mánadagur 19. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 93 - 19. mai 2008 ]
Føroysku kvinnurnar
vóru nær við, men
eftir kappingina
kundu tær iðra seg
um, at avgerandi
stigini ikki vórðu
fingin til høldar móti
Liktenstein
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan gjørdist um greitt 3-0
tap í dystinum, sum skuldi
tryggja okkara kvinnum
víðari luttøkuna. Men talan
varð í veruleikanum um eitt
tap av heldur óneyðuga slag-
num. Eitt tap, har føroysku
kvinnurnar ikki stóðu mát,
tá nervarnir og spenningurin
trýstu ungu og óroyndu
spælararnar.
Í øllum trimum settunum
var tað nevnliga so, at okk-
ara lógu væl fyri, tá komið
varð fram til avgerandi bólt-
arnar. Í fyrsta settinum
mistu okkara 20-17 til 20-
24, og í næsta settinum
mistu vit tveir settbóltar,
áðrenn Liktenstein kundi
serva settið heim. Og hóast
nær við í seinasta settinum,
so knekkaði filmurin eisini,
tá
avgerandi
bóltarnir
skuldu sláast í hesum.
Royndirnar restaðu
Eftir dystin móti Luksmburg,
sum altso varð tann seinasti
hjá okkara kvinnum í kapp-
ingini, tosaðu vit við Helen á
Lakjuni, og hon var ikki
ósamd í, at dysturin móti
Liktenstein gjørdist dýrur.
- Hann burdu vit havt
vunnið. Heilt sikkurt.
Men hvat gekk so galið?
- Vit fokuseraðu kanska
ov nógv upp á teirra spæl
ístaðin fyri okkara egna.
Tað var kanska størsta mis-
takið.
Og sum spælari at vita,
at tað nú verður eitt ár ella
meira til næstu altjóða av
bjóðingina, tá tað kundi
verið meira. Er tað ikki eitt
sindur hugstoytt?
- Jú, tað er tað. Komu vit
víðari, so vildi næsta kapp-
ingini kortini ikki verið fyrr
enn næsta ár kortini, men
tað er keðiligt, tí vit burdu
komið víðari. Kanska er tað
eisini tað, at fleiri av okkara
spælarum fara niður við
høvdinum, tí royndirnar
ikki eru tær nógvu. So tað
er avgjørt eisini ein partur
av frágreiðingini, segði Hel-
en á Lakjuni eftir dystin.
Móti Liktenstein høvdu okkara fleiri
ferðir avgerðina í egnum hondum, men
hvørja ferð kiksaði, tá mest stóð á
Mynd: Jens Kr. Vang
Skotland-Luksemburg 2-3 (21-25, 25-19, 25-16, 22-25, 8-15)
Írland-Liktenstein
0-3
(15-25, 17-25, 23-25)
Føroyar-Skotland
3-1
(21-25, 25-19, 25-20, 25-15)
Írland-Føroyar
1-3
(21-25, 12-25, 30-28, 11-25)
Liktensetin-Luksemburg 0-3
(24-26, 23-25, 22-25)
Skotland-Írland
3-1
(25-18, 25-22, 23-25, 25-13)
Føroyar-Liktenstein
0-3
(22-25, 25-27, 22-25)
Luksemburg-Írland
3-1
(25-12, 25-20, 23-25, 25-18)
Liktensetin-Skotland 1-3
(25-19, 17-25, 21-25, 16-25)
Luksemburg-Føroyar 3-0
(25-19, 25-12, 25-21)
FAKTA um dystirnar
Helen á Lakjuni sæst her saman við Birgit Guttesen, Sólgerð Henriksen og Anniku á Stongum, tá
føroyska exit’ið var veruleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
Liktenstein-
dysturin
kostaði
Liktin-
stein tók
annað-
plássið
Eitt betri lutfall
millum vunnin
og tapt sett var
avgerandi, tá
Liktinstein togaði
seg framum
Skotland á
stigatalvuni
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skotsku
kvinnurnar
gjørdust
akkurát
ov
stuttar í royndunum at
røkka næsta umfarinum
í EM-undankappingini.
Kappingin í Føroyum
var at kalla ein undan-
undankapping, og tey
bæði bestu liðini vunnu
sær rætt til næsta umfar-
ið í kappingini. Talan
kundi
tó
møguliga
verða um trý lið, tí
Liktinstein er nevnliga
vertur fyri næsta umfar-
inum, og tí vóru tær
undir øllum umstøðum
við í næsta umfarinum.
Tá stigatalvan eftir
kappingina í Føroyum
varð gjørd upp, stóð á
jøvnum í stigum millum
Liktinstein,
Skotland
og Føroyar. Liktinstein
og
Skotland
høvdu
bæði sama settmun,
men avgerandi var, at
Liktinstein hevði betri
lutfall millum vunnin
og tapt sett.
Góð føroysk skrá
Við fýra dystum upp á tríggjar dagar, so var talan um
harða skrá hjá luttakandi londunum í EM-
undankappingini í flogbólti. Best mundi skráin tó hóva
føroyingum. Bæði fríggja- og leygardag spældu okkara
bert ein dyst, og tá var tað móti liði, sum hevði spælt dyst
fyrr um dagin. Leygardagin spældu okkara tveir dystir,
men tá var tað eisini móti liði, sum hevði verið í eldinum
fyrr um dagin, og enntá høvdu okkara tá havt tveir tímar
meira at hvíla seg í.
Ov lág høll
Flogbóltssambandið hevur rópt varskóð, nú nýggj ítróttar-
høll helst skal gerast í Havn. Við verandi karmum, so var
nevnliga neyðugt við undantaksloyvi, um Føroyar skuldu
standa sum vertir fyri altjóða flogbóltskapping. Tað er
nevnliga so, at ein flogbóltshøll í minsta lagi skal vera
níggju metrar høg, har hon er lægst. Á Hálsi í Havn varð
lægsta hæddin sum máld sum 5,84 metrar, og tí hevur
Flogbóltssambandið heitt á býráðið um at hava hetta í
tonkunum, nú arbeitt verður við at gera nýggja høll.