Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 93 - 19. mai 2008 ] - Eftir hesa royndina eru vit til reiðar at bjóða okkum fram til líknandi uppgávur aftur. Men tað krevur eisini eitt greitt svar frá myndugleikunum, um teir vilja spæla við, sigur formaðurin í Flogbólts- sambandinum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast føroysku flogbólts­ kvinnurnar júst høvdu verið fyri greiðum tapi móti Luks­ emburg, og harvið høvdu útspælt sín leiklut í EM­ undankappingini, so var tað ein væl nøgdur flogbóltsfor­ maður, sum gjørdi sínar við­ merkingar um kappingina, meðan menn longu vóru farnir í gongd við at taka taraflex­undirlagið av hallargólvinum á Hálsi. ­ Eg haldi, at vit til sam­ ans hava havt á leið 150 fólk í sving hetta vikuskiftið. Og sjávlandi hava nógv eisini arbeitt við hesum undan vikuskiftinum. Og tað hevur riggað somikið væl, at tað hevur ikki eina tí einastu ferð verið neyðugt hjá okk­ um at ringt eftir nøkrum per­ sóni, tí tann og tann smálut­ urin hava vantað. Tað hevur gingið sum eitt klokkuverk, og hetta er eitt tiltak, sum øll tey føroysku flogbóltsfeløg­ ini hava staðið saman um og fingið at rigga. ­ So hjá okkum er hetta heilt einastandi. Tað er stutt­ ligt at standa sum fyriskip­ ari, tá undirtøkan er somikið góð, sum hon hevur verið. Og tað hava vit eisini fingið at vita frá fleiri av hinum luttakarunum, har summi siga, at hetta hevur verið tann best fyriskipaða undan­ kappingini yvirhøvur, segði Magnus Tausen. Fyrstu stigini Og hóast Magnus eins og restin av føroysku leguni iðraði seg um, at kvinnurnar ikki spældu seg víðari. So fegnaðist hann um, at heima­ vøllurin avgjørt víst seg sum góð ítróttarlig íløga. ­ Vit kunnu illa vera annað enn nøgd um avrikið, tí hetta er fyrstu ferð, at vit vinna nakað sum helst í slíkari undankapping. ­ Men heilt erliga, so var eg sjálvandi vónbrotin í gjárkvøldið, har vit taptu ein dyst, sum kundi koppað báðar vegir. Í kvøld móti Luksemburg eru tær nokk betri enn okkara, so har var ikki tað heilt stóra at gera. Men vit síggja samstundis, at vit hava gongd í tí rætta, so tað er virkuliga stuttligt at hyggja eftir. Og tað at liðið hesa ferð vinnur tveir dystir. Er tað ikki tekin um, at talan er um góða íløgu, tá spælt verður á heimavølli? ­ Tað loysir seg. Vit hava fingið øgiliga góðan stuðul frá áskoðarunum, sum bæði leygar­ og sunnudagin skaptu ein fantastiskan stemning. Og spælararnir vilja eisini sleppa at spæla á heimavølli. Tær vilja sleppa at vísa fólki, hvat tær duga, og tað hevur før­ oyskur flogbóltur ikki veru­ liga havt møguleikan til síð­ ani Oyggjaleikirnar í 1989. So hetta hevur verið spenn­ andi upp á nógvar mátar. Taka gjarna av aftur Hóast Magnus ikki vil seta tøl á enn, nú allar inntøkur og útreiðslur ikki eru enda­ ligar uppgjørdar, so er eing­ in loyna, at tað er stórt tak fíggjarliga, tá slík undan­ kapping verður skipað í Før­ oyum. Men góða úrslitið – bæði ítróttar­ og fyrisitingarliga – tykist avgjørt hava gjørt sítt til, at Flogbóltssamband­ ið er til reiðar at átaka sær líknandi avbjóðing aftur. ­ Fyrisitingarliga haldi eg vit hava prógvað, at vit til eina og hvørja tíð kunnu átaka okkum uppgávuna. Fíggarliga fáa ikki reiðiliga svarað enn, nú alt ikki er uppgjørt. Men tað er sjálv­ andi so, at kostnaðurin av einum slíkum tiltaki tá skal vigast ímóti tí, sum tað kostar, um lið skulu sendast av landinum ístaðin, tí tað er avgjørt ikki ókeypis. Men eg haldi, at tað er einki, sum forðar okkum fyri at fara undir eitt slíkt tiltak einaferð afturat. ­ So er bara spurningurin, hvørji krøv verða sett í fram­ tíðini. Vit fingu undantaks­ loyvi hesaferð, og tað er ikki víst, at vit eisini fáa tað eina aðra ferð. So tú kanst siga, at tað er eitt stórpol­ itikiskt í so máta. Vilja vit hava altjóða flogbóltskapp­ ingar í Føroyum, so mugu vit hava karmarnar, sigur formaður í Flogbóltssam­ bandinum. Stóðu royndina Frá næsta dystinum hjá Føroyum móti Írlandi. Ein dystur, sum føroyska liðið vann greitt, og har vónin um víðari luttøku veruliga varð kveikt Mynd: Álvur Haraldsen EM-undankappingin í kvinnuflogbólti vunnin tapt dystir v - t sett sett Lutfall stig 1 Luksemburg 4 4 - 0 12 3 4.000 8 2 Liktinstein 4 2 - 2 7 6 1.167 6 3 Skotland 4 2 - 2 9 8 1.125 6 4 Føroyar 4 2 - 2 6 8 0.750 6 5 Írland 4 0 - 4 3 12 0.250 4 Fyrr­ verandi forsetin setti Tað mundi kennast sum ein heilt serlig løta hjá Jógvani Arge, tá hann setti EM­undankapping­ ina í flogbólti, sum varð hildin á Hálsi um vikuskifitð. Eitt er, at hesin heið­ urin fall honum í lut sum varaborgarstjóri. Annað og helst meira var, at Jógvan sum fyrr­ verandi ÍSF­forseti sjálvur stóð við høvuðs­ ábyrgdini, tá flogbóltur­ in á sinni fekk sína al­ tjóða viðurkenning. Ein viðurkenning, sum sam­ bært Jógvani sjálvum er tann lættasta, sum hann hevur vitað um. ­ Tað var soleiðis, at tað var ein dani, sum var skrivari hjá europ­ isku flogbóltssamgong­ uni, tá hetta stigið varð tikið. Saman við táver­ andi flogbóltsdeildini innan ÍSF høvdu vit arbeitt við málinum, og eftir at hava orðað eina umsókn fóru vit til Danmarkar á fund. ­ Og tað var so eisini tað, sum skuldi til. Eftir fundin tók danski skriv­ arin sær fult og heilt av málinum, og sjálvir vóru vit ikki á nøkrum fundi aftur, fyrr enn altjóða viðurkenningin var veruleiki. So hetta gekk ígjøgnum í fyrstu royndini, sigur Jógvan um altjóða viðurkennin­ gina hjá flogbóltinum. Og undir setanini kundi hann so bara fegnast um, at tað nú hevur eydnast flogbólt­ inum at hýsa einum somikið stórum tiltaki. -mørk Inter meistari Inter vann italska meistaraheitið um vikuskiftið. Felagið hevur ligið á odda í kappingini alt ár, men hevur havt trupulleikar seinastu umførini. Í gjár kundi felagið við einum sigri á Parma avgera kappingina sjálvt á seinasta leikdegnum, og tað eydnaðist. Innskifti svenski álopsspælarin Zlatan Ibrahimovic skoraði bæði málini í 2­0 sigrinum á Parma. Roma endaði næstfremst. Eto’s skal finna sær annað felag Franski álopsspælarin Thierry Henry heldur, at liðfelagin Samuel Eto’o skuldi funnið sær eitt nýtt felag at spælt fyri. ­ Eg skal ikki gera nakað av fyri hann, men hevði eg verið hann, so hevði eg funnið mær eitt nýtt felag nú, sigur Henry. Eto’o varð nógv skaddur farna kappingarár, men hann megnaði at skora heili 16 mál fyri tað.