Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 93 - 19. mai 2008 ] Chelsea áhugað í Laudrup Sambært Berlingske Tidende hevur Chelsea sett seg í samband við danska fótbóltsvenjaran Michael Laudrup, sum gevst í spanska felagnum Getafe. Sambært blaðnum er ein annar dani, Frank Arnesen - ið er talentstjóri hjá Chelsea - ein av høvuðsorsøkunum til, at Chelsea møgu- liga verður nýggjur arbeiðsgevari hjá Laudrup. Onnur feløg – millum annað sponsk – eru eisini áhugað í Laudrup. Áskoðarar gjørdu um seg Viðhaldsfólk hjá FCK gjørdu um seg í dystinum millum Brøndby og FCK, sum Brøndby vann 2-1 sunnudagin. Áskoðarar hjá FCK tendraðu neyðbluss, og teir tveittu hesi eftir áskoðarum hjá Brøndby. Ein áskoðari noyddist á Ríkissjúkrahúsið, tí hann hevði brent seg av einum neyðblussi. Eftir dystin mátti løgreglan leggja upp í, tá ið áskoðarar hjá feløgunum brustu saman. Í seinna hálvleiki hevði B71 fleiri upplagdar málmøgu­ leikar at fáa javn­ vág í úrslitið, men framherjanir hjá sandoyingum tóku ikki av. Við einum vøkrum frísparksmáli stóð Jann Ingi Petersen fyri einsamalla málinum í dystinum, tá B68 vitjaði í Traðardali Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Símin Hansen og Clayton Soares kunnu bara iðra seg um, at tað ikki eydnaðist B71 at fáa stig, tá toftamenn vitjaðu á Sandi í gjár. Fram- herjarnir misnýttu í seinna umfarinum upplagdar møguleikar, og uttan mál er ógjørligt at vinna ein fót- bóltsdyst. Jann Ingi Petersen var hetjan á Toftum í gjár. Við beinleiðis frísparki, sum sat uppi í málkrókinum, tryggj- aði hann B68 øll stigini. Hesir hava nú fingið luft í botnstríðnum. B68 omaná B68 legði bragdligari fyri og trýsti heimaliðið fyrstu løtuna. Tað var eisini uppi- borið, at Petersen legði gest- irnar á odda. Frísparkið var úr 18 metra fjarðstøðu. Fyrr- verandi landsliðsleikarin var eisini millum mest eyð- sýndu toftamenninar á Sandi í gjár. Sandoyingar fullu ikki í fátt eftir leiðslumálið hjá gestunum. Teir stríddust væl og reistust aftur so líð- andi í fyrra umfarinum. Fabio Vieira var eisini umreppið at javna, tá hann stýrdi frísparksinnleggið móti málinum. Bólturin tók í tvørtræið, og niður fyri føturnir á Clayton Soares, sum hevði ríkiligt av plássi. Dómarin bríkslaði tó fyri rangstøðu. B71 hevði leik- liga yvirvág seinastu løtuna í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fótbóltsspælið, sum var í háðsæti í Traðardali. Lið- ini stríddust serliga á mið- vøllinum, og tað eydnaðist væl at bróta spælið hjá mótstøðuliðnum. Framherjarnir misnýta B71 var eisini meira á bólt- inum eftir hvíldina. Símin Hansen burdi eisini í tveim- um førum at javna fyri heimaliðið, men einsamallur við málverjan sendi hann framvið. Eisini var Clayton Soares nær við, men brasili- anski framherjin bíðaði ov leingi, tá møguleikin beyðst. B68 smæddist ikki burtur, og seinastu løtuna kundu teir havt økt um leiðsluna. Símin Rógvi Hansen, sum leikti ein góðan dyst, vardi tó fyri royndunum. Toftamenn fóru av Sand- oynni við øllum stigunum. Tað er umráðandi fyri B68, at teir ikki hava verið fyri ósigri móti nærmastu kapp- ingarneytunum í botn- stríðnum. Tískil var sigurin í gjár sera týdningarmikil í botnstríðnum. Eli Hentze og hansara leikarar skulu helst til at brynja seg til eitt tætt botn- stríð í Formuladeildini í ár. Flestu dystirnir hjá sandoy- ingum hava verið tættir, men tað tykist verða trupult at fáa stig. Øll liðini kunnu vænta at fáa tað trupult á Sandi, har B71 hava fingið øll fýra stigini higartil. Men heimavøllurin fer ikki einsa- mallur at tryggja sandoying- um sætið í bestu føroysku fótbóltsdeildini í komandi kappingarárið. Vit fáa ikki mál Símin Hansen hevði ikki nógv upp á hjartað, tá Rás2 tosaði við hann eftir dystin í gjár. - Vit fáa ikki bóltin í hatta málið. Vit hava upplagdar møguleikar, men taka ikki av. Nú kann bara ganga ein veg hjá okkum. Vit koma illa frá byrjan í dystinum í gjár, og tað vísir seg eisini, at vit hava tað oftast trupult í fyrra hálvleiki. Tað verður betri eftir hvíldina, men tað nyttar lítið, tá vit ikki fáa mál. Eg skuldi sjálvur verið komin á máltalvuna, segði B71-framherjin, Símin Hansen, eftir dystin. B71-B68 0-1 (0-1): Møguleikarnir manglaðu ikki B68 B71 Símin Hansen hevði sínar møguleikar á Sandi, men neyvleikin og hepnið var ikki í parti við B71, sum nú er aftast í Formula- deildini Mynd: Álvur Haraldsen