mánadagur 19. mai 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 19. mai 2008
35
lýsingar
Ein úr Kaliforniu
lýsir Føroyar
Málningar eftir Sigrid Ewald
Opið er: 16. – 21. mai – frá kl. 10.00 – 19.00 hvønn dag
Tó 21. mai frá kl. 10.00 – 14.00
Smiðjan í Lítluvík
Útibarnagarðurin
Víkin í Æðuvík
søkir eftir 2 námsfrøðingum
og 1 sjúkraavloysara
Til Útibarnagarðin verður søkt eftir:
• 1 námsfrøðingi 30 tímar um vikuna í eitt
farloyvisstarv frá 11. aug. 2008 til 17. juli 2009
• 1 námsfrøðingi 30 tímar um vikuna. Tú kemur
at hava ábyrgd av einum barni við serligum
tørvi. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.
• 1 sjúkraavloysara sum er tøkur tá ið tørvur er
á tí.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk
sett, tíðaravmarkað, í starvið.
Útibarnagarðurin Víkin heldur til í missións-
húsinum í Æðuvík. Á stovninum eru 22 børn í
aldrinum 4-5 ár. Náttúran um okkum gevur góðar
møguleikar og avbjóðingar, bæði í bygd, fjøru og
haga.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur áhuga í at arbeiða við børnum
• dámar væl at vera úti í náttúruni
• ert kreativ/ur
• hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan dag saman við børnunum
• er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
• hevur góð evnir at samstarva við foreldur og
starvsfólk
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Káru Løkin tlf. 449998 ella 214306. Løn
smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn, saman við upplýsingum um út-
búgving, royndir og møguligum viðmælum, skulu
verða Runavíkar kommunu, postboks 139, 600
Saltangará í hendi í seinasta lagi 02/06-2008 kl. 12.
Útibarnagarðurin Víkin
Æðuvík
Tel. 778877 · info@hotel-runavik.fo · www.hotel-runavik.fo
Opel Vectra 2.2 GTS
Sera vælútgjørdur Opel Vectra 2.2 GTS
frá 2003 til sølu. Hevur m.a. 18” alu-felgur.
Koyrt 81.000 km. Prísur: 150.000 kr.
Tlf. tel. +45 30 58 80 32 ella +45 26 70 80 32
Starvsfólk til
Barnaverndartænastuna
Fyri: Sørvágs,- Miðvágs-, Sandavágs-,
Kvívíkar- og Vestmanna kommunur
Við hesum verður søkt eftir starvsfólki til
Barnaverndartænastuna fyri Sørvágs-, Mið-
vágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna
kommunur til setan skjótast gjørligt.
Talan er um farloyvisstarv fulla tíð frá 01.08.08
til 31.01.09 við møguleika fyri leingjan.
Barnaverndartænastan heldur til á kommunu-
skrivstovuni í Sandavági og nakað av ferðing
má roknast í starvinum.
Arbeiðsøki:
Arbeiði er fjølbroytt og umfatar, umframt alt
vanligt skrivstovuarbeiði, m.a. heimavitjanir,
at ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at
samstarva við og seta stuðlar í starv.
Arbeiðið umfatar somuleiðis samskifti og tvør-
fakligt samstarv við skúlar, dagstovnar/dag-
røktir, læknar, heilsurøktarfrøðingar, løgreglu,
almennar stovnar o.o.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur hóskandi útbúgving, t.d.
sosialráðgevi.
• At tú hevur arbeiðsroyndir innan
málsviðgerð í almennari umsiting og/ella
hevur royndir frá barnaverndararbeiði.
• At tú ert fleksibul og hevur góð
samstarvsevnir
• At tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og
sjálvstøðug/ur í arbeiðnum.
• At tú ert nærverandi og hevur umsorgan
fyri barnsins tørvi.
• At tú hevur góðan telduførleika
• At tú hevur góðan kunnleika í føroyskum
máli.
Løn:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Starvsmannafelagið.
Umsókn:
Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga um-
sókn saman við avriti av prógvum og viðmælum
til Barnaverndartænastuna, Postrúm 19, 360
Sandavágur.
Umsóknin skal verða Barnaverndartænastuni í
hendi í seinasta lagi mánadagin 09. juni 2008
kl. 12.00.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at
venda sær til Jónley Poulsen á telefon 333
960 ella 213 960.
Barnaverndartænastan tilskilar sær rættin til
at søkja av nýggjum, um ikki nóg nógvar
umsóknir eru til starvið.
Barnaverndartænastan
NÝTT TEORISKEIÐ
Nýtt teoriskeið byrjar
hósdagin 22. mai kl. 17.
Stanley A. Olsen tel. 211099
Niels Petur Olsen tel. 223041
Brekkugøta 8 · 100 Tórshavn
W W W . F O R O Y A - B J O R . F O
– síðan 1888
Høvuðsskrivstovan hjá
Föroya Bjór í Klaksvík
søkir avloysara
Arbeiðsøkið
Kundamóttøka, telefonavgreiðsla, logistik, fakturering
umframt alt vanligt fyrifallandi skrivstovuarbeiðið.
Setunartíð
Talan er um avloysarastarv frá 30-06-2008 og fram til
15-08-2008.
Førleikakrøv
Viðkomandi útbúgving ella royndir og áhuga innan
øki. Somuleiðs má umsøkjari hava teldukunnleika.
Umsóknarfreistin er sett til 2. juni 2008.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Símun Gullaksen á telefon 475454 757155 ella
simun@foroya-bjor.fo. Umsókn saman við prógvum
og møguligum ummælum , skulu stílast til: P/f Föroya
Bjór, Postsmoga 4, FO-710 Klaksvík.