Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 6. juli 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 Kappingarárið í fjør miseydnaðist hjá Gudrid Nolsøe og liðfeløgum hennara og Fortuna Odense flutti niður í næstbestu deildina. Men fyri tveimum mánaðum síðani sá alt bjartari út, tí tá gjørdist Gudrid danskur meistari fyri leikarar undir 22 ár. Og nú fer hon eftir gullinum á Oyggja- leikunum FLOGBÓLTUR Fyri nøkrum fáum árum síðani flutti Gudrid Nolsøe av Tvøroyri til Odense at búgva, og við henni misti føroyska landskappingin ein serliga evnaríkan leik- ara. Við sínum serliga stríðsanda hevði hon verið við til at leggja TB heilt fram í oddin í føroysku landskappingini, og hóast ein flogbóltsleikari ongan- tíð megnar nakað heilt einsamallur, var hon ein av grundstuðlunum á TB lið- num ta tíðina. Hóast mikið ung helt hon seg fram at í Fortuna Odense, og tað tók heldur ikki so langa tíð áðrenn danska felagið fekk eyguni upp fyri leikligu evnunum hjá tvørágentuni. Byrjaði væl Leikliga gekk ikki heilt av leið fyrsta árið og hóast tað miseydnaðist at koma við í endaspælið um heiðurs- merkini var árið ikki so heilt miseydnað. Tí vóru vónirnar rímiliga góðar tá farið varð undir fyrireiking- arnar til kappingarárið, sum júst er endað. Men har for- roknaðu odenseanararnir seg so ruddiliga. Í fyrru helvt gekk á eini rímuligari leið, men í seinnu helvt gekk alt av skriðuni og árið endaði við, at meistaradeildarliðið hjá Fortuna Odense flutti niður í næstbestu deildina. Kort- ini letur Gudrid ikki illa at. - Umstøðurnar vóru heilt serligar í ár. Málið varð sett høgt, men tá fleiri av teimum royndu leikarunum góvust, máttu vit byrja við einum heilt nýggjum liðið har miðalaldurin bara var góð 20 ár. Kortini gekk fyrra helvt ikki so heilt illa. Men tá seinna helvt byrjaði fór alt av kós. Venjararnir fóru, næstan skjótari enn teir vóru komnir og tá árið í ár var liðugt høvdu vit havt fimm venjarar. Og tá sigur tað seg sjálvt, at tú ikki kanst vinna nakað, greiðir Gudrid frá. Ábyrgdina fyri miseydn- aðu gongdina leggur Gudrid serliga hjá leiðsluni í felagnum. Hon megnaði heilt einfalt ikki at fylla karmarnar út, millum ann- að tí, at tey, sum sótu í nevndini eisini vóru leikar- ar, og tí fungeraði felagið stak illa í fjør. Tí er tað kanska ein uggi, at felagið hevur kastað saman við Marienlyst — har Bárður Mikkelsen spælir — og tað merkir, at mansliðið verður styrkt munandi. Kvinnur- nar vera framvegis í For- tuna og tí eru vónir um, at felagið kann brúka størri orku upp á tær. Beint áðrenn kappingar- árið endaði byrjaði kortini at ganga hinvegin hjá Gudrid og teimum. Tær vóru við í DM-kappingini fyri leikarar undir 22 ár og har gjørdu tær ikki mætari enn at vinna, og tí avrik- inum er Gudrid errin av. Vónirnar batnaðar Eg haldi at tað var eitt framúr gott avrik, serliga tá hugsað verður um ta mót- gongd vit høvdu fyrr í ár. Samstundis skulu vit eisini hugsa um, at vit vandu ikki serliga nógv eftir at lands- kappingin var liðug og tí var tað eitt gott avrik í sær sjálvum, sigur Gudrid, sum fekk serstakliga góða um- talu eftir kappingina. Og hon viðgongur eisini, at tað hevur gingið fram á hjá henni síðani hon fór til Danmarkar at spæla. - Dystirnir eru nógv javnari enn teir eru her heima og tí mennast leikararnir skjót- ari. Samstundis verður nógv meira kravt av hvørj- um einstøkum leikara og tað merkist beinanvegin tí leikararnir venja seg við at bera ábyrgdina. Tað er helst eisini her eg havi ment meg mest, sigur Gudrid. Spurd um, hvussu vónir- nar eru til næsta kapping- arár, sigur hon, at alt sær væl ljósari út. Tær hava mist tveir leikarar, sum eru fluttir til Keypmannahavnar at búgva, men hinvegin hevur felagið sett klørnar í ein serstakliga góðan kin- verskan venjara. Hann var í felagnum fyri nøkrum árum síðani og tá gjørdist liðið meistari. Nú skal hann fáa tær upp aftur í bestu deildina og tað verður spennandi. Sum vera man ætlar Gud- rid sær at byggja víðari á ta positivu gongd, sum hon hevur verið inni í, nú hon fer til Man, og unga tvørá- daman á føroyska kvinnu- landsliðnum í flogbólti smæðist ikki fyri at siga, at hon fer eftir gullinum. - Sjálvandi fara vit tað. Eg haldi eisini, at vit hava liðið til tað, men sjálvandi skulu vit ikki taka munnin ov fullan. Hinvegin eigur málið altíð at vera gull, og tað er tað eisini hjá okkum, sigur hon at enda. Mótgongdin vend til viðgongd Tríggir dystir í bestu deildini eru á skránni í morgin, og ein verð- ur spældur longu í kvøld Tað verður tunnligt við fótbólti sunnudagin. Sam- bært FSF skipanini eiga allir fimm dystirnir í 10. umfarinum at verða spældir í morgin, men nú hava vit skilt, at sunnudagin verður bara ein dystur á skránni. Hetta er ikki nakað, sum nøkur almenn fráboðan er komin frá FSF um. Í tosi mann og mann ímillum hevur verið at hoyrt um fleiri flytingar, og tá vit hava spurt okkum fyri í feløgunum, hava vit fingið at vita, at tað er rætt, at fleiri dystir eru fluttir. Synd er at siga, at hetta eru góðar arbeiðsumstøður hjá fjøl- miðlunum, og at áskoð- ararnir, sum eru týdning- armiklasta grundarlagið undir feløgunum, fáa stóra tænastu, tá teir saman við familjuni skulu gera av, hvussu vikuskiftið skal leggjast til rættis. Vit søgdu í týsdags blað- num, at GÍ og KÍ skulu spæla í Gøtu í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18.30. Hann er framfluttur, tí landsliðsspælarin Sámal Joensen í morgin skal giftast. Liðfelagarnar fara í brúdleyp. Í Miðvági fara FS Vágar og VB at spæla í morgin klokkan 15. Dysturin er framskundaður, tí at VB mikudagin skal spæla í undankapping til europe- isku meistarakappingina. B36 og NSÍ fara at spæla í Gundadali í morgin klokkan 15. Vit hava skilt, at dysturin er framskund- aður, tí fleiri av spælar- unum fara í brúdleyp hjá Sámali Joensen. Sambært skránni skuldu EB/Streymur og B71 spælt á Mølini á Eiði í morgin. Tann dysturin er fram- skundaður til klokkan seks í annaðkvøld. Tað er Sundalagsstevna í viku- skiftinum, og dysturin ímillum EB/Streym og B71 er partur av skránni. Vit mugu vóna, at tað fer at ganga so mikið væl við kappróðrinum, at hann verður liðugur, tá spenn- andi dysturin á Mølini verður á skránni. Einasti dysturin, sum verður spældur sunnudag- in, verður tann á Svanga- skarði ímillum B68 og HB. Hann verður sunnudagin klokkan 15. - Dystirnir eru nógv javnari enn teir eru her heima og tí mennast leikararnir skjótari, sigur Gudrid um tað at spæla flogbólt í Danmark Bara ein dystur verður spældur sunnudagin 25 24 Nr. 127 - 6. juli 2001 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Gøtumenn eru óskalaðir, meðan klaksvíkingar eru illa sperdir, tá tað í kvøld verður settur sjøtul á seinnu hálvuna av landskappingini Í kvøld klokkan 18.30 verður farið undir seinna partin av landskappingini 2001. Sambært skipanini skuldu GÍ og KÍ spælt sunnudagin, men dysturin er framskundaður, tí gøtu- menn í annaðkvøld skulu í brúdleyp hjá Sámali Joen- sen, liðformanninum hjá teimum. Sámal er sjálvandi nóg væl fyri at fara fyri altarið við brúðrini, men hann er ikki nóg væl fyri at spæla í 1. deild. Hann hevur fram- vegis trupulleikar við rygg- inum, og hann hevur ikki vant tær seinastu vikurnar. Burtursæð frá GÍ lið- formanninum, so eru allir hinir spælararnir tøkir. Bartal Eliasen er úttikin til flogbóltslandsliðið, sum í komandi viku skal royna seg í oyggjaleikunum niðri á Man. Men Bartal verður kortini við í kvøld. Men hann sleppur ikki í brúd- leyp hjá Sámali. Tá dyst- urin í kvøld verður liðugur, fer Bartal beinleiðis vestur í Vágar, hagani flogfarið hjá Atlantsflog skal flyta hann og onnur oyggjaleikafólk suður á Man. Hjá KÍ er sera ivasamt, um Alexander Djordjevic verður við í kvøld. Hann koykti fótin so mikið illa í síðstu viku, at hann ikki var førur fyri at spæla á Toftu- m, og hann hevur ikki vant í hesi vikuni. Niclas Nicla- sen var leikbannaður á Toftum, men hann er tøkur aftur. Kamburin og botnurin Í fyrsta umfarinum í ár vann GÍ 2–1 í Klaksvík. Tá var ikki serliga stórur mun- ur á liðunum, men síðani tá hava gongdin hjá GÍ og KÍ verið púra ymiskar. GÍ hevur vunnið hvørja ferð, meðan KÍ aftur og aftur hevur lagt rygg til tap, og tvær tær seinastu ferðirnar hava tapini á útivølli verið ógvuslig. Avrikið sunnu- dagin, tá KÍ tapti 4–0 á Toftum, var alt annað enn sannførandi. Síðani síðsta avsmurn- ingin hava teir roynt at rætta upp á tingini í Klaks- vík. Sum vit søgdu í gjár, so er Kurt Mørkøre keyptur aftur til Klaksvíkar. Tað ljóðaði í fyrradagin, at Kurt skuldi spæla við í kvøld, men hann avsannaði sjálvur hetta í blaðnum í gjár. Fyrsti dysturin hjá Kurt í KÍ á hesum sinni verður ólavsøkudag í steypafinal- uni ímóti B36. Spurningurin er so, um tað kann vera íblástur og kveikja sjálvsálitið í Klaks- vík, tá teir í kvøld fara á vøllin í Gøtu, at spælararnir vita, at stóri fótbóltsmað- urin fram um allar í Klaks- vík tey seinnu árini aftur er á veg í felagið. Í hesi vikuni hava tey í Gøtu havt møguleikan at fylgja við venjingini hjá KÍ. Eingin vøllur er tøkur í Klaksvík í løtuni. Týs- kvøldið og mikukvøldið vóru Tomislav Sivic og hansara menn í Gøtu og vandu á nýggja graslíkis- vøllinum í Serpigerði. Trýstið liggur á KÍ Eitt nýtt ættarlið er á veg út í heimin U–17 landsliðið, sum síðst í hesum mán- aðinum til Jyllands at luttaka í EM kapp- ingini, er í hesum døgum á venjingar- legu Í dag savnast eitt nýtt ættar- lið av landsliðsspælarum í Runavík. Talan er um teir, sum síðst í hesum mánað- inum skulu til Danmarkar at taka lut í tí, sum nú verður kallað NM fyri U–17 landslið. Talan er um sama aldur, sum áður hevur verið nevndur U–16. At siga at talan er um nýtt ættarlið er kanska ikki púra beint, tí fleiri av hesum dreingjunum vóru í fjør við U–15 landsliðnum í Aberdeen, men tá var talan ikki um almennar landsdystir. Venjari hjá ungu monn- unum er Mattias Davidsen. Hann hevur sent boð eftir hesum dreingjunum til venjingarleguna, sum verð- ur frá í dag av og fram til sunnudagin: Bergur Mid- jord, Ingi Højsted og Jónas Þór Næs úr B36, Jóan Petur Poulsen úr B68, Tummas Pauli Olsen úr B71, Marni Djurhuus úr EB/Streymi, Bárður H. Joensen, Eli Thorsteinsson, Gunnar Nielsen, Páll M. Joensen og Rókur av Fløtum Jespersen úr HB, Magnus Skoralíð úr LÍF, Jústinus R. Hansen úr NSÍ, Hanus Thorleifsson, Skáli, Rasmus Nolsøe, TB, og Allan Kjærbo, Poul N. Poulsen og Símun Samuel- sen, VB. Vit síggja, at býtið mill- um feløgini er, sum tað plagar at vera. HB eigur flestu av evnaríkastu ungu spælarunum, og B36 er eisini væl umboðað. Merki- svert er tað, at árgangurin hjá VB er væl umboðaður. Tað ber boð um, at hjá meistarunum í Vági fara nýggir menn at vera klárir at taka ábyrgd um ikki so langa tíð. Á hinari síðuni er tað sera merkisvert, at eingin klaksvíkingur er vigaður at vera nóg tungur til lands- liðssess. Tað boðar ikki frá góðum hjá KÍ, sum framm- anundan er illa spert. Jógv- an Martin Olsen, sum hev- ur yvirskipaðu ábyrgdina av øllum teimum yngru landsliðunum, plagar at siga, at eitt so stórt felag sum KÍ eigur at hava einar tríggjar spælarar á øllum teimum yngru landslið- unum. Hesa ferð er eingin KÍ spælari mettur at vera nóg góður til landsliðið. At luttaka í NM kapping er sera spennandi avbjóð- ing hjá ungu spælarunum. Við slík høvi eru altíð fleiri fótbóltsumboðsmenn til staðar. Teirra uppgáva er at snodda seg fram til, um tað eru serliga evnaríkir spæl- arar, sum kunnu brúkast aðra staðni í Europa. Ein av føroysku spælarunum hev- ur longu tryggjað sær sá- mála við eitt av kendastu feløgunum í Onglandi. Talan er um B36 miðvall- aran Inga Højsted. Uppgávan U–16 landsliðið luttekur bæði í NM og í EM kapp- ingunum. Fyrsta uppgávan verður NM kappingin, sum í ár verður á Vejle leiðini. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum 30. juli, og teir koma aftur 5. august. Føroyar eru í bólki saman við Noregi, Finnlandi og Onglandi, sum er annað av gestalondunum hesa ferð. 1. august verður spælt í Varde, 2. august í Nørre Aaby og 4. august í Frede- ricia. 5. august verður spælt um plaseringarnar. Føroy- ingar hava næstan hvørja ferð spælt um 7. plássið. Tann dysturin verður í Hedensted, og um 5. pláss- ið verður spælt á sama staði. Finaludysturin og dysturin um triðja plássið verða í Vejle. Í hinum bólkinum eru Danmark, Ísland, Svøríki og Slovakia, sum er annað av gestalondunum hesa ferð.ø Sámal er sjálvandi nóg væl fyri at fara fyri altarið við brúðrini, men hann er ikki nóg væl fyri at spæla í 1. deild C M Y K 24