggar eins væl í ár?
Tað er ógvuliga trupult at siga, men vit
hava bara ikki vunnið teir tøttu dystirnar.
Og vit mugu bara arbeiða harðari til næsta
dyst.
Tit eru nú sjey stig aftan fyri oddaliðið.
Gera tit tykkum nakrar tankar um, hvar tit
enda á stigatalvuni, nú tit eru dragnaðir
nakað?
Slettis ikki. Vit vita, at tað er ótrúliga
langur vegur eftir enn, og hetta er bara ein
dystur av 27, segði Óli Hansen eftir tapið
móti HB.
-mørk
Hødd tapti uttan Rógva
Hødd uttan Rógva Jacobsen var á útivølli ímóti Haugesund.
Longu eftir 15 sekundirs spæl gekk galið hjá Hødd. Dóm
arin meinti, at Svein Tore Brandshaug var feldur í brot
steiginum hjá Hødd, og hann dømdi brotsspark, sum Per
Moren Kristiansen sendi í netið. Mótbrekkan gjørdist ov
tung fyri Hødd, og í seinna hálvleiki var heimaliðið mest
sum einaráðandi, og bert ein vælleikandi Vebjørn Skeide í
Høddmálinum forðaði einum veruligum stórtapi. Í yvir
tíðini fekk Hødd pyntað til 31 við einum sjálvmáli.
Real setti rimmar punktum
Seinasti dysturin hjá sponskum meistarunum Real Madrid
endaði málríkur. Dysturin var ímóti Levante á heimavølli, og
Real Madrid vann 52. Ruud van Nistelrooy og Sergio Ramos
skoraðu tvey mál hvør. Dysturin var bara ein avgreiðslu
spurningur, tí Real Madrid hevði frammanundan tryggjað
sær spanska meistaraheitið.