Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 93 - 19. mai 2008 Stutt Sagt Ófriður í Johannesburg Ta seinastu vikuna hava samanbrestir verið millum innflytarar og harkalið í býarpartinum Alexandra í suðurafrikanska býnum Johannesburg. Higartil hava fimm fólk latið lív í samanbrestunum, og meiri enn 50 onnur eru endað á sjúkrahúsi við skotsárum ella knívsstung­ um, skrivar Reuters. Løgreglan í Johannes­ burg sigur, at ófriðurin stendst av ágangi ímóti inn­ flytarum úr Zimbabwe, Moz­ambik og Malawi, sum leita sær til Suður­ afrika í vónini um at fáa okkurt arbeiði. Fyrrver­ andi suðurafrikanski forset­ in Nelson Mandela hevur biðið suðurafrikanska fólk­ ið venda áganginum ímóti innflytarunum bakið. Stórar slang­ ur í Florida Í Florida eru myndugleik­ arnir komnir í rasshaft av ovurstórum kvalaraslang­ um, sum fólk hava flutt inn úr Landssynningsasia. Í fjølmiðlunum verður sagt frá, at slangur av hes­ um slagnum hava etið hundar, og at onkur teirra hevur roynt at fáa eina heila krokodillu niðurum. Myndugleikarnir siga, at árini frá 2002 til 2005 vórðu 201 kvalaraslangur funnar og avlívaðar, men tey bæði seinastu árini er talið vaksið aftur, so nú eru tær meiri enn 400 í tali. Tann størsta, sum er funnin, var fimm metrar long og vigaði 140 pund. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg segði alla tíðina, at bleiv eg ikki valevni, var John McCain tann besti, sum vit kundu stilla upp (Mike Huckabee) útlond Nógvar av kvalaraslangun- um í Florida eru úr Burma Mynd: Vísir Amerikanski forset­in legði ikki fingrarnar ímillum, t­á hann í einari røðu í gjár hart­aði fleiri arab­ iskar leiðarar ut­t­an t­ó at­ nevna t­eir við navni ­ Í Miðeystri hava vit alt ov ofta sæð dømi um, at landið hevur ein leiðara, og at and­ støðan situr í fongsli. Tíðin er farin frá hesari manna­ gongdini, og í framtíðini eiga lond í Miðeystri at virða sítt fólk, segði George W. Bush í røðu síni altjóða búskaparfundinum í egypt­ iska frítíðarbýnum Sharm el­Sheik. Hann nevndi ongan leið­ ara við navni, men politiskir eygleiðarar siga, at atfinn­ ingarnar uttan iva eisini vóru ætlaðar egyptisku leiðsluni, sum er kend fyri at kúga andstøðuna við at seta fleiri av hennara leiðar­ um í fongsul. Egyptiski íløguráðharrin, Mahmud Mohiedin, vildi ikki gera beinleiðis viðmerkingar til orðini hjá Bush. ­ Tað er umráðandi, at mál viðvíkjandi politiskum frælsi verða handfarin á ein tílíkan hátt og við einari hóskandi ferð, so tað ikki órógvar samfelagið. Tað er eftir mínum tykki vegurin til demokrati, segði ráðharr­ in við tíðindafólk aftan á røðuna hjá Bush. Hóast amerikanski forset­ in ikki nevndi nakran arab­ iskan leiðara við navni, duldi hann ikki fyri, at hans­ ara atfinningar vóru serliga vendar ímóti leiðarunum í Iran og Sýrialandi. ­ Londini í Miðeystri eiga at venda sær frá ríkjum sum Iran og Sýrialand, tí tey forða fyri framburði, segði forsetin og vísti haraftur­ ímóti á lond sum Turkaland, Jordan, Marokko, Irak og Afghanistan sum góðar fyrimyndir. Palestinar illir Á ferðini í Miðeystri vitjaði amerikanski forsetin eisini Ísrael og Saudiarabia. Í Ísrael var hann boðin at halda røðu í tjóðartinginum í sambandi við, at ísraelska ríkið helt sín 60 ára dag, men palestinar vóru alt ann­ að enn fegnir um innihaldið í røðuni. Í teirra eygum var røðan ein treytaleys stuðulsváttan til Ísrael, sama hvat landið ger. ­ Amerikanararnir skulu ikki tingast okkara vegna. Vit krevja bara, at teir skulu viðurkenna okkara støðu og rættindi, sigur palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, við Reuters. Bush hartaði arabiskar leiðarar Lars Løkke Rasmus­ sen skal nú greiða frá, hví hann leigaði hýruvognar fyri 148.000 krónur, sum hann fekk end­ur­ rind­að, meðan hann var amt­borgarst­jóri Sum amtborgarstjóri kundi Lars Løkke Rasmussen leiga hýruvogn, um hann skuldi ørindi fyri amtið, men sjónvarpið hjá danska kringvarpinum skjalprógv­ aði í gjárkvøldið, at Lars Løkke Rasmussen fekk end­ urrindaðar 148.000 krónur fyri hýruvognaleigu krónur uttan at viðmerkja, hvar hann hevði verið, ella um ferðin hevði nakað við arbeiði hansara at gera. Tveir fyrrverandi limir í amtsráðnum í Frederiks­ borg, har Lars Løkke Ras­ mussen var borgarstjóri, siga við DR, at so lagaligar treytir høvdu teir ikki tey árini, teir sótu í ráðnum. ­ Tók eg ein hýruvogn, skuldi eg viðmerkja, hví eg hevði leigað hann, sigur Finn Hansen, sum var kon­ servativt umboð í amtsráð­ num. Serfrøðingar, sum DR hevur tosað við, siga, at kann fíggjarmálaráðharrin ikki prógva, at hann leigaði hýruvogn í sambandi við arbeiði sítt, eigur hann at rinda pengarnar aftur. Danski Fólkaflokkurin hevur biðið ráðharran greiða frá málinum. George W. Bush: - Í Miðeystri eru ov mong dømi um, at andstøðan situr í fongsli. Tann tíðin er farin Danski fíggjarmála­ ráðharrin trongdur Lars Løkke Rasmussen hevur verið fyri hørðum ákoyringum í seinastuni Mynd: Polfoto