Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 93 - 19. mai 2008 ] 323 minuttir uttan mál Talan var um stóra forloysing hjá HB, tá Jákup á Borg beint undan steðginum skoraði til 1-0 móti NSÍ. Seinasta Formula-málið hjá HB undan hesum var, tá Mortan úr Hørg eftir 82 minuttum av 3. umfari skoraði sigursmálið í 2-1 sigrinum hjá HB í Klaksvík. Við øðrum orðum vardi málturkurin hjá HB heili 323 minuttir á hesum sinni. Reinur í 445 minuttir At HB hóast málturkin er við í oddinum, kann liðið uttan iva takka málverjanum eitt sindur. Meðan liðfelagarnir hava stríðst fyri at skora, hevur Tróndur Vatnhamar stríðst fyri at halda málinum reint. Og hetta hevur eisini hepnast heilt væl. Síðani Símun Joensen legði KÍ á odda eftir 10 minuttum í triða Formula- dystinum hjá HB, er einki mál farið í HB-meskarnar í Formula- dysti. Til samans gevur tað 445 minuttir. Eitt mál frá vrakaða liðskiparanum og tvey frá vrakaða landsliðsáleyparanum. HB-venjarin fór All- in og stóð eftir við sterkastu hondini, tá HB við sigri á meistarunum kom aftur á beint Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kreppan var meira enn eyð- sýnd í HB. Í leikskránni undan dystinum varð tikið til, at kvotan við málleysum javnleikum nú var somikið ovurfiskað, at talan mest sum var um ránsveiðu, og hetta hevði eisini fingið sín- ar avleiðingar. Fyrsta bumban varð slept í miðvikuni, tá tað stóð greitt, at Jákup á Borg ikki longur var liðskipari. Og tvær bumbur afturat fullu, tá liðuppstilingin til dystin var kunngjørd. Bæði Christ- ian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru nevnliga at finna á beinkin- um. Ja, somikið ógvusligar vóru broytingarnar á HB- liðnum, at bert trý av pláss- unum – málverjin íroknaður – vóru mannað við somu spælarum, sum í taptu hálv- finaluni móti B36! Liðið vaknaði Meira enn nakað, so bendi hetta á, at Rúni Nolsøe fór all-in í eini hálvgum despe- ratari roynd at venda tungu gongdini. Og við sigrinum móti verjandi meistarunum má sigast, at tað loysti seg at gambla. Fram um alt, so høvdu av- gerðirnar hjá venjaranum ta ávirkan, at HB-liðið at kalla vaknaði. Talan var á ongan hátt um ein dyst við einvegis ferðslu, og NSÍ hevði avgjørt sínar møguleikar, sum teir ikki tóku av. Men hvør sum ein vildu teir á HB-liðnum prógva, at liðið er betri, enn seinastu dystir- nir hava víst. Hjá NSÍ hevur eisini stað- ið nógv á. Meistararnir hava enn ikki funnið form- in, sum í fjør gav teimum gullið, og tí var talan eisini um sera týðandi dyst hjá teimum. Og samanlagt gav hetta úrslit í einum ferðmiklum og intensum dysti, har báðir partar fóru út eftir trimum stigum, heldur enn at verja tí eina, sum teir høvdu. Tróndur dagsins maður Í uppgerðum av hesum slag vilja altíð vera støður, sum høvdu sína avgerandi ávirk- an á úrslitið. Hesar vóru eisini nakrar av í Gundadali, og felags- nevnarin fyri tær var Trónd- ur Vatnhamar. Eingin ivi er um, at við sigrinum stóð HB-venjarin sum kanska størsti vinnarin av øllum, men Rúni Nolsøe man helst eisini hava sent nakrar vinar- ligar tankar til Trónd Vatn- hamar fyri hansara avrik. Kanska hevur málverjin onkra tíð havt meira at gjørt í einum dysti, enn hann hevði hesaferð. Men sjáldan hava bjargingarnar verið timaðar til somikið avger- andi løtur. Longu tíðliga í dystinum kavaði hann úti við stólpan, tá Einar Hansen fluktaði móti málinum eftir horna- spark. Ein støða, har eitt NSÍ-mál veruliga kundi punkterað HB-neistan. Beint undan fyrsta HB- málinum átti hann eisini sín leiklut, tá Óli Hansen ikki fekk lagt NSÍ á odda, og so kundi Jákup á Borg ístaðin skora til 1-0 við seinasta sparkinum undan steðgi- num. Og tíðliga í seinna hálv- leiki hevði hann kanska bestu bjargingina av øllum, tá hann sum køtturin fekk jústa skotroynd frá Jónhard Frederiksberg burtur. Og ógvuliga hóskandi varð Tróndur eftir dystin kosin sum dagsins HB’ari. Og eins hóskandi við Jákupi á Borg og Christian Høgna Jacobsen sum nummar tvey og trý í atkvøðugreiðsluni hjá HB-stuðlunum. Málini Í mun til so nógvar av und- anfarnu dystunum, so tók HB hesa ferð av, tá møgu- leikarnir buðust. Jákup á Borg skoraði fyrsta málið dygst undan steðginum. NSÍ hevði júst havt vandamikla roynd, og so gekk skjótt hinvegin. Jákup dró móti tøvandi verjuspælara, og so smekk- aði hann bóltin flatt inn um stólparótina. Jákup átti eisini sín lut í næsta álopinum, tá hann vann bóltin afturi á miðvøll- inum. Innskifti Christian Høgni spældi 1-2 við Ólav í Ólavsstovu, og hóast runa- víkingurin tóktist draga ov langt við bóltin, so eydnað- ist honum at pota inn um Tórð Thomsen í NSÍ-máli- num. Triðja málið átti Christian Høgni við húð og hár, tó at Jákup eisini hevði sín lítla fót við í hesum. Nú fyrrver- andi liðskiparin spældi til Christian Høgna, sum av brotsteigarmarkinum setti ferð á, og smoygdi sær mill- um tríggjar verjuspælarar, áðrenn hann við vinstra beininum smekkaði bóltin flatt í netið. Meistarakreppa Og so var krepputosið í HB-húsinum av. Ivaleyst høvdu mon undan dystinum hug at finnast at avgerðu- num, sum Rúni Nolsøe hevði tikið undan dystinum, men í fótbólti er tað væl soleiðis, at vinnarar hava altíð rætt. Hinvegin er talan nærum um kreppustøðu í Runavík eftir ósigurin. Gaman í eru 20 dystir eftir á tapetinum, og verða teir tiknir »ein í senn«, so kann NSÍ sjálv- andi toga seg uppaftur. Men veruleikin er sam- stundis, at NSÍ nú er sjey stig aftan fyri EB/Streym, og higar til hevur spælið hjá NSÍ ikki borgað fyri, at teir kunnu seta kravdu røð- ina av sigrum saman, um teir skulu vinna munin aft- ur. NSÍ HB HB-NSÍ 3-0 (1-0): Rúni fór all-in og vann Vinnarar hava altíð rætt, og tí stóð HB-venjarin helst sum størsti vinnarin eftir dystin móti NSÍ sunnudagin. Men ivaleyst mundi Rúni Nolsøe eisini senda nakrar vinarligar tankar til Trónd Vatnhamar fyri hansara avrik. Her sæst málverjin í stórum stíli fá sekund áðrenn HB skorar til 1-0 Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir