mánadagur 19. mai 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 93 - 19. mai 2008 ]
Víkingur-EB/Streymur -
mánakvøldið kl. 18
Leygardagin 24. mai
AB-KÍ
TB-HB
07 Vestur-NSÍ
Víkingur-VB/Sumba
EB/Streymur-B68
So vann Amager aftur
Fremad Amager vann 1-0 í heimadystinum ímóti Holbæk,
og harvið fekk liðið gongd á aftur eftir fleiri vánalig
úrslit. Rókur Jespersen spældi við frá byrjan, men varð
skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki. Erling Jacobsen
kom á vøllin seinastu minuttirnar, og Hans Jørgensen var
eykamálmaður. Málið hjá Fremad Amager skoraði
Mohammed Abdalas miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Holst brendi brotsspark
Lyngby hevði í gjár vitjan av nýkosnu meistarunum úr AaB.
Dysturin var heldur linligur, og einki mál kom í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki legði toppskjúttin Jeppe Curth AaB fram um.
Lyngby fekk nakað aftaná brotsspark, men tað brendi Christian
Lamhauge Holst. AaB avgjørdi síðani dystin við einum máli
afturat. Jón Rói Jacobsen var ikki í AaB- hópinum hesaferð.
Aftur hesa ferð vóru
úrslitini trivalig
ábending um, at
tað næsta ár verður
sunnudags fótbóltur í
Suðuroy
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í Vági høvdu teir undan
kappingarárinum ikki rokn-
að við, at lokalu spælararnir
fóru at megna meiri enn
fyrsta stigið í fyrireiking av
nýggjum liði, sum kanska
kundi gerast til felagslið
fyri alla oynna. Síðani hava
teir skemtað sær við, at tað
kundi sæð út til, at teir eru
um at koma sær í vanda fyri
uppflyting.
Úrslitini hesa ferð vóru
meiri enn bara ábending
um henda veruleikan. VB/
Sumba vann á heimavølli
ímóti 07 Vestur, sum undan
vikuskiftinum var næsti
kappingarneytin hjá VB/
Sumba, og tað úrslitið ber
sjálvandi við sær, at VB/
Sumba nú er fýra stig
frammanfyri vágaliðið.
Einsamalla málið á Vágs-
eiði, har lotið var frískt,
skoraði Jón Krosslá Poulsen
mest sum av óvart. Hann
sendi flatt innfyri úr vinstru,
Dan Djurhuus leyp upp um
bóltin, sum rullaði í vága-
málið. Í 2. hálvleiki royndi
07 Vestur at trýsta, men teir
fingu ikki bóltin í málið hjá
Bjarna Johansen, sum stóð
seg heilt væl.
AB vann týdningarmiklan
sigur í Gundadali ímóti HB,
og nú hevur unga AB liðið,
sum hevur havt tað trupult
á útivølli ímóti oddaliðunum
báðum, lagt seg undir liðina
á 07 Vestur, og tað kann
fara at vísa seg at verða so
skjótt, at argjamenn fara at
verða á uppflytingarplássi.
Tað vóru heilt nógvir mál-
møguleikar, og tikið verður
til í Gundadali, at úrslitið
kundi væl havt verið 10-10!
Kenneth Jacobsen legði AB
framum við rimmar skoti
úr 20 metrum í 9. minutti,
og tveir minuttir seinni
misnýtti
Thomas
Hans
Rubeksen hjá HB brots-
spark. Dion Splidt hjá AB
var tryggari, tá ið hann í 28.
minutti fekk møguleikan úr
ellivu metrum og legði AB
framum 2-0.
Í 71. minutti minkaði
Emil Nolsøe Leifsson við
fínum lobbara um munin til
2-1, og tá ið heimaliðið
royndi at leggja trýst á fyri
at javna, vóru fleiri møgu-
leikar í báðum endum.
Kenneth Jacobsen staðfesti
3-1 AB sigurin, tá ið hann
við skoti úr brotsteiginum
og umvegis stólpan setti
bóltin í HB málið.
Eftir trý umfør uttan
úrtøku eydnaðist tað hjá TB
at fáa eitt stig burturúr í
Runavík, har úrslitið varð
1-1.
Johan
Eyvind
R.
Mouritsen legði TB framum
miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá
ið hann varð leysur í høgru
og sendi bóltin millum bein-
ini á málverjanum.
Tríggjar
minuttir
fyri
steðgin javnaði NSÍ. Mið-
vallarin Jann Martin Mort-
ensen varð feldur í brots-
teiginum, og Dánial Hansen
umsetti trygt úr ellivu metr-
um.
Tað gongur sum eftir ánni
hjá KÍ. Aftur hesa ferð eydn-
aðist tað at vinna fulla úr-
tøku, og nú er KÍ komið so
mikið langt upp á stigatalv-
una, at tað er rættuliga nógv
at geva av í kappingini um
at sleppa undan niður-
flyting.
Næstbesta liðið hjá B68
vitjaði, og eftir tætta upp-
gerð varð B68 sent til hús
við 1-0 tapi. Sigursmálið
skoraði veteranurin Jan
Joensen. Tað restaðu 20
minuttir, tá ið Jan sendi
fríspark beinleiðis í málið
aftanfyri Petur Meinhard
Magnussen, sum hesa ferð
var B68 málverji.
Í kvøld verður síðsti dyst-
urin í hesum umfarinum
spældur. Hann verður í Leir-
vík, har EB/Streymur fer at
vitja.
VB/Sumba-07 Vestur 1-0 (0-0)
1-0: Jón Krosslá Poulsen 13.
NSÍ-TB 1-1 (0-0)
0-1: Johan Eyvind R. Mouritsen 24.
1-1: Dánial Hansen br 42.
HB-AB 1-3 (0-2)
0-1: Kenneth Jacobsen 9.
0-2: Dion Splidt br 28.
1-2: Emil Nolsøe Leifsson 71.
1-3: Kenneth Jacobsen 83.
KÍ-B68 1-0 (0-0)
1-0: Jan Joensen 70.
FAKTA um dystin
Vandin fyri uppflyting økist
Arnbjørn fer til OB
Komandi vikuna skal Arnbjørn
T. Hansen venja við OB
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein tann vandamiklasti maðurin í
føroyskum fótbólti skal møguliga spæla
í donsku superliguni komandi
kappingarár.
Í øllum førum fer Arnbjørn T. Hansen
hjá EB/Streymi til Odense í morgin, og
fram til fríggjadagin skal hann venja við
superliguhópinum hjá felagnum.
Jákup í Stórustovu, sum er
umboðsmaður hjá Arnbirni, váttar, at
OB hevur bjóðað spælaranum at koma
niður.
- Fyri fyrst fer Arnbjørn so niður at
hyggja at umstøðunum. Og komandi
vikuna skal hann so venja við liðnum.
Men meira enn tað sama fái eg ikki sagt
í løtuni, sigur Jákup í Stórustovu.
Hóast nógv skaddur, so skoraði
Arnbjørn 14 mál í Formula-deildini í
fjør. Í ár hevur hann higar til skorið sjey
mál í sjey dystum.