mánadagur 19. mai 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 93 - 19. mai 2008 ]
Málverjarnir áttu
stóran lut í hend
ingaríkari uppgerð,
har klaksvíkingar
eftir tvey mála leiðslu
vóru um reppið at
missa á stokkinum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltslagið var gott í Klaks
vík í gjár, og orsøkin var eyð
sýnd. Við 21 sigrinum á
B36 lyftu Eyðun Klakstein
og hansara menn sær eitt
sindur burtur frá niðurflyting
arstrikuni, og harafturat er
tað ikki á hvørjum degi ella
ári, at KÍ vinnur fulla úrtøku
á heimavølli ímóti B36.
Meiri neyvt sagt so eru
tað knappliga átta ár síðani,
at klaksvíkingar við fyrr
verandi B36 venjaranum,
Tomislav Sivic, við róðrið
– seinast vunnu heimasigur
á B36. Tað var 10. september
í 2000, og úrslitið ta ferðina
var eisini 21.
Fyrsti málskjúttin fyri
átta árum síðani var Heðin
á Lakjuni, sum í 30. minutti
legði heimaliðið framum.
Fyrsti málskjúttin í gjár var
eisini Heðin á Lakjuni.
Hesa ferð vóru 20 minuttir
farnir, tá ið hann setti hol á:
Harley Bertholdsen, sum
var drúgvur á høgra vong
verja, legði innfyri, og Krist
offur Jakobsen vann frí
spark. Heðin sendi flatt úti
við stólpan, og Meinhard
Joensen noyddist í málið
eftir
bóltinum,
meðan
heimafólkið fegnaðist.
Spentar støður framman
fyri málunum eru besta borg
an fyri fótbóltsundirhaldi,
og hesa ferð vóru nógvar
spentar støður frammanfyri
málunum: Meinhard bloker
aði við beininum, tá ið John
Hammer, ið hesa ferð var á
miðvøllinum í høgru, og
miðvallarin Kristian á Lakj
uni royndu seg úr góðum
støðum, og Jákup Mikkelsen
vísti landsliðsstøði við at
parera til horna, tá ið Santos
hevði sneitt seg ígjøgnum
og royndi ímóti málinum.
Stutt undan steðginum
sendi Hanus Thorleifsson
bóltin á samankomingina, og
í 2. hálvleiki vóru málmøgu
leikarnir ikki so nógvir og
stórir, tá ið B36 legði trýst á,
og heimaliðið varð trýst –
ivaleyst longri enn teir høvdu
ætlað – aftur á vøllin.
B36 hevði bóltin meiri,
men eg haldi ikki, at teir
megnaðu at spæla seg til
upplagdar møguleikar. Ják
up var væl fyri í málinum,
og spælararnir vóru uppsett
ir, konsentreraðir og ofraðu
seg, staðfesti væl nøgdi
Eyðun Klakstein eftir dyst
arlok. Hann mintist væl 21
sigurin í 2000, tí tá var hann
sjálvur millum spælararnar.
20 málið hjá Rodrigo
kom sera væl við hjá okk
um. Vit vunnu bóltin, tá ið
teir vóru á veg í álop, Krist
offur Jakobsen legði innfyri
úr vinstru, og Rodrigo, sum
var sera væl upplagdur,
stýrdi bóltin í málið, greiðir
væl nøgdi KÍ venjarin frá.
Hvussu nú?
Allar uppgerðirnar eru
tættar, og vit sóu ímóti B36,
hvussu smáir marginalirnir
eru. Eftir at Klæmint Matras
hevði minkað um munin við
skoti úr brotsteiginum, hevði
B36 møguleikar at javna til
22, men vit høvdu eisini
møguleikar at økja um leiðsl
una. Vit skulu fríggjakvøldið
til Gøtu, og so eiga vit heima
vøll ímóti NSÍ og Skála.
Talan er um uppgerðir, har
vit kunnu fáa góða úrtøku,
men skal tað eydnast, so
skulu vit arbeiða nógv og
hart, sleppa undan mistøkum
og hava marginalirnar við
okkum, staðfesti væl nøgdi
KÍ venjarin eftir heimasigurin
á B36. Tann fyrsti í átta ár!
KÍ-B36 2-1 (1-0):
KÍ fekk fult fyri fyrstu
ferð í átta ár
B36
KÍ
Tora aftur uttandura
Við málinum til 10 var Heðin av Lakjuni ein av stóru
hetjunum hjá KÍ, sum fyri fyrstu ferð í átta ár sendi B36
til Havnar við ongum. Onkur vildi kanska vera við, at
frísparksmálið var av tí hepnara slagnum, men tað var
ein útsøgn, sum Heðin ikki sjálvur vildi skriva undir
uppá.
Milic stillar seg fyri í múrinum, og tá hann flytur
seg, smekki eg eftir jørð, og tíbetur fór bólturin inn. Og
eg haldi eisini sjálvur, at hatta var væl skotið, segði
Heðin í 3. hálvleiki á Rás2 sunnukvøldið.
Sigurin bar við sær, at KÍ eftir eina tunga byrjan hevur
vunnið sær átta stig í seinastu fýra dystunum. Og tað er
ein úrtøka, sum sambært liðskiparanum hevur gjørt
lagið kring felagið munandi betri.
Tað merkir mann væl. Tað er munur á at vera í
Klaksvík nú og so fyri trimum umførum síðani. Tá tordi
mann næstan ikki at vísa seg uttandura, men nú er nógv
meira positivt. Vit hava jú ikki tapt í fýra dystir, so lagið
er vorðið nakað nógv betri.
-mørk
Fyri fyrstu ferð í ár mátti B36 av vøllinum uttan
stig. Talan var samstundis um fyrsta tapið í Klaksvík
síðani í 2000 hjá árstalsfelagnum
Mynd: Norðlýsið
Sagt í 3.
hálvleiki
Ein partur av triðja hálv
leiki á Rás2 eru SMS
boð frá lurtarunum. Í
tann mun at tíðin røkk
ur, verða hesi boð lisin
upp í sendingini. Og
bestu SMS’ini verða
eisini prentað í mána
dagsútgávuni
av
Sosialinum.
»Eg sá ik dystin hja KÍ,
men tad sær út at boða
frà nýggjum góðum
tíðum..!:) koyr a KÍ«
»Sigfridur C. for inn i
skiftirúmið og gav Eb
strspælarunum (trylle
drik), so teir gjørdu eitt
flott
comeback
og
skoradu 3 màl...«
»Flott come back eb/
streymur. Arnbjørn i
heimsklassa«
»Hvussu
kann
B36
vinna,
teirra
tikarar
róptu nógv. Men heilt
erligt, ganga fullir og
mala i Klaksvik ein
sunnudag, latið okkum
fáa alkohol ur okkara
fjepparamentan«
»Eru dómarar til keyps
á ebay, veit nakar?«
»Stuttligt var at síggja
Sigmund aftur í KÍ
blusuni! Hann leikti ein
kanón dyst!«
»Útmerka KÍ! Jákup,
Ovi og Rodrigo vístu
klassa! Formanseffektin
heldur fram!«
Tað er gott at eita
Christian Høgni í dag.
Tà man skorar ímóti
nsí:)«
»Tróndur á landslið
ið!«
»Frà EB/STR. Fan hatta
var synd ÍF koyrið á.«
»Man Óli Hansen (lidf.
hjá NSÍ) enn taka EIN
DYST Í SENN? ;)«
Carrick hevur longt
sáttmálan
Manchester United hevur longt sáttmála við
miðvallarspælaran Michael Carrick, sum felagið keypti úr
Tottenham fyri 150 milliónir krónur fyri tveimum árum
síðani. 27 ára gamli Carrick hevur spælt væl í ár, og nú
hevur United longt sáttmálan við hann heilt fram til 2012.
Eg rokni við, at hetta Unitedliðið fer at spæla saman í
fleiri ár afturat, sigur Michael Carrick, sum í farna
kappingarári spældi 48 dystir fyri United.
Holst tosar við Lyngby
Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst
tosar nú við Lyngby um at leingja sáttmálan hjá sær við
felagið. Host hevur eitt hálvt ár eftir av sínum sáttmála
skeiði, men er sinnaður at halda fram í felagnum, hóast
Lyngby nú flytir niður í næstbestu deildina at spæla.
Holst hevur skorað 9 má fyri Lyngby í superliguni í ár.