mánadagur 19. mai 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 93 - 19. mai 2008 ]
Bárður tók
ábyrgd
Egil á Bø misnýtti fyrra
brotsparkið við Margáir
í gjár. Tá hetta skuldi
skjótast av nýggjum
vildi liðskiparin ikki
royna seg.
- Nei, hann vildi, at
onkur annar tók sær av
tí. Vit tosaðu um tað
innanhýsis, og tað end-
aði við, at eg bjóðaði
meg fram.
Og tú var sannførdur
um, at tú fór at senda
hann í netið?
- Ja, har var einki at
ivast í, sigur Bárður
Olsen, sum skeyt sig-
ursmálið
hjá
EB/
Streymi í gjár.
Dómarin
greiðir frá
Fleiri høvdu hug at
finnast av avgerðunum
hjá Dagfinni Olsen,
dómara, við Margáir í
gjár.
- Tað er mín ábyrgd
at steðga spælinum, um
ein leikari gerst álvar-
sama skaddur. Tað vísir
seg ofta, at leikarar
skulu bara hava eitt
sproyt av vatni á beinið,
so eru teir frískir aftur.
Eg metti ikki, at tað var
neyðugt at steðga spæl-
inum í sambandi við
brotsparkið,
sigur
Daginn Olsen.
Tú vísti Sasa Jovan
ovic av vøllinum stutt
eftir leiðslumálið hjá
EB/Streymi. Tú valdi
síðan at taka hetta aftur
– hvat hendi?
- Ja, eg hevði skrivað
skeivt í dómarabókina
– tað var trupulleikin.
Ungararnir
hjá
ÍF
líkjast ógvuliga nógv,
og eg kendi ikki mun á
teimum. Eg helt, at
hesin fekk sítt seinna
gula kort, men tað
hevði hann so ikki.
Longri er søgan ikki,
sigur hann.
Olsen staðfestir eis-
ini, at tað er loyvt at
skifta skjútta, tá eitt
brotspark skal skjótast
av nýggjum.
Einki EM til Raul
Álopsspælarin Raul er ein legenda í sponskum
fótbólti, men hann er ikki tikin út til spanska EM
hópin, sum verður við í EM endaspælinum í summar.
Raul hevur annars havt eitt frálíkt kappingarár í Real
Madrid, har hann við sínum 18 málum hevur átt sín
stóra lut í meistaraheitinum. Hóast hann hevur havt
sínar upp- og niðurtúrar innan fótbóltin, so er hann
við 44 málum í 102 landsdystum eisini mest skorandi
spanski landsliðsspælarin í søguni.
Anderlecht steypavinnari
Belgiska steypafinalan í ár stóð ímillum Anderlecht og Gent,
og tað gjørdist ein spennandi og málríkur dystur. Longu eftir
seks minuttir skoraði Gent, og teir vóru eisini á odda 2-1, tá ið
tað restaðu 20 minuttir. Men so kom Anderlecht fyri seg, og
eftir trimum minuttum hevði Olufade skorað tvey mál.
Dysturin endaði við 3-2 sigri til Anderlecht.
Hóast fuglfirðingar
vóru á odda við tveim
um í steðginum, so
fekk EB/Streymur øll
stigini við Margáir
í gjár. Bárður Olsen
skoraði sigursmálið
við brotsparkið, sum
gestirnir mettu ongan
tíð skuldi verið dømt
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Hvat fanin er hetta fyri
nakað?!
Fuglfirðingarnir – bæði á
og uttan fyri vøllin – standa
spyrjandi. Summir standa
og geyla orð, sum eru betri
óskrivaði, eftir dómaranum,
meðan aðrir eru fámæltir.
Egil á Bø hevur júst jarðlagt
Nenad Saric, men maðurin
við
floytuni,
Dagfinn
Olsen, lat ikki við seg
koma. Serbin liggur og
gremur seg á vøllinum,
meðan EB/Streymur fer í
mótálop. Arnbjørn Hansen
er einsamallur við Andras
Gango, tá málverjin fellur
hann í feltinum. Brotspark
til sundalagsmenn.
Egil á Bø gongur fram
móti bóltinum. Hann ger
skjótt av, sendir til vinstru
hjá
málverjanum,
men
Gango er vakin og verjir
fyri skotinum. Skjótt verða
allir armarnir úr Fuglafirði
lyftir í loft. Rættvísið vann,
sambært teimum. Men í
fagnaðinum floytar dómar-
in, sum dømdi væl, fyri
nýggjum brotsparki. Linju-
verjin hevur gjørt vart við,
at Andras Gango fór av
málstrikuni áðrenn tað var
skotið, og tí skal brotsparkið
takast av nýggjum. Nú
liggur trýstið á herðunum á
Bárði Olsen, sum svikaligt
trygt sendir EB/Streym á
sigurskós.
- Hvat hava dómararnir
ímóti ÍF?, spurdi ein.
Dramatikkur
Kanska hin mest dramatiski
og hendingaríkasti dysturin
í ársins útgávu av Form-
uladeildini var við Margáir
í gjár. EB/Streymur var
aftan fyri við tveimum í
hálvleikinum,
men
tað
eydnaðist sundalagsmonn-
um at fáa øll stigini, tá ÍF
vitjaði í Streymnesi.
Leikararnir hjá Sigfríði
Clementsen vístu í fyrra
umfarinum eitt hitt lakasta
avrikið í langa tíð. Hinvegin
var spælið eftir hvíldina sera
sannførandi, og dysturin
fekk eina brádliga vend.
Miðvøllurin burtur
Tað merktist sera væl á
miðvøllinum
hjá
EB/
Streymi,
at
Mikkjal
Thomassen ikki var við.
Landsliðsleikarin dugir væl
at skumpa undir viðleik-
ararnar, og tað manglaði av
álvara undan steðginum.
Levi Hanssen og Høgni
Zachariasen fingu ongantíð
tamarhald á miðvøllinum.
Balasz Sinkó hevði eitt nú
eisini ríkiligt av tíð og
plássi uttan fyri brotsteigin,
tá hann fann Sasa Jovanovic
í høgra borði, tá tíggju
minuttir
restaðu.
Hesin
sendi inn til Frank Poulsen,
sum stríddi seg fram um
Egil á Bø, áðrenn hann
prikaði bóltin framvið René
Torgarð. Tað var eisini
uppiborið, at ÍF legði seg á
odda. Teir vóru als ikki
komnir í Streymnes at
verja. Í framrættaða spæli-
num herjaðu gestirnir á, og
serliga var Balasz Sinkó
væl upplagdur. Tað staðfesti
hann aftur fimm minuttir
áðrenn hvíldina, tá hann –
eftir skjótálop - legði bóltin
fyri føturnir á Jovanvic,
sum økti um leiðsluna.
Fuglfirðingar vóru uppi-
borið á odda við tveimum í
hálvleikinum, og frøin var
stór á áskoðarnum í steðg-
inum. Andlitini á venjarun-
um
báðum
–
Sigfríði
Clementsen og David Jones
– søgdu eisini alt, tá hesir
vóru á veg móti leikara-
tunlinum: Ein hugdi ikki
upp, meðan hin smíltist.
Fimm minuttir
nógmikið
Venjarin hjá EB/Streymi
hevur týðiliga verið mis-
nøgdur í hálvleikinum. Tað
máttu Hanus Eliasen og
Marcell Balog sanna, og
báðir vóru útskiftir. Broyt-
ingarnar vóru eisini nógvar
í uppstillingini. Clementsen
skifti til eina framrættaða
4-3-3, har Hans Pauli Sam-
uelsen var fluttur í høgra
borð, meðan Levi Hanssen
var vongverji í somu síðu.
Bárður Olsen, Brian Olsen
og Høgni Zachariasen vóru
á miðvøllinum, og tað gav
úrslit. Hans Pauli Samuelsen
minkaði um munin eftir
bara trimum minuttum, tá
hann var einsamallur við
málverjan. Lítla løtu seinni
javnaði Arnbjørn Hansen,
tá hann var fyrstur á bólt-
inum, sum Marni Djurhuus
hevði sent inn í feltið.
Ágrýtni eyðkendi sunda-
lagsmenninar eftir hvíldina,
og tað var høvuðsorsøkin
til, at dysturin fekk eina
brádliga vend Teir dugdu
munandi betri at gera sær
dælt av veikleikunum hjá
ÍF í seinna umfarinum. Í
luftstríðnum var saknur í
Bartali Eliasen, og tað vóru
fleiri langir bóltar eftir
hvíldina, sum EB/Streymur
fer nógv burturúr.
Frá einum mánaði er ÍF
farið frá at stríðast til at
spæla fótbólt. Fleiri vælleikt
álop vóru frá gestunum í
gjár.
ÍF
EB/S
EB/Streymur-ÍF 3-2 (0-2):
ÍF misti alt á gólvið
Fuglfirðingar høvdu
stóra fongin í pottinum,
men eftir steðgin slapp
fekk EB/Streymur
høvdið fyri seg, og so
tóku teir øll stigini
kortini
Mynd: Sofus D. Johannesen